, , , ,

Stima - og knappatroyggja (20)

Stima- og knappatroyggja er ein kærkomin bók, ið leingi hevur verið tørvur á. Bókin hevur uppskriftir til m.a. konufólka- og mannfólkatroyggju, men eisini til t.d. hosur. Bókin er ein vegleiðing til tey, ið binda og virka føroysku klæðini. Harafturat kann bókin nýtast í undirvising. Elinborg hevur í nógv ár undirvíst í Tórshavnar Kvøldskúla, har hon hevur havt frálæru í handarbeiði til føroysk klæðir.

349,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Binda (8)

Tá ið vit skulu læra at binda, er fyrsta stigið at kasta uppá og at binda rætt og rangt. Hetta lærir tú við myndum, tekningum, stuttum og greiðum teksti og videobrotum við bókini Binda. Fyrsti parturin snýr seg um at læra at kasta uppá og at binda. Í øðrum parti eru lættar uppskriftir, og í triðja parti eru hugskot. Aftast er kunning um handverkið og um okkara bindisøgu. Aftasti parturin kann verða tikin við í løtupráti, meðan næmingarnir sita við stokkunum.

248,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Altardúkar (50)

Í hesum bóklingi eru nýggj mynstur og leiðbeiningar til átta altardúkar, fýra broderaðir altardúkar, ein heklaðan altardúk, ein bundnan altardúk og tveir altardúkar, sum eru seymaðir í klútaseyming (patchwork).

150,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Kirkjuklæði (8)

Paulina M. K. Eliasen hevur gjørt eitt stórt siðsøguligt arbeiði at skráseta kirkjuklæði í øllum kirkjum og bønhúsum í fólkakirkjuni: tað søguliga, hvør hevur gjørt klæðini, hvussu gomul tey eru, hvussu tey eru gjørd og hvussu tey verða nýtt. Nógvar frálíkar myndir lýsa vakra handverkið, sum er eitt satt prýði í kirkjunum kring landið.

450,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Brodering til tann føroyska 2.

Rithøvundurin hevur í meira enn 30 ár undirvíst í brodering og serstakliga nógv í brodering til tjóðbúnan.Eins og í fyrru bókini sigur hon frá,hvussu hon broderar,og við einari rúgvu av litmyndum verður víst,hvussu til dømis sama mynstur fær ymiska útsjónd við ymsum litum.Paulina M.K. Eliasen vísir á, at vit í Føroyum eru heppin at hava ein tjóðbúna, tí so eru vit altíð klár at klæða okkum til serligar dagar.

289,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Knitting with Faroese Nature

Images of Faroese nature shift constantly with the change of the seasons and the variable weather, making nature an endless treasure of impressions and inspiration for creative spirits.

259,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Im Einklang mit der färöischen

Auf Färöer ist das Wetter sehr wechselhaft und daher erscheint die Natur immer wieder in anderen Farben. Man kann alle vier Jahrzeiten an einen Tag erleben. Für kreative Menschen ist dies eine unerschöpfliche Goldgrube.

259,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Strik med naturen på Færøerne (20)

Henda bók er ein myndabók við myndum úr okkara vøkru náttúru, settar saman við myndum og uppskriftum av pløggum, sum rithøvundurin hevur sniðgivið við íblástri úr m.ø. náttúrumyndum. Bókin er ætla fólki, sum eru áhugað í føroysku náttútuni og er ein roynd at knýta bindikynstrið saman við náttúrumyndum úr Føroyum. Bókin er skrivað á donskum, so eisini útlendskir gestir kunnu hava áhuga í bókini.

259,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Embroidery for the Faroese

With this book we have, for the very first time, meterial in this area with reliable guidlines which can be used for both teaching and home use.

198,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Brodering til tann føroyska 1 (28)

Høvundurin hevur í meira enn 30 ár undirvíst í brodering og serstakliga nógv í brodering til tjóðbúnan. Hon hevur nú latið bók úr hondum, har hon sigur frá, hvussu hon broderar, og við einari rúgvu av litmyndum verður víst, hvussu til dømis sama mynstur fær ymiska útsjónd við ymsum litum. Paula M.K. Eliasen vísir á, at vit í Føroyum eru heppin at hava ein tjóðbúna, tí so eru vit altíð klár at klæða okkum til serligar dagar.

198,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Sirri - Bind 1

Hugskotið aftanfyri Sirri er at gagnnýta tað tilfeingi, sum er í Føroyum. Føroyska ullin skal nýtast og úr henni skal ein vøra gerast, sum er nakað serstakt, og sum fær ein serligan týdning fyri brúkaran. Føroysk ull er okkara gull!

299,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Føroysk bindingamynstur (33)

Fyri umleið 70 árum síðani hittust í Havn M. A. Jacobsen bókavørður og Jógvan Joensen bóndi á Skæling. Teir komu at práta um ymiskt gamalt, sum var um at misfarast,eitt nú bindingarmynstrini. Burtur úr hesum spanst,at Jógvan bóndi skuldi royna at samla gomul mynstur í Norðstreymoy til forngripagoymsluna.Tað lukkaðist homum at finna 30 mynstur, meginpartin í Kvívíkar sókn.Tey nógvu mynstrini vóru frá Rakul Egholm í Leynum,sum eisini bant honum tey í eina langa ermu,hvíta við korkalittum mynstr

275,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Føroysk bindingamynstur/bundna

Bindibók við uppskriftum til føroysku sjallini. Í 1996 setti Heimavirkið sær fyri at gera eina bók út um bundnaturriklæðir fyri at varðveita hetta aldargamla kvinnuplaggið.

210,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Brodering til tann føroyska tjóðbúnan 3

Tá ið hagapartarnir á Stóraryggi á Kalsoynni, sum er størsta náttúrufriðøki í Føroyum, bleiv innhegnaður og vakrar ókendar blómur byrjaðu at spretta, sá Paulina ein spennandi møguleika at gera mynstur til føroyska búnan við íblástri frá blómunum. Í bókini eru góð ráð til brodering av tíggju mynstrum til føroyskan vest og dømi um hosubond, sum hava sín uppruna frá háskúlanum í Føgrulíð. Bókin hóskar væl til íblástur bæði til undirvising og heimabrúks.

298,00 kr.
Legg í kurv