Um søgur og skaldsøgur eftir Jens Paula Heinesen.
Føroyskt vísindatíðarrit. Greinir á føroyskum, norskum, svenskum og enskum innan evni, ið hava tilknýtið til føroysk viðurskifti, m.a. mál, fólkavísur, og lívfrøði.
Skrokkurin til bókina varð skrivaður á einum grønlandstúri í 1965. Bókin er skrivað sum dagbók og lýsir dagligu tilveruna umborð á Kongshavn, men er eisini ein mynd av lívinum hjá rithøvundanum.
Føroysk ungdómsbók, sum fer fram eitt vikuskifti í Havn. 10 ungfólk verða lýst í bókini, hvør frá sínum sjónarhornið.
Nótabók við løgum eftir Knút Olsen, m.a. Ein firvaldur í góðum lag, Føroyar, mín móðir og Kirkjan hon er eitt gamalt hús.
Tað er, tá ið foreldur Alex svíkja, at hann flytur út á gøtuna. Ein hjartanemandi søga um tilveruna hjá gøtubørnum og um, at tað hóast alt ber til at hava vónir fyri framtíðina.
Rými er triðja bókin í røðini um unga dreingin Hvassa, sum ongan eigur uttan seg sjálvan. Hvassi flýggjar framvegis um somu tíð, sum hann roynir at finna lítlu Jaz, ið hann er vorðin góður við.
Anna Frank er bók um trettan ára gomlu Annu, sum saman við familju sínari goymdi seg á einum lofti undan týskarunum undir seinna heimsbardaga. Bókin er í 7. torleikastigi.
Eitt svørð fer flúgvandi gjøgnum luftina, og tann gamli skríggjar so sáran. Enja tekur til beins. Aftan fyri seg hoyrir hon rossini duna, men mjørkin forðar teimum at síggja hana. Løtu seinni hoyrir hon hvørki ross ella menn.
Fleiri gomul fólk sita í myrka rúminum. Eingin sigur nakað við hana. Øll sita tigandi. Hon verður sett á ein kodda. Framman fyri hana liggja fýra lutir: Eitt sjál, eitt spegl, ein smúkka og ein dolkur.
Hóast hetta er ein púra vanligur flokkur, so hendir kortini ymiskt, sum eftir lítlari løtu kann venda øllum á høvdið. Og tað er ikki altíð so lætt at vera tólv ár og skula bera seg at, soleiðis sum øll vilja hava, at tú skalt.
Lættlesibók. Elin fær ikki hildið sær, hóast hon veit, at tað er ljótt gjørt at vísa kærleiksbrævið fyri øllum flokkinum, men tað er so gott at standa uppi við talvuna og hoyra hini flenna. Hon veit, hvør hevur skrivað tað.
Regin er 14 ár. Hann er raskur og dámar væl ítrótt. Alt kundi verið so gott , men tað er tað nú ikki. Pápin er sendur til Danmarkar at sita, tí hann hevur stolið, og hetta voldir Regini trupulleikar. Tíbetur hittir hann Sáru. Eisini hon hevur sítt at dragast við, tí hon er blind.Sára er bæði djørv og glað. Regin og Sára verða góð, og saman eru tey sterk.Regin egnir hvønn dag og í egningarskúrinum, og í egningarskúrinum eigur hann eitt sindru óvanligar, men sera trúgvar vinir.
Prædikur, stuttlestrar, brúðartalur, gravtala. Jesus kemur við ljósinum, troystini, friðinum og gleðini og sigur við okkum: Havið gott treyst! Tað eri eg! Óttist ikki!
Oddvørsa buffetstjørnur eru 88 uppskriftir, valdar við umhugsni, gjørdar við nærlagni, serveraðar við tokka til tær upplivingar, ið góður matur gevur.
Føroyskur dansur við Danisfelagnum í Havn. Kvæðini eruFinnur hin fríði, Det er i nat en vågenat, Bróka táttur, Seyðamaðurin á Sondum, Brúsajøkil, Ribholt er en grevesøn, Stærke Tidrik bor sig ud i Beren.