Kom og ger eitt ting, kom og ger eitt PIPPTING! Ljóðfílurin og Jensina eru flutt oman í kjallarin hjá mostrini. Har hava tey innrættað tað hugnaligt. Jensina finnur uppá okkurt, og syngur ein sang, sum hon myndager við stuttligum leikum og heimagjørdum tingum. Tey fara ein túr gjøgnum Loyniligu Loynihurðina, og tað er ikki gott at vita, hvat goymir seg har! Tað kann verða eon heks sum prumpar tónleik, ella ein gularótatjóvur sum ikki etur nakað.
Kom og ger eitt ting, kom og ger eitt PIPPTING! Ljóðfílurin og Jensina eru flutt oman í kjallarin hjá mostrini. Har hava tey innrættað tað hugnaligt. Jensina finnur uppá okkurt, og syngur ein sang, sum hon myndager við stuttligum leikum og heimagjørdum tingum. Tey fara ein túr gjøgnum Loyniligu Loynihurðina, og tað er ikki gott at vita, hvat goymir seg har! Tað kann verða eon heks sum prumpar tónleik, ella ein gularótatjóvur sum ikki etur nakað.
Jensina syngur, og ljóðfílurin er músastillur, meðan hann tekur upp sendingina. So fara tey ein túr út ígjøgnum Loyniligu Loynihurðina. Torir Ljóðfílurin við, og hvar enda tey? Tá tey koma heim aftur, fer Jensina á verkstaðið. Hvat fer Jensina so at finna uppá? KOm og klipp, kom og líma, øll tey børn sum tíma;tað er stuttligt at klippa ein sang, Ding dang pappsang.Ein sending, ið er gjørd til børn,bamsur, dukkur, vaksin, gomul fólk og Ljóðfílar.
Í longu 19. øld (1790-1914) tók seg upp ein mentunarlig nationalisma í Evropa, og hon kom at fáa avgerðandi týdning í Føroyum. Ein serlig sjálvsmynd varð skapt og í hesi sjálvsmynd spældu bókmentir ein nýggjan leiklut. Í 1820’unum og í 1830’unum hendi tí nógv í føroyskari mentan. Vit fingu eitt lesifelag, og ikki minni merkisvert er, at eitt bókasavn varð sett á stovn í Havn í1828. Og mitt í øllum hesum komu tær fyrstu føroysku bøkurnar.
So langt aftur, sum eg kann minnast, havi eg hoyrt fólk siga, at tíðin undir bretsku hersetingini 1940-45 elvdi til so stórar broytingar í Vágum, at tað var torført at siga frá teimum.Tí fekk eg hug at kanna, hvussu viðurskiftini vóru í Vágum fyri hersetingina,hvussu hon ávirkaði samfeløgini, og hvørjar broytingar hon hevði elvt til eftir krígslok.Tíðarskeiðið, sum verður viðgjørt, er sostatt í høvuðsheitum frá umleið 1930 til 1960.
Ein drongur í grønum gummistivlum dettur ein dagin á ein rustaðan nagla. Hann noyðist beint á skaðastovuna at seyma holið í pannuni aftur. Tíbetur er har ein lækni í grønum tuflum ...
Hoyr um dólgarnar, Kaspar, Jaspur og Jónatan, um Suffíu mostur, Bastian politimeistara og mong onnur í hesum frálíka klassikara. Leikarar:Eyðun Johannesen, Poul Arni Joensen, Oskar og Anna Hermansen, Olivur Næs, Flemming Samuelsen, Erling Johannesen o.o.
Óansæð hvussu raffinerað tíðarfatanin gerst við nanotøknifrøðiligum gonguverki, sum mátar tíðina í tímum og minuttum, sekundum og nanosekundum, og harvið eisini kann leggja framkomnar framtíðarforsagnir til rættis (til dømis veðurforsagnir) , so eru fólk sjáldan nøgd fyrr enn tey eisini hava fingið eina lýsing av fortíðarinnar byrjan,eitt upphavsástøði at hugsa sær verðina og nútíðina við: Hvar og hvussu byrjaði tíðin?