, , ,

Bakið á pápa

BAKIÐ Á PÁPA eftir Niels Fredrik Dahl lýsir royndirnar hjá einum ungum manni at liva í einum heimi, hann ikki skilir, men sum hann kortini berjist fyri at verða partur av. Ein vaksin sonur, sum kemur til sættis við, hvør pápi hansara var og bleiv.
Hetta er stór og djúp skaldsøga, eym, myrk um ætt og kærleika, sum tekur teg á búri, um drong og mammu hansara, sum bæði eru knýtt saman av einsemi – einum einsemi, ið gongur í arv.
Søgan um barndómin hjá pápanum, er grundað á gomul skjøl, brøv og myndir, sum lógu eftir hann. Pápin veksur upp í Egyptalandi, hjá fremmandafólki í útjaðaranum í Oslo, á kostskúla í Genève, á hotellum ymsastaðni í Evropa, sum stevnir beint inn í eitt heimskríggj.
Fyri skaldsøguna fekk Niels Fredrik Dahl Bókmentaheiðursløn Norðurlanda í 2024.

298,00 kr.
Legg í kurv
, , ,

Mínar søgur

Hornamaðurin, havnamaðurin og humoristurin Heðin hugleiðir

"Tað er trupult at fáa eygu á stórmenni, undangongufólk ella avrekskappar í Hornaættini. Felags eyðkenni munnu vera gott handalag, glatt skemtandi lyndi, alskur til náttúruna, musikalitetur og evni at siga frá. " Soleiðis umrøður Heðin Samuelsen sjálvur hesa faðirætt sína. Sum lesari kanst tú ikki annað enn stórfegnast um júst hesi ættarbreðgini, soleiðis sum tey so gávumilt streyma móti tær frá hvørjum einasta bókablaði - mestur í góðari blanding við breðgini frá hinum valaættunum hjá høvundanum.

89 ára gamal hevur Heðin - hesin ævigi unglingin í sinninum - fest søgu sína á blað. 

Eitt er, at tað er ein fongur yvurhøvur at fáa ævisøgur upp í hendur. Annað er, at hansara brýtur frá tí vanliga á nærum einhvønn hátt. Hvussu vit bera víðari søgurnar úr lívi okkara, veldst um, við hvørjum brillum, vit hava eygleitt og upplivað tær. Høvundurin at hesi bókini er humoristur um ein háls, og tað litar tað mesta av tí, hann fortelur um.

Og so er Heðin so vælsignað sjálvironiskur. Speii er ovmikið av, men hann vendir tí mesta móti sær sjálvum og letur upp allar móttakararnar hjá tær sum lesara. Tær nýtist bert at skimma nakrar fáar síður, áðrenn tað gerst tær púra greitt, at her er talan um framúr áhugaverdar, stuttligar og lesilættar søgur.

Tað kann ikki annað enn imponera, hvussu virkin, Heðin hevur verið, og hvussu nógvum áhugaverdum og stuttligum, hann hevur verið partur av - innan bæði leiðslu og arbeiði annars, nevndararbeiði, áhugafeløg, bókaútgávur, frítíðarlív, tónleik og mangt annað. Sjálvdan hevur hann bara tikið lut ella íðkað. Næstan altíð hevur hann gingið á odda ella á annan hátt átikið sær sín part av ábyrgdini.

Heðin Samuelsen er ein deiligur havnamaður, og viðgerðin av grannalagnum úti í Bø, har hann er føddur og uppvaksin, ger eisini bókina til eitt týdningarmikið íkast til søguna um høvuðsstaðin.

325,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Petur Mohr Dam (16)

Petur Mohr Dam (1898-1968) var maður, sum var føddur við silvurskeið í munni, men misti hana! Hann var borin til eitt ríkt kongsfesti í Kollafirði og vaks upp í einum tryggum handilshúsi í Skopun, men misti pápa sín sum lítil óviti og mátti seinni, eftir langa sjúkralegu, siga kongsfestið frá sær. Handilin mátti steingja, so alt húskið var rakt av fátækradømi og stórari neyð. Hann kom á Føroya Løgting 1928 og stríddist sín tretivuárabardaga líka til 1958.

350,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Svørt orkidé

Bókin Svørt Orkidé er eitt yrkingasavn og ein myndabók við kollagsjum eftir høvundan. Í lyriskum brotum, essaykendum pørtum, kollasjum, yrkingum, minnisbrotum, dagbókapettum, við tilsipingum og sitatum úr bókmentasøguni sigur ein mamma frá sínum royndum at siga ein son, sum stríðist.

250,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Millumskúlaár (30)

Høgni Debes Joensen fortelur, í hesi autofiktivi skaldsøguni, um millumskúlaárini hjá Terja. Lærarnar har, ið gjørdu honum mun á ymsan hátt, og avbjóðingarnar annars við at koma til mans.

298,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Vilstar røtur (25)

Tíðindakvinnan Báralda arvar eina ommu, sum hon ikki visti av, og fer at granska slektina. Hon kemur fram á eina fløkta søgu um stættarmunir, loynimál og harðskap í seks ættarlið.

329,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Sanna Dahl (9)

Slóðbrótarin Sanna Dahl (1915–2011) var ein av fyrstu føroysku kvinnunum, ið tóku læknaútbúgving. Ævisøga hennara er á mangan hátt ein mynd av menningini av føroyska samfelagnum seinastu hundrað árini. Barnaárini í Vági, ungdómsárini í Havn, lestrarárini í Keypmannhavn og starvsárini í Føