Skúlating stinka
Stina gongur í fjórða flokki. Hon ger altíð skúlating. Alt er í lagi, tá hon lesur hart heima, men í skúlanum fløkjast orðini, og alt verður so øgiliga trupult. Pápin er í London, og mamman skilir ikki, hvat Stina upplivir í skúlanum, tí alt gongur so væl heima, men tíbetur eigur Stina eina vinkonu, sum eitur Tóna, og hon skilir Stinu.
Hin Froya
Froya er og ferðast í Svøríki saman við mammuni og systrunum, har tær sigal við kano. Men tær eru ikki einsamallar. Út úr mjørkanum kemur Frank. Hann átti ikki at verið har. Tí hann varð settur fastur. Hann hevði roynt at drepa Froyu. Men Frank er hermaður. og hann gevst aldri.
Lokaða landið
Børnunum í 5. B dámar væl í smáttuni á Ternuryggi, men ein dagin síggja tey sigarettstubbar í einari skál á borðinum. Hvør hevur verið har? Tí tey kenna ongan, sum roykir. Tá hetta endurtekur seg mugu tey fara at fáa greiðu á, hvat hetta er. Samstundis fáa børnini ein hvøkk, tí Jóhanna svímar ein dagin, tey eru og svimja. Hon verður innløgd fyri etingarólag, og onkur má hjálpa teimum at skilja, hvat hetta er, og hvussu tey kunnu hjálpa Jóhannu.
Bara vinir/Snild ætlan
Hanna og Emma eru bestu vinkonur. Tær eru saman um alt. Hetta er bók við tveimum spennandi søgum úr gerandisdegnum. Bara vinir Tá ið sjeikurin ger tað liðugt, er gott at hava eina hjatavinkonu. Hanna hevur Emmu, og vinkonur kunnu líta á hvørja aðra, ella hvussu? Snild ætlan Hanna og Emma vilja hevna seg inn á Silju, sum gongur og lýgur um tær. Nú mugu tær bara leggja eina snilda ætlan.
Beinta 2-Einki er, sum tað var
Nú verður skúlaveitsla, og Beinta og Sára hava glett seg og lagt ætlanir í mánaðir. Men nú tímir Sára knappliga einki longur, og Beinta skilir ikki, hví so er. Hvat er tað Sára hevur verið fyri, sum hon ikki vil siga?
Tann stóri bresturin
At vita sær, at henda dynamittstongin kundi senda teir høgt upp til himmals og niður aftur, sendi ein óhugnaligan skjálvta gjøgnum teir fýra dreingirnar. Teir vita, at tað er vandamikið, teir tora illa, og kortini gera teir tað: Festa í fjúsið og tveita dynamittið í eitt ruskílat. Einki hendir, og teir rýma. Men so kemur ein lítil drongur gangandi ...
Frankenstein
Vit fara við Frankenstein ígjøgnum ymisk fjallalendi og yvir fryst høv. Klárar hann at steðga framferðini hjá tí fjandans drápsmanninum? Er hann til reiðar at gera tað, ið ódjórið biður hann um? Tað er Mary Shelley, ið upprunaliga hevur skrivað, og Gill Tavner, sum hevur umskrivað søguna.
Rustur sum viður og vindur
Rustur sum viður og vindur er ikki bara ein stuttlig bók, men eisini ein bók á tremur av gløggum eygleiðingum. Og í hvussu nógvum føroyskum skaldsøgum hevur høvundurin samrøðu við standmyndina av Rasmusi Effersøe á Tinghúsvøllinum um at blíva pakkaður inn í wc-pappír og mangt annað?
Missionary Campaigns and
Hetta er endaliga søgan um havnarmannin Daniel J. Danielsen, kallaður Dollin, sum í 1903 byrjaði ta tilgongd, sum í 1908 noyddi belgiska kongin Leopold 2. at lata Congo frá sær sum sína persónligu ogn. Henda søgan kom fyrstu ferð fram í 2010 í bókini Dollin, Havnarmaðurin, sum broytti heimssøguna.Men nú er talan um eina heilt nýggja bók á enskum, sum er grundað á framhaldandi kanningar av hesi søgu. Virksemið hjá D.J. Danielsen í Føroyum frá 1904 til 1916 verður eisini lýst.
