Bók fyri umleið 10 ára gomul og eldri. Julius, sum misti mammu sína, tá ið hann var lítil, klárar illa upp við stjúkmammuna. So illa, at hann verður sendur út á bygd at venja. Hann berjist mangan bardagan við seg sjálvan og tey, ið eru rundan um hann. Tapir ofta, men vinnur eisini teir sigrar, sum eru avgerandi í lívinum, hóast teir vekja minni ans enn mistøkini og ósigrarnir.
Ein vøkur bók við klassiskum jólasøgum eftir Heðin Brú, Zacharias Topelius, Martin Joensen, Leo Tolstoj, Hans Andrias Djurhuus, Selmu Lagerlöf, Silju Aldudóttir og Arnbjørn Ó. Dalsgarð.
Í fyrru bókini, hoyrdu vit um ævintýrferðina hjá Boggelibogg, tá ið hann endaði á havinum. Hesaferð hoyra vit um systur hansara Klinku. Heima í ósanum í Lítluvík er gott at vera.Hvønn dag stuttleika tey sær óført, spæla krógva og blunda og renna um kapp og alt møguligt annað. Teimum dámar at hugna sær.Boggelibogg og lítla systirin, Klinka, tíma væl at spæla saman við Bumbum og hinum vinunum. Tey hava tað so óføra stuttligt, líka til ein stór og frek likka kemur og oyðileggur teimum spælið.
„Vit vóru komin niðan á Háls at búgva og vóru nú búsett uttan fyri Havnina. Vit vóru hvørki von við seyð ella neyt, men høvdu livað sorgleys í fjøruni niðri við fabrikkina hjá Østrøm millum snurriváðsbátar og saltfiskastakka,fiskasentral og jollur hjá skipasmiðjuni.Har stóð eisini eitt skeivt pakkhús.Vit kendu okkum øðrvísi her uppi í fjøllunum.Her vóru eingir handlar, og einasti maðurin undir hatti her var Hendrik hjá Amandu, sum seldi nakrar gátuførar seðlar, sum itu happadrátturin.“
Besti vinur Tonju er tann 74 ára gamli Gunnvald, og tá hann endar á sjúkrahúsi við brotnum beini, kemur Tonja fram á, at hann hevur hildið okkurt sera týdningarmikið loyniligt fyri henni...
Besti vinur Tonju er tann 74 ára gamli Gunnvald, og tá hann endar á sjúkrahúsi við brotnum beini, kemur Tonja fram á, at hann hevur hildið okkurt sera týdningarmikið loyniligt fyri henni...
Trúboðari í Congo 1901-03, ið tá varð stýrt sum eitt blóðugt einaræði av belgiska konginum Lepold II. Byrjanin til endan á valdinum hjá Leopold varð ein kanningarferð eftir Congoánni hjá bretska konslinum Roger Casement, har Dollin var skipari.
Trúboðari í Congo 1901-03, ið tá varð stýrt sum eitt blóðugt einaræði av belgiska konginum Lepold II. Byrjanin til endan á valdinum hjá Leopold varð ein kanningarferð eftir Congoánni hjá bretska konslinum Roger Casement, har Dollin var skipari.
Hann nærkaðist húsunum og helt seg tevja roykin av kraftamiklari súpan. Eitt andarhald fór tað ígjøgnum høvdið á honum, at nú hevði ein snapsur verið góður. Hesum vísti hann kortini beinanvegin frá sær. Tann tíð var farin, og nú snúði tað seg um at stríðast fyri Føroyum og fráhaldsrørsluni.Hann merkti ikki slagið, sum rakti hann í nakkan. Hvarv bara inn í tann endaleysa tómleikan.
Í bókini skrivar høvundurin um síni barna- og ungdómsár í seksti- og sjeytiárunum, og hvussu rembingar uttan úr heimi ávirka alt tónleika- og mentanarlív í tí skjótt vaksandi fiskivinnubýnum. Við sínum nógvu sangum og skapanarhugi hevur Steintór laðað varðar á leiðini og skrivað eina persónliga lívsbók og samtíðarsøgu um og til fleiri ættarlið.
Yrkingarnar í úrvalinum eru sera ymiskar, har eru álvarsligar, stuttligar og sjálvspeiskar eygleiðingar.Tær surrealistisku yrkingarnar eru uppøstar sum í erotiskum dreymi,meðan kroppurin aðra staðni verður fataður á ein um somu tíð kliniskt patologi sansaligan hátt.
Desemburmorgun er konseptuel yrking, ið verður flutt yvir í náturyrking, ið ikki er heilt vanlig í føroyskum bókmentahøpi.Við endurtøkuni noyðir høvundurin lesaran at merka, at sansa, soleiðis er inspiratónin handan savnið foto- og konseptlist, men eisini jassur og minimalistiskur tónleikur, ið endurtekur eitt tema við variatiónum.
Leikritið ”PÁLL FANGI” sum Louis Zachariasen av Kirkju skrivaði miðskeiðis í 1920-unum. Leikurin er í fýra pørtum. Umframt í Havn (í 1929) hevur hann verið spældur í fleiri bygdum í Føroyum.