Half Wild, mp3

299,00 kr.

Um innihaldið
Nathan Byrn er hálv hvítheks … hálv svartheks. Mamman var lekjari … pápin var drepari. Eingin vil hava hann … øll jagstra hann. Hann dugir ikki at lesa, men hann dugir at lekja seg sjálvan aftur. Hann hevur verið hildin í búri, síðan hann var fjúrtan ára gamal. Hann hatar hvítheksir, men elskar Annulisu, sum er hvítheks. Hann noyðist at rýma og finna Mercury, svartheksina, sum etur dreingir. Og tað má hann gera, áðrenn hann verður seytjan ár. Hvítheksir jagstra hann. Svartheksir hata hann. Gávan, hann fekk frá pápa sínum, er ein nýggj megi, hann ikki hevur tamarhald á. Hann má finna gentuna, hann elskar, sum kanska hevur svikið hann. Í einum kríggi millum svart- og hvítheksir, har trúfesti hansara er tægað sundur millum báðar partar, kundi størsta hóttanin móti honum verði Nathan Byrn sjálvur.

Rithøvundur: Sally Green

Fleiri upplýsingar

Undir tittul: Half Wild, mp3

Frágreiðing: Fløgur: 1 mp3 - Longd: 13 tímar 09 min.

Evni:

Týðari: Bergur Rasmussen

Lesari: Barbara Christoffersen

Forlag: FORLAGIÐ LJÓÐBØKUR OG BFL

Útgávuár: 2026

Síður: 0

Myndir: Nei

Bókaklubba: Nei

: Á goymslu 10566