Skakandi tilburðir 9 (20)
15 ótrúligar hendingar eru í bókini. Nakrar av hendingunum eru hesar: Kavari úr Fuglafirði, sum kemur í neyð á havbotninum. Um ein hund í Stóru Dímun, sum bjargaði smádreingi frá at detta útav eggini. Marjus Dam, sum kemur í dýrastu neyð, meðan hann koyrir og eldur brádliga kemur í bilin og bremsurnar svíkja.Um blinda kvinnu, sum dettur niður á jarnbreyt. Ein hending tá maður úr Skúgvi fór á glið í bjørgunum, steðgaði tá annað beinið hekk út av eggini.
Landafrøði 2, MP3
Bókin er í seks pørtum: Heimsins fólk, Jørð, matur og landslag, Býir, Vinnulív í heiminum, Orka, og at enda Landafrøði og politikkur. Røðin leggur dent á at geva næmingunum kunnleika, sum byggir á innlit og evni at síggja sambond. Í tilgongdini verður dentur lagdur á at lýsa og greina og at eggja næmingunum til at finna svarini sjálv. Røðin fevnir bæði um altjóða og heimlig viðurskifti. Aðalmálið er at gera næmingarnar førar fyri betur at skilja heimin og tilveruna.
Landafrøði 2, fløga
Bókin er í seks pørtum: Heimsins fólk, Jørð, matur og landslag, Býir, Vinnulív í heiminum, Orka, og at enda Landafrøði og politikkur. Røðin leggur dent á at geva næmingunum kunnleika, sum byggir á innlit og evni at síggja sambond. Í tilgongdini verður dentur lagdur á at lýsa og greina og at eggja næmingunum til at finna svarini sjálv. Røðin fevnir bæði um altjóða og heimlig viðurskifti. Aðalmálið er at gera næmingarnar førar fyri betur at skilja heimin og tilveruna.
Landafrøði 1, MP3
Skúlabók til 7. flokk: Landafrøði 1 snýr seg um náttúrulandafrøði og viðger náttúruna á jørðini í fýra pørtum: Jørðin og kortini, Jarðarskorpan - grundarlag fyri lívi, Veðurlag og vøkstur og Vatnið á jørðini Røðin fevnir bæði um altjóða og heimlig viðurskifti. Aðalmálið er at gera næmingarnar førar fyri betur at skilja heimin og tilveruna.
Landafrøði 1, fløga
Skúlabók til 7. flokk: Landafrøði 1 snýr seg um náttúrulandafrøði og viðger náttúruna á jørðini í fýra pørtum: Jørðin og kortini, Jarðarskorpan - grundarlag fyri lívi, Veðurlag og vøkstur og Vatnið á jørðini Røðin fevnir bæði um altjóða og heimlig viðurskifti. Aðalmálið er at gera næmingarnar førar fyri betur at skilja heimin og tilveruna.
Borgin handan havið, fløga
Ása er væl við høvdingasonin Torfinn. Hann fer á víkingaferð, men kemur ikki aftur. Øll halda hann vera deyðan, men so ein dagin daga skipini úti í havsbrúnni og Ása er eydnurík. Men fer hon at tora at siga honum frá, hvaðani hon er komin?
Hinumegin er mars, MP3
Frásøgukvinnan í skaldsøguni er miðskeiðis í trýssunum og sannkennir av álvara, at tann stytsti teinurin í lívinum er eftir. Sagt verður frá mammuni, sum er á ferð úr lívinum, og samstundis í brotum, hvussu tilveran hevur verið fyri hana og dóttrina.















