Søgan fer fram undir 2. heimsbardaga og er um eina familju, sum býr á Tvøroyri. Børnini Lisa, Mia og Jákup uppliva nógv spennandi og óhugnaligt. Bretar herseta Føroyar, og børnini gerast vinir við hermannin Jack.
Søguligi karmurin er niðursetubygdin, har alt skal byrja av nýggjum, og høvundurin lýsir við hegni og hugflogi menniskjuni og tær lívstreytir, ið vórðu teimum settar. Hugtakandi og fjølbroytt mynd av mannalyndinum.
Sagt verður frá søguligum hendingum frá eldri og nýggjari tíðum, frá táttayrkingum og skemti.
Krimisøga. Blaðmaðurin Hannis Martinsson rannsakar umstøðurnar, tá ein kvinnuligur starvsfelagi doyr av vanlukku. Hann verður varugur við, at greinarøðin, ið kvinnan skrivaði um seinna heimsbardaga, møguliga hevur eitthvørt við deyða hennara at gera.
Kærleikin undir krígnum førdi stundum til brúdleyp, stundum til vónbrot. Tað giftust um leið 170 kvinnur til Onglands undir krígnum, og eini 200 børn vórðu fødd uttan fyri hjúnalag. Frásagnir um hvussu kríggið kom at ávirka teirra lív.
Skaldsøga. Tema við slankum er samansett av søgum, sum snara uttan um gentuna og kvinnuna, sum alt lívið situr handan rimar.
Politisk ættarsøga. Vit fylgja húsfólkunum á tveimum gørðum um trý ættarlið. Umframt at lýsa samskifti millum menniskju í gerandisdegnum leggur høvundurin hendingarnar til tey politisku so livandi árini umleið 1950.
Hann er 15 ára gamal, lættur í sinni, gáloysin og líkatil. Honum dámar alt og øll og heldur alt vera í lagi. Men lív hansara broytist. Hann upplivir nakrar ógvusligar hendingar, sum broyta hann. Hann byrjar at skilja onnur.
Í La Paz við Flógvan búgva Joana og Kino í fátækt við lítla Coyotito. Ein skorpión bítur pinkubarnið, men ongir pengar eru til læknahjálp. Joana biður - ikki um grøðing - men um at finna eina perlu. Og undrið hendir, tey finna ta vakrastu perluna.
Í fyrsta lagi ætlað undirvísing í handilsskúlunum, men hon er eisini hent hjá øllum teimum, ið fáast við handilsskap, og at skilja okkara egnu keypsatferð. Tað er ein týðandi táttur í gerandisdegnum hjá okkum øllum, og tað er lívsstarv hjá mongum.
Ætlað til virkisbúskap á C-stigi í handilsskúlanum og samsvarar við lesiætlanina í hesari lærugrein. Kann eisini verða brúkt á skeiðum og í sjálvlestri av teimum, sum lítlan og ongan kunnleika hava frammanundan um virkisbúskap og roknskap.
Frásagnir um ymiskt, sum fólk hava upplivað, t.d. fyriboðan og ávaring, ófrættatíðindi, feigdarboð, dulda megi og um at vera framsíggin.
Hajime elskar bæði konu og døtur. Alt sær út til at vera so sára gott. Tá barndómsvinkonan Shimamoto brádliga aftur trínur inn í lívið hjá Hajime, verður hon ímyndin av tí tómrúmi og longsli, sum hann hevur kent øll árini.
84 bakiuppskriftir til m.a. lagkøkur, rullukøkur, desertir, ísar, smákøkur og bakstur úr gerdeiggi.
Skal Drakan steðgast, skal tað verða nú. Men Dina heldur, at ætlanin hjá Nico er vandamikil og ikki skilagóð - og stríðið móti drekaherinum er ikki eitt kríggj, sum kann verða vunnið bert við at nýta svørð.
Kristilig skaldsøga. Søgan sigur frá, hvussu næstrakærleikin kann broyta tilveruna hjá fólki og vinna á tí ónda.