Fimtan skemtiligar og samanhangandi søgur um tann stillføra bankamannin Albert og innara stríð hansara við at koma til sættis við sína alt annað enn samanhangandi ytru samtíð. Í søguni sleppa vit við Alberti til sálarfrøðing, á leiðsluskeið, niðan fjøllini, til talvkapping, til bókaframløgu og mong onnur støð, og vit møta tolnu konu hansara, tí uppblásta poppsangaranum, tí barmføgru Tinu, tí reyðbeinta bókavørðinum og fleiri øðrum av skaparans undursomu skapningum.
Menning er yvirskipað evni í søgubókini. Menningin av føroyska samfelagnum fyllir nógv í flestu pørtunum í bókini. Í øllum 9 pørtunum verður dentur lagdur á at fáa samband millum tað søguliga og gerandisdagin hjá næmingum í 5. flokki
Kavarin hekk fastur. Blýbeltið var komið um eitt skrúvublað. Hann royndi at førka seg eitt sindur aftureftir, so hann fekk smoygt beltið av blaðnum. Tá hoyrdi hann ljóð innan úr skipinum. Motorurin bleiv startaður, og hann royndi sum ein óður at gera seg leysan. Tá fór skrúvan at mala, og hann mól við.
Bókin er eitt savn av søgum um 20 kvinnur, føddar frá 1890-1932, har gerandislívið í Føroyum í 20. øld verður lýst frá kvinnusjónarhorni. Kvinnurnar eru úr nærum øllum pørtum av Føroyum og hava ymiskar bakgrundir, royndir og lagnur. Bókin er forvitnisig, tí hon lýsir vanligar kvinnulagnur og gevur innlit í søguna frá einum annars lítið lýstum vinkli.
Hann nærkaðist húsunum og helt seg tevja roykin av kraftamiklari súpan. Eitt andarhald fór tað ígjøgnum høvdið á honum, at nú hevði ein snapsur verið góður. Hesum vísti hann kortini beinanvegin frá sær. Tann tíð var farin, og nú snúði tað seg um at stríðast fyri Føroyum og fráhaldsrørsluni.Hann merkti ikki slagið, sum rakti hann í nakkan. Hvarv bara inn í tann endaleysa tómleikan.
Pápi Jákup siglir úti. Tá ið hann er heima, hugna tey sær, Jákup, pápin og mamman. Húsið fær líkasum nýtt lív, og tí er Jákup keddur, tá pápin noyðist av stað aftur. Tá ið so boðini koma um, at pápin er burturblivin, gerst støðan nærum ikki til at bera. Tíbetur hevur Jákup pápabeiggjan Ollaba. Ollaba vísir honum á stjørnuna, sum kann veita honum ugga.
Henda nýskrivaða søgan byggir á kendu søgnina um Anniku í Dímun, sum var søkt á Havnarvág í 16. øld, tí hon var skuldsett fyri at hava beint fyri dímunarbóndanum.
Fimta árið í Hogwarst gerst hvørki lætt ella gott. Gandamálaráðið trýr hvørki Harry ella Dumbledore, at Voldemort er afturkomin. Ráðið setur umboðsfólk, ið skal hava eftirlit í skúlanum og fáa Harry at tiga - og avleiðingarnar eru skelkandi.
Skalt tú eitast at vera brandmaður? sigur Regin við Eirik. Tú ert tann løgnasti lortungin í øllum heiminum. Men Eirikur vil ikki vera løgin. Hann vil vera djarvur! Tí stjelur hann svávulpinnar og setir eld á grasið. Tí hann ætlar at sløkkja tað við vatnslanguni. Men so gongur alt púra galið!
Tsatsiki heldur, at einki er líka stuttligt, sum tá hann var lítil. Mamman og Göran bara skeldast, og grannin von Rumparhol gremur seg um alt. Og genturnar í flokkinum halda, at hann og Hamarin eru alvorliga barnsligir.Tíbetur hevur Pápi Høgguslokkafiskari lovað Tsatsiki og Hamaranum, at teir skula sleppa at vera í Agios Ammos alla summarferiuna.Men tey vaksnu bara lova og lova.Skalt tú nakrastaðni og gera okkurt stuttligt, mást tú syrgja fyri tí sjálvur.
Ein eldri kvinna, sum býr í eini íbúð undir Kongavarða, sigur seg hava hoyrt, at maðurin í granníbúðini er blivin dripin. Advokatvirkið, sum eigur íbúðina, sigur, at eingin hevur búð í henni tað seinasta árið. Kvinnan stendur uppá, at hon kendi mannin væl, og at hann nú er horvin. Hannis Martinsson fer at kanna málið.
Alisfrøði og evnafrøði 3 er ætlað 9. flokki. Á grundbókini er dentur lagdur á stuttar og greiðar tekstir. Høvuðsevnini eru sveiggj, aldur og elektroniskar hentleikar, evnafrøðilig framleiðsla og dálking, elveiting í samfelagnum og atom og geisling.
Ein maður verður funnin deyður niðri í fjøruni í Føgrulíð á Borðoynni. Hann er leinkjaður ímillum tveir steinar í sjóvarmálanum, og fuglur er farin illa við honum.
Henry fer ti Suðurafrika at leita eftir beiggja sínum, George, sum hann gjørdist óvinur við fyri nógvum árum síðani. Komin til Suðurafrika, finnur Henry út av, at George er farin at leita eftir námum Sálomon kongs, sum sigast at vera full í diamantum . Á ferðini eru Henry og fylgi hansara fyri mongum vandamiklum hendingum; teir enda í eini oyðimørk, síðan í bítandi kulda, og verða umringaðir av krígsmonnum. Fer tað at eydnast Henry at finna beiggja sín?
Henry fer ti Suðurafrika at leita eftir beiggja sínum, George, sum hann gjørdist óvinur við fyri nógvum árum síðani. Komin til Suðurafrika, finnur Henry út av, at George er farin at leita eftir námum Sálomon kongs, sum sigast at vera full í diamantum . Á ferðini eru Henry og fylgi hansara fyri mongum vandamiklum hendingum; teir enda í eini oyðimørk, síðan í bítandi kulda, og verða umringaðir av krígsmonnum. Fer tað at eydnast Henry at finna beiggja sín?
Onnur bókini í røðini Skýmingarsøgur. Fyri Bellu er bara eitt í verðini, sum hevur størri týdning enn sjálvt lívið: kærleikin til vampýrin Edward. Men júst viðurskifti teirra millum er um at kosta henni lívið, og tí ger Edward av at fara frá henni.