Málspølini eru ætlað teimum 6-ára gomlu og leggja dent á málsliga menning gjøgnum spæl. Málspølini eru skipað í 6 verkligar partar, sum umfata: Lurtispøl, Rím og ramsur, Setningar og orð, Stavilsi, Forljóð og Ljóðeindir. Verkligi parturin stendur av eini spiralbók og myndakortum Allur verkligi parturin (Spiralbók og myndakort) kostar 1300 kr.
Málspølini eru ætlað teimum 6-ára gomlu og leggja dent á málsliga menning gjøgnum spæl. Málspølini eru skipað í 6 verkligar partar, sum umfata: Lurtispøl, Rím og ramsur, Setningar og orð, Stavilsi, Forljóð og Ljóðeindir. Verkligi parturin stendur av eini spiralbók og myndakortum. Allur verkligi parturin (Spiralbók og myndakort) kostar 1300 kr.
Ætlanin við bókini er at vekja áhuga fyri trævøkstri og at vísa á, at tað eru ikki so fáar viðarlundir í landinum, og at tað ber til at planta fleiri trø. Myndir eru av øllum tólv viðarlundunum, umframt av ymsum vøkstrum sum vaksa í viðarlundunum. Tað er væl hugsandi at foreldur, lærarar og námsfrøðingar kunnu fara útferðir í viðarlundum og hava bókina við, hvør veit, kanska onkur kemur fram á eina plantu, sum stendur umrødd í bókini. Ella at alskur til náttúruna økist millum stór og smá.
Málspølini eru ætlað teimum 6-ára gomlu og leggja dent á málsliga menning gjøgnum spæl. Málspølini eru skipað í 6 verkligar partar, sum umfata: Lurtispøl, Rím og ramsur, Setningar og orð, Stavilsi, Forljóð og Ljóðeindir
Drós er ein genta, ið verður illa happað í flokkinum. Hvør dagur er eitt stríð at koma ígjøgnum. Ein dagin kemur ein nýggj genta í flokki, sum torir at taka sjálvstøðugar avgerðir og at velja hvønn hon vil at vera saman við. Henda gentan og Minomman, sum Drós vitjar, tá vónloysi er størst, verða bjargingin hjá henni.
Drós er ein genta, ið verður illa happað í flokkinum. Hvør dagur er eitt stríð at koma ígjøgnum. Ein dagin kemur ein nýggj genta í flokki, sum torir at taka sjálvstøðugar avgerðir og at velja hvønn hon vil at vera saman við. Henda gentan og Minomman, sum Drós vitjar, tá vónloysi er størst, verða bjargingin hjá henni.
Bókin lýsir tvey livandi menniskju, sum satsaðu alt í royndini at útinna sín stóra dreym.
Vestnordisk samfundsforskning - med særligt blik på Færøerne.
Beinta er forelskað í Dánjali. Flokkurin velur, at Sára, bestu vinkona Beintu, og Dánjal skulu fara á skeið saman. Ikki er tað lætt, tá besta vinkona tín fer at ferðast við tí, tú ert forelskað í...
Í Eg spyrji fer Emma at ganga saman við Kristjani og so vil Hanna eisini hava ein sjeik, akkurát sum Emma. Hon ger sær ein langan lista við dreingjum, sum hon so fer at skriva til. Í Tori eg? eru tær báðar floksferð, men Emmu leingist heim, helst tí at Kristjan hevur gjørt tað liðugt. Hon fer avstað, og Hanna verður ógvuliga kedd, men so kemur Sjúrður, og so verður Hanna glað aftur.
Hóast Ró og Rói eru sum dagur og nátt, so eru tey góð við hvørt annað. Ein dagin gera tey av at býta um klæðir og býta um navn, og so fara tey í skúla.
Sára vil ikki spæla við Minnu, tí hon skal spæla við Hera. Men tá ið Heri kemur er hann ikki einsamallur ... Knappliga fer Sáru at leingjast eftir Minnu.