Dávur og familjan verða hótt eftir lívinum, og tey mugu flýggja so langt burtur, sum til ber - heilt til Sidney. Men tað vísir seg at vera tað býttasta, tey kundu finna uppá. Har, tey minst vænta tað, bíðar ein deyðsfella.
Barsakh er søgan um tvær verðir, sum koma saman. Um fimtan ára gomlu Emiliu úr Noregi og átjan ára gamla Samuel úr Ghana. Emilia er og ferðast við familjuni á Kanariuoyggjunum, og ein dagin, hon er farin at renna, sær hon ein bólk av flóttafólkum umborð á einum báti. Hetta eru menniskju, sum hava ofrað alt fyri at kunna byrja eitt nýtt og betri lív í Europa. Eitt av hesum fólkunum er Samuel. Skjótt skal lív teirra broytast fullkomiliga.
Leiðbeing til spølini er í Task Book og Teacher's Guide Educational Intentions.
Task Book er høvuðsbókin við fjølbroyttum uppgávum umboðandi ymiskar læruhættir. Hon vegleiðir samstundis, hvussu tú brúkar Topic Book. Summar uppgávur eru kravdar, aðrar eru valfríar. Aftast er ein mállærupartur umframt vegleiðing í at seta sær mál og at eftirmeta. Uppgávubókin kann nýtast umaftur.
Skemtiligar kærleikssøgur úr Italia í 14. øld
Frá gamlari tíð hava 5 býlingar verið rundan um vágna og Borðoyarvík, í Vági, á Uppsølum, í Gerðum, á Myrkjanoyri og á Oyri.
Fimta bókin er um handil og fiskivinnu, Fabrikkina hjá Østrøm í Rættará og demografisku menningina 1816-1909 og kommunal viðurskifti sama tíðarskeið. Eisini eru yvirlit yvir kommunustýrislimir 1866-1909 og limir í ymsum øðrum almennum nevndum.
Rani flytir út á bygd saman við mammuni og systrini. Pápin og mamman eru skild, og nú skal Rani byrja av nýggjum á heilt øðrum staði og finna sær aðrar vinir. Hetta er ikki lætt, tí at fleiri av nýggju floksfelagunum hyggja ikki at honum við blíðum eygum.Tað hevur við sær, at samstundis sum Rani skal berjast við longsulin eftir pápanum og sorgina yvir, at foreldrini ikki longur eru saman, skal hann eisini stríðast við at fóta sær í spildurnýggjum umhvørvi.
Málspølini eru ætlað teimum 6-ára gomlu og leggja dent á málsliga menning gjøgnum spæl. Málspølini eru skipað í 6 verkligar partar, sum umfata: Lurtispøl, Rím og ramsur, Setningar og orð, Stavilsi, Forljóð og Ljóðeindir. Verkligi parturin stendur av eini spiralbók og myndakortum Allur verkligi parturin (Spiralbók og myndakort) kostar 1300 kr.
Omma er farin í song, og hon er fúkandi ill við meg, tí tú hevur oyðilagt henni troyggjuna í vaskimasinuni. So tú vekir hana IKKI, segði abbin, og nú var fremstifingur beint við nevið á Morgunfríða. Hasin hundurin hjá tær er ikki ov klókur. Hann hevur ikki hønuvit og mamma.Er mamma tín eisini tollut? spurdi abbin.Ein rúgva av misskiljingum, ein rúgva av hugflogi og ein sera skemtilig søga!
Leikurin er í fimm pørtum. Í stuttum snýr hann seg um ein kannustoypara, sum fer upp í politikk og vanrøkir arbeiði sítt.Fólk billa honum inn, at hann er valdur til borgmeistara í býnum, og tá gerst honum greitt, at hetta hevur við sær, at hann nú hevur ábyrgd og má taka tungar avgerðir. Ludvig Holberg skrivaði leikin í 1722. Rikard Long týddi hann, og hann kom út á føroyskum í 1922.