Framtíðarskaldsøga, skrivað í 1973. Bókin er stór í vavi, men sanniliga eisini dygdargóð. Uttan kjak eitt høvuðsverk í føroyskum bókmentum.
Nivlheimur leggur fyri á Jan Mayen í 1938. Gott 80 ár seinni fær Hannis Martinsson álagt uppgávuna at finna eitt loyniligt handrit, sum skal vera komið úr Íslandi til Føroya í miðøld. Hannis hevur lítið at halda um, og sterkar kreftir gera alt fyri hindra, at hann skal røkka sín setning.
Í 1952 verður eitt lítið grønt skrín funnið í eini brunatoft úti í Tinganesi, og tað fær óhugnaligar og óskiljandi avleiðingar. Í 2022 verður ein politikari dripin og stutt seinni endurtaka hendingarnar frá 1952 seg á Argjum. Halgigripaskrínið er ein William Hammer horror krimi, har eisini Hannis Martinsson nú og tá vitjar inn á pall.
Aud er 15 ár og ættleidd. Hon heldur, at lívið er strævið. Í skúlanum rópa tey ymiskt eftir henni. Eisini er Aud kedd um mammuna, sum ofta liggur í songini. Hon kennir seg einsamalla og ger sær nógvar tankar um Kolumbia, haðani hon er ættleidd. Støðan verður ikki betri, tá ið hon byrjar at fáa ólekkur boð inn á telefonina frá ókendum nummari. Við eitt verður alt bara enn truplari enn frammanundan.
Huldufólk eru at finna í íslendskum og føroyskum tjóðminnum. Tey eru yvirnatúrligar verur, sum liva í náttúruni. Tey síggja út og bera seg at sum menniskju, men liva í einum parallellum heimi. Tey hava evnini at gerast ósjónlig, tá tey hava hug. Vanvarði er onnur bók í røðini um Tóru og hennara stremban eftir at finna útav, hvør hon sjálv er í einum heimi, sum vísir henni eina síðu, sum Tóra ikki ánaði var til.
Niels Juel Arge gav út seks bøkur í røðini Stríðsárini um Føroyar stríðsárini 1940-45. Sum heitið á hesi bókini sigur, umrøður bókin hendingarnar við krígslok.
Niels Juel Arge gav út seks bøkur í røðini Stríðsárini um Føroyar stríðsárini 1940-45. Móti sumri 1942 kom gongd á ætlanirnar hjá bretsku stjórnini at byggja ein skansa til Royal Air Force í Føroyum. Í hesi fimtu bókini verður m.a. greitt frá tí stór
Niels Juel Arge gav út seks bøkur í røðini Stríðsárini um Føroyar stríðsárini 1940-45. Hetta heitið á fjórðu bókini lýsir ógvuliga væl ta støðu, sum føroyingar vóru í árini 1942 og 1943.
Niels Juel Arge gav út seks bøkur í røðini Stríðsárini um Føroyar stríðsárini 1940-45. Størsti vandin, sum føroyingar vóru í undir krígnum, var á sjónum, men tað var ikki vandaleyst at vera á landi. Hendan triðja bókin viðger hendingar, sum føroyingum var fyri seinna hálvár 1941.
Niels Juel Arge gav út seks bøkur í røðini Stríðsárini um Føroyar stríðsárini 1940-45. Hendan bókin viðger mest stríðshendingar fyrra helmingin av árinum 1941. Um hetta mundið fingu føroyingar rættiliga at kenna, at ein náðileysur bardagi stóð millum grannalond í Europa. Bardagin kostaði eisini føroyingum nógv, og ongantíð vóru sorgarboðini so tøtt sum várið og summarið 1941.
Niels Juel Arge gav út seks bøkur í røðini Stríðsárini um Føroyar stríðsárini 1940-45. Hendan bókin fevnir um ymsar hendingar og fyriskipanir í Føroyum tað fyrsta krígsárið 1940.
Fleiri enn 150 føroyingar sigldu við donskum skipum 9. apríl 1940, umframt aðrir sum høvdu bústað uttanfyri Føroyar. Bert fáir av hesum monnum komu heimaftur, meðan kríggið stóð. Teir hildu fram at sigla, og krígssiglingin førdi teir víða um. Hetta er søgan um annan heimsbardaga á heimshøvunum sæð frá skipi við føroyskum eygum, samstundis sum hetta er føroysk søga, ið røkkur aftur í hvønn krók í Føroyum.