Hundrað ára einsemi er søgan um Buendía-ættina og um tann íspunna býin Macondo, ið verður grundaður og fer til grundar saman við ættini. Søgan er um kríggj og kærleika, um longsul og einsemi. Hon er á tremur við ræðandi veruleika og vónleysum hugflogi, alla tíðina á markinum millum søgu og søgn.
Rani flytir út á bygd saman við mammuni og systrini. Pápin og mamman eru skild, og nú skal Rani byrja av nýggjum á heilt øðrum staði og finna sær aðrar vinir. Hetta er ikki lætt, tí at fleiri av nýggju floksfelagunum hyggja ikki at honum við blíðum eygum.Tað hevur við sær, at samstundis sum Rani skal berjast við longsulin eftir pápanum og sorgina yvir, at foreldrini ikki longur eru saman, skal hann eisini stríðast við at fóta sær í spildurnýggjum umhvørvi.
Hóast avgerðin um at skifta fótbóltslið er ring at taka, er Rani spakuliga við at fóta sær í nýggja heimstaðnum og saman við nýggjum vinum. Men honum leingist eftir pápanum, sum er nú er fluttur saman við nýggjari konu og børnum. Tað kann vera trupult bæði hjá hinum og systrini at góðtaka. Hetta er framhald av bókini, Rani- ein nýggj byrjan.
Á eini útferð í 1935 fyri at síggja og hoyra um útgrevsturin eftir Norsku Løvu, hvørvur ein fjúrtan ára gamal drongur, og 75 ár seinni biður beiggi drongin Hannis Martinsson um at hjálpa sær við at fáa greiðu á málinum.

Drongurin Askur býr í vesturbýnum við mammu sínari. Í íbúðarblokkinum halda øll at bara vanlig fólk búgva har, men Askur veit, at so er ikki, har er bæði varúlvur, silvurfiskur, Pippi Smokkuleggur og ein eingil.

Stina gongur í fjórða flokki. Hon ger altíð skúlating. Alt er í lagi, tá hon lesur hart heima, men í skúlanum fløkjast orðini, og alt verður so øgiliga trupult. Pápin er í London, og mamman skilir ikki, hvat Stina upplivir í skúlanum, tí alt gongur so væl heima, men tíbetur eigur Stina eina vinkonu, sum eitur Tóna, og hon skilir Stinu.
Malala er vorðin ein altjóða ímynd fyri friðarstríð og er tann yngsta, sum nakrantíð hevur fingið Friðarheiðursløn Nobels. Í hesari bókini við endurminningum og myndum, greiðir Malala frá sínum merkisverda lívi.

Føroya nývaldi kvinnuligi løgmaður verður skotin, tá ið hon skal tendra jólatræið á Vaglinum. Stutt seinni verða tvey fólk brend inni umborð á einum báti á Vestaruvág. Norðlýsi er sætta bókin um blaðmannin og ráðgevan Hannis Martinsson.
Lærubók við arbeiðsbók og lærarabók til lærugreinina alisfrøði og evnafrøði í 7. flokki. Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt og tillagað til føroysk viðurskifti úr bókarøðini, Ny fysik/kemi, ið danska forlagið Gyldendal hevur givið út.

Skaldsøgurøðin sigur frá uppvøkstrinum hjá smádreinginum Hugini fyrst í 1930árunum og heilt fram til endan av 20. øld. Ummælari hevur skrivað, at um øll skjøl fóru fyri skeyti, ið greiddu frá hesum tíðarskeiði í Føroyum, men bara hetta skaldaverkið stóð eftir, so vistu vit kortini fyri alla tíð, hvussu tað var at liva og vera til hesi árini í hesum landi.