Sjálvur bólkurin er ein samanseting av fólki úr fleiri av fremstu bólkunum í Føroym, so sum Makrel, Deja Vu, Budam, Sic, Orka og Gestir.
21 løg, m.a. Mín grái fordur, Kom inn á Skála og Hey Ingeborg.
DARLAH er ein søga um ungfólk, ið leita eftir onkrum øðrum, onkrum nýggjum. Men tað eru eisini ein ræðusøga um rúmdina. Og ein søga um loynilig sambond, antin tey fjala seg í New York, Normandínum, Tokyo ella á mánanum.
Søgan um sambandið millum Abelard og Heloise er eitt av heimsins mest víðagitnu og tragisku kærleiksævintýrum. Hon er søgd í brøvunum hjá Pæturi Abelard, einum fronskum heimspekingi og gávuríka næmingi hansara, Heloise.
21 ára gomul legði Durita Holm vestur í hav við seglbátinum Sølku Vølku á ferð kring knøttin í trý ár. Saman við manning síni vitjaði hon nógv fremmand støð og upplivdi mangt og hvat, men onkuntíð var eisini baldrut á ferðini.
Stillisliga sveima teir niður til okkara at hjálpa har, ið á stendur. Ein eingil flýgur í kuldanum út í skógin við føði til dýrini. Ein eingil hjálpir jólamanninum at bera jólapakkarnar, og ein eingil flýgur við brævinum, sum ein genta var heldur sein at skriva jólamanninum. Einglarnir gera alt til reiðar, til Jesusbarnið kemur. Í bókini eru tíggju einglar, sum koma fram ein og ein, so hvørt sum tú blaðar.
Sigur frá tí kavbátavirksemi, sum fór fram undir Føroyum undir 1. heimskríggi. Bókin fevnir eisini um tað, sum fór fram fyri kríggið, uppgongutíðirnar, tjóðskaparrørsluna og arbeiðararørsluna í 1800 talinum, um einahandilin og avtøku av hesum handli.
Bókin er ein søgulig lýsing av jødum frá bíbilstíð fram til samtíð. M.a. eru brot úr bíbliu, lýsing av jødunum sum fólk, og hvørji ískot tey hava gjørt í heimssøguni.
Um hobban Fróða, sum roynir at fáa tann gandaða ringin til Mordor til tess at beina fyri honum. Ein ævintýrsøga um bardagan millum tað ónda og tað góða.
Skaldskapur á føroyskum. Yrkingar og stuttsøgur - umsettar og á upprunamáli.
Bókin snýr seg bæði um almenn og persónlig viðurskifti. Tá hon kom út, kveikti hon nógv kjak um m.a. leiklutin hjá religión í Føroyum. Ì meira enn tvey áratíggju hevur Sjúrður Skaale verið virkin í samfelagskjakinum. Ì talum og greinum hevur hann viðgjørt almenn og persónlig viðurskifti; smámál og stórmál. Viðhvørt hevur hann verið skemtiligur, viðhvørt illur. Viðhvørt sakligur, viðhvørt sarkastiskur. Og viðhvørt er hann farin um mark til tað áleypandi og óreina.
Gullgentan er tað fimta søgusavnið, sum Hanus Kamban letur úr hondum, og umboðar eina avgjørda snaring í hansara søgukynstri.
Nógv er at gera í Mumidali. Tú kanst svimja í sjónum og fáa tær at eta á sandinum.Bókin hevur meira enn 100 klistrimerki, sum barnið kann seta í tey tómu plássini á hvørjari síðu.
Mumitrøllið og lítla Mý spæla krógva og blunda. Mumitrøllið blundar, og lítla Mý krógvar seg. Barnið sleppur at hjálpa Mumitrøllinum at lyfta lúkunum og leita eftir lítlu Mý.
Savnið Rend er funnin fressur hjá teimum, ið dáma speirekandi og hugkveikjandi skaldskap.
Eins og í hinum bókunum fylgja uppskriftirnar kosttilráðingunum, og tær hóska eisini væl til tey, sum hava diabetes, hjartasjúkur, æðrakálking ella skulu ansa eftir vektini.