Á heysti 1990 varð eg fongdur við krabbameini, fekk viðgerð og kom so frægt fyri meg aftur, tá ið veturin 1991 var komin á hall, at eg fekk skrivað eina lítla dagbók um tíðina við sjúkuni. Heimangerðin var bara at skriva fyri meg sjálvan, men ein rithøvundur tykist borin altíð at skriva fyri onnur. Í tekstinum sendur lítið upplýsandi um heilivág.
Undir middag leygardagin 26. august 1939, fáar dagar, áðrenn annar heimsbardagi brestur á, er ferðaskipið s/s Lyra á veg úr Bergen til Föroya. Í einum sólstóli á afturdekkinum situr íslendska skaldið og ævintýramaðurin Benedikt Einarsson og tekst við at doyggja av einum ovurskamti av morfini. Nú er tann lötan komin í lívi hansara, tá ið fortíðin hevnir seg aftur. Gjögnum dvínandi tilvit skaldsins kraklast minnini í dreymkendum brotum.
Lærarabók til Rokning 1a, sum er fyrri partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 1. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.
Í Hásonginum vísur Gud okkum, hvussu góða parlagi sær út. Einki verður pakka inn, men fari verður niður í smálutirnar við sera grafiskum lýsingum av góðu, ríku og inniligastu løtunum, sum parið hevur saman. "At elska og liva" er einamest ætlað sum ein praktisk vegleiðing til pør, ið ynskja at røkja teirra parlag.
Rokning 1b er annar partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 1. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning. Bókarøðin ROKNING leggur dent á trý høvuðsøki: • At arbeiða praktiskt, granskandi og skapandi í fjølbroyttum virksemi • At laga læringina til hvønn einstakan næming • Fakligt innihald og stigvísa framtøku
Rokning 1a er fyrri partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 1. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning. Bókarøðin ROKNING leggur dent á trý høvuðsøki: • At arbeiða praktiskt, granskandi og skapandi í fjølbroyttum virksemi • At laga læringina til hvønn einstakan næming • Fakligt innihald og stigvísa framtøku
Ætlanin við bókini er, at næmingurin í teksti kann venja teir bókstavir, hann hevur lært. Orðatilfarið er avmarkað, og tað eru nógvar endurtøkur. Myndirnar í bókini eru góðar at práta um.
Røðin leggur dent á at geva næmingunum kunnleika, sum byggir á innlit og evni at síggja sambond. Í tilgongdini verður dentur lagdur á at lýsa og greina og at eggja næmingunum til at finna svarini sjálv. Røðin fevnir bæði um altjóða og heimlig viðurskifti. Aðalmálið er at gera næmingarnar førar fyri betur at skilja heimin og tilveruna.
Bókin er í seks pørtum: Heimsins fólk, Jørð, matur og landslag, Býir, Vinnulív í heiminum, Orka, og at enda Landafrøði og politikkur. Røðin leggur dent á at geva næmingunum kunnleika, sum byggir á innlit og evni at síggja sambond. Í tilgongdini verður dentur lagdur á at lýsa og greina og at eggja næmingunum til at finna svarini sjálv. Røðin fevnir bæði um altjóða og heimlig viðurskifti. Aðalmálið er at gera næmingarnar førar fyri betur at skilja heimin og tilveruna.
Røðin leggur dent á at geva næmingunum kunnleika, sum byggir á innlit og evni at síggja sambond. Í tilgongdini verður dentur lagdur á at lýsa og greina og at eggja næmingunum til at finna svarini sjálv. Røðin fevnir bæði um altjóða og heimlig viðurskifti. Aðalmálið er at gera næmingarnar førar fyri betur at skilja heimin og tilveruna.