Bókaraðið er Nú ert tú mansbarn á foldum, Lýsir nú fyri tær heimurin, Leikur tín er sum hin ljósi dagur, Markleys breiðist nú fyri tær fold, Eitt dýpi av dýrari tíð, Í andgletti, Bláfelli
Bókaraðið er Nú ert tú mansbarn á foldum, Lýsir nú fyri tær heimurin, Leikur tín er sum hin ljósi dagur, Markleys breiðist nú fyri tær fold, Eitt dýpi av dýrari tíð, Í andgletti, Bláfelli
Harry Potter gleðir seg at byrja annað árið í Hogwarts, skúlanum fyri gandakynstur og galdralist, men ikki gongst , sum ætlað: Í fyrsta lagi roynir onkur at forða honum at sleppa í skúlan aftur, og tá ið tað hóast alt eydnast, verður onki sum ætlað, tí óndar maktir gera um seg og leggja eftir næmingum av muglaraætt........
Við bókini er hefti á 47 blaðsíður við útfyllingarfyrisøgnum. Mállæran í Eg skrivi 8 byggir á tað, sum næmingarnir hava lært í teimum fyrru bókunum.
Katniss Everdeen er enn á lívi, hóast hon tvær ferðir hevur tikið lut í Hungursleikunum. Men Gale er flýggjaður, og Capitol hevur fangað Peeta. Í Sýsla 13 verður uppreistur fyrireikaður. Men skal uppreisturin eydnast, má Katniss seta sítt lív í veð. Hon er tann, sum skal taka ábyrgdina av, at ein hópur av fólki letur lív. Hon skal tryggja framtíðina hjá Panem, tí hon er Boðkveggjan.

Undir middag leygardagin 26. august 1939, fáar dagar, áðrenn annar heimsbardagi brestur á, er ferðaskipið s/s Lyra á veg úr Bergen til Föroya. Í einum sólstóli á afturdekkinum situr íslendska skaldið og ævintýramaðurin Benedikt Einarsson og tekst við at doyggja av einum ovurskamti av morfini. Nú er tann lötan komin í lívi hansara, tá ið fortíðin hevnir seg aftur. Gjögnum dvínandi tilvit skaldsins kraklast minnini í dreymkendum brotum.
Smádrongurin Hugin veksur upp á bygd í 1930'unum, og bókin fevnir um hansara fyrstu barnaár. Greitt verður frá gerandisdegnum og smáum og stórum hendingum annars, sum hava ávirkan á smádrongin.
Smádrongurin Hugin veksur upp á bygd í 1930'unum, og bókin fevnir um hansara fyrstu barnaár. Greitt verður frá gerandisdegnum og smáum og stórum hendingum annars, sum hava ávirkan á smádrongin.
Isabella Swan flytir til Forks, ein vátan og keðiligan bý, og hon væntar sær heldur ikki annað enn regn og keðsemi. Men so hittir hon gátuføra Edward Cullen, og brádliga fer ein undursom og djúpt ørkymlandi broyting fram í lívi hennara.
Tóta er átta ár og býr á ovuru hæddini í einum húsum, sum standa mitt í býnum. Í kjallaranum búgva abbin og omman. Tóta er skilagóð og viðhvørt eitt sindur frek. Besta vinkonan er Ása og hon er fødd í Korea.
Ein morgun vaknar Gregor Samsa úr marrudreymi og varnast, at hann er umskaptur til eitt stórt skordýr. Upprunaútgáva 1915.
Forelskilsi, vinalag og svik eru øll evni, sum verða viðgjørd í nýggju ungdómsbókini hjá Rakel Helmsdal, sum eisini egnar seg til vaksna lesaran
Í tíðarbilinum frá 1856 til 1940 vaks fólkatalið í Klaksvíkar kommunu úr umleið 280 upp í umleið 2200. Henda bókin er um hetta skeiðið. Beck og Sønner, Kjølbro og brøðrasamkoman.
Í tíðarbilinum frá 1856 til 1940 vaks fólkatalið í Klaksvíkar kommunu úr umleið 280 upp í umleið 2200. Henda bókin er um hetta skeiðið. Beck og Sønner, Kjølbro og brøðrasamkoman.