Tey eru eydnurík saman, men sum tíðin gongur, varnast hann, at hon broytir atburð og verður fremmand og øðrvísi. Hon megnar ikki arbeiðsuppgávurnar, og á arbeiðsplássinum eru tey ørkymlað. Hon verður kannað, og staðfest verður, at hon hevur illkynjaðan knykil í heilanum.Hvussu livir tú við tí, at kvinnan, tú elskar, hvørvur frá tær í smáum? Hvussu bert tú teg at, tá ið tann, tú elskar og livir saman við, broytir persónsmensku?
Hajime veksur upp í Japan í tíðini eftir kríggið, og tað tykist honum, at øll uttan hann eiga systkin at vera saman við. Einasti vinur hansara er Shimamoto, sum eisini er einabarn. Millum annað lurta tey bæði nógv eftir tónleiki. Men tá ið húski hansara flytur úr býnum, missa tey bæði sambandið.
Horvna Rósan er søgan um eitt føroysk frændaveldi, har rotinskapur og líkasæla elir fram tað versta í tí besta.
Vit sigla í myndum um ókend høv, har dreymarnir rísa úr kavi, og ljósglottar umskara stavirnar, ið skrivast á villini havi.
Hann var føddur í Klaksvík í 1941, á sjúkrahúsi við bumbuskýli. Hon var fødd í heiminum í Mattalág í Havn 1943, millum ljóðføri og listamálningar. Hann vaks upp í fjøruni í Leirvík. Hon vaks upp á Havnar gøtum. Sum ungur drongur fór hann til sjós. Sum ung gnta fór hon í skrivstovulæru. Hansara lyndi var kaos - sjómannalyndið, ið setur alt í váða fyri at yvirliva. Hennara lyndi var kosmos-borgarliga sinnalagið, sum heldur skil á øllum.
Tað er val í Føroyum. Spenningurin er í hæddini. Grønu Føroyar verður tungan á vágskálini. Men tað verður ikki kenda andlitið í flokkinum, Ronja Róksdóttir, sum vinnur tingsessin og gerst avgerandi atkvøðan í føroyskum politikki. Nei, tað verður tann 37 ára gamli Beinir Kalsfjall, sum snýtir øll og gerst seytjandi maðurin í eini borgarligari samgongu.Men tá nývaldi tinglimurin doyr í einari gátufullari ferðsluvanlukku, kemur Ronja Róksdóttir í eina serstaka og lagnukenda støðu.
Eitt fríggjakvøld er William Hammer inni á eini barr í høvuðsgøtuni, og ein ólátaður mykinesmaður stoytir eina øl í fangið á honum. William jarðleggur mannin, og frá hesi løtu kemur ferð á hendingarnar. Ein russiskur mafiamaður roynir at drepa William, og tað gerst skjótt greitt, at hendingarnar hava samband við tann føroyska útflutningin av fiskavørum til Russlands.
Tá ið kendi skiparin í Rituvík, Magnus Salomon Olsen, doyði av sjúku tann 13. desember í 1940 bara 50 ára gamal, sat einkjan, Elspa, einsamøll eftir við tólv børnum, tað elsta 20 og tað yngsta tvey ára gamalt.Tað kundi ligið nær at hugsað sær, at húskið á Líðini í Rituvík fór at syndrast, tí nú fóru fleiri av børnunum óivað at verða send øðrum at fostra upp. Men so varð ikki.Við góðari hjálp frá fýra teimum elstu børnunum megnaði Elspa tað, at húskið ikki syndraðist.
Barnasangbók Føroya er ætlað børnum 0-7 ár. Hon hevur 114 sangir á ymsum torleikastigum, og sangirnir eru bæði gamlir og nýggir. 11 føroysk myndlistafólk hava myndprýtt bókina, og nótar eru til allar sangirnar.
Rekandi úr dagsins munnklovum, fløðandi úr eygnarivum av stríði og strevi, úr farnum illsinni og krógvaðum látri okkara dreymar.
Ljómur guddómsins er tann fyrsta bókin av fýra, ið saman mynda stórverkið Ljós heimsins. Hon greiðir frá ungum, fátækum dreingi, Ólavi Kárasyni, ið ongan góðan eigur og verður uppfostraður hjá fremmandum bóndahúski langt burtur frá øðrum fólki. Ein einsamøll, viðbrekin og viðkvom sál, ið droymir um dýrdina, náttúruna og skaldskapin, men verður mest sum altíð við sviðusoð.
Fáur dugir so væl sum Heðin Brú at greina og eyðmerkja ta gomlu tíðina, men endamál hansara var ikki at steðga tíðini, heldur at lýsa og greiða frá og seta tað farna upp sum tað var.
Í nýggju og dagførdu útgávuni eru tilsamans 267 sangir,harav 48,sum ikki vóru í útgávuni frá 2006–bæði nýggjari og eldri.Føroysku sangirnir telja 211 tilsamans,meðan tað eru 56 útlendskir sangir,serliga enskir og norðurlendskir.Sum nakað heilt nýtt verða myndir av øllum gittargrepunum vístir við hvønn sangin sær.Á tann hátt ber til at síggja,hvussu grepini í sanginum skulu takast,uttan at blaða aðrastaðni í bókini.
Líka síðan eg sum óviti fyrstu ferð sá myndir-nar av dungunum av líkum í týningarlegunum, sum bara vóru húð og bein, tykjast tær enn líka ófatiligar, og onkursvegna hevði tað eisini tókst sum ein háðan av ofrunum at siga seg duga at greina hesa marru
Tað er beint fyri jólaføstu. Telefonin ringir, og í hinum endanum er eitt fremmant konufólk. Hon sigur, at hon er systkinabarn hansara. Skyldfólkini í móðurætt hevur hann ongantíð hoyrt um ella hitt. Navnið á abbanum hevur hann ongantíð fingið at vita. Hevur tað samband við, at hann hevur eina arvaliga sjúku, og at hann nú situr í koyristóli ? Er tað tí, tey hava verið so hulin ? Hann fer at hitta gomlu móður sína og vónar at koma á tal við hana, áðrenn ov seint er …
Vibekka er sein heim úr arbeiði, lesur, fer í bað og fer seinni á bókasavnið. Bókasavnið er stongt, men hon hittir ein mann og verður burtur í fleiri tímar … Hon sigur at kalla ikki eitt orð við sonin … Jón er einsamallur við tonkum sínum um, hvat hann man fara at fáa í føðingardagsgávu. Hann vónar, at hon bara er farin at keypa tilfar til føðingardagskøkuna. Tey bæði eta saman, men annars liva tey í hvør sínari verð.