Her er ein opna, her er hvørt orð, hvør bókstovur, hvørt tekn, eitt far, ein flaki, eitt sprek, at royn at halda sær uppi við.
Lærarabók til bókaheildina Rokning 2, sum er til støddfrøði í innskúlingini. Undirvísingarheildin førir næmingin líðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.
Hetta er 20. bókin, hann letur úr hondum. Hesaferð er pallurin tað umhvørvið, hann vaks upp og ferðaðist í. Pápin var havnarmaður við storum H, og mamman av tí, tey rópa stóra G í Syðrugøtu. Krýnikan er ein ferð hús í húsi í stóra grannalagnum við søgum um børn og vaksin. Hon er eisini søga um foreldur, ommur og abbar í Havn og Syðrugøtu.
Tíðin, tá ið hin føroyski sjómaðurin við síni váðasigling flutti ævintýrlig ognarvirði til landið, har lívshátturin knappliga broyttist frá fátækt til ovurnøgd, og samvitskuleyst happadráttarlyndi førdi skemd og siðloysi við sær.

Kristni 6 er bókaheild til undirvísingina í 6. flokki. Heildin umfatar næmingabók, lærarabók, arbeiðsbók og heimasíðu á snar.fo. Í næmingabókini eru 14 kapitlar, ið fevna um tey fimm kjarnuøkini í lærugreinini.

Søgurnar eru ein námsferð í pørtum av sálarfrøðini, har høvundurin ger vart við, at vit í ov stóran mun verða stýrd av tilvildarligum hendingum og upplivingum. Roynir at vísa á, hvussu vit miðvíst kunnu arbeiða okkum burtur úr hesum ræðsludýpi.
Norski høvundurin Johan Harstad hevur skrivað søguna um unga gartnaran Mattias, sum er sera hugtikin av astronautinum Buzz Aldrin, sum var annar maður uppi á mánanum. Eins og Buzz Aldrin vil Mattias vera nummar tvey - hann vil vera ókendur.

Hálvársroynd og heilársroynd til Rokning 2, sum er bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í byrjanardeildini. Undirvísingarheildin førir næmingin líðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.
Í bókini verður greitt frá um sínámillum brævaskifti millum Augustinus og Hieronymus árini 394-419.Við brævaskiftinum fæst livandi innlit í ymiskliga fatan av skriftini: ta meiri søgukendu og bókstavatrúgvu tulking Augustinusar og so ta meiri andaligu-allegorisku-tulking Hieronymusar,sum hann hevði tikið við eftir tiltikna grikska gudfrøðingin Origenes-í báðum førum um at røða bíbliutulkingar ið ikki heldur munnu vera okkum nútíðarmenniskjum heilt ókendar og fremmandar.
Allar tær bestu keiputekningarnir av Paul Watson og hansara harkaliði á einum stað. Hetta er bókin til allar føroyingar, sum varðveita vilja okkara føroyskum grindamentan. Kann lesast best afturvið einum grindastykki, spiki og eplum. Betri Grindaskemt skal man leita leingi eftir ! Bókin er á enskum, tí tá rakar bókin enn longur út - enn til bert føroyingar.
Rokning 2b er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í innskúlingini. Undirvísingarheildin førir næmingin líðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.
Hesin 16. í røðini er fullur av tilfari, sum ikki so væl tolir dagsins ljós. Men dygdini feilar onki, og úrvalið av tekstum hevur ongantíð áður verið størri enn tað sama. Umframt søgur og yrkingar, eru eisini ein teknisøga, tvey kvæði, ein vísindagrein og ein sangur við í hesum 176 síður langa Vencli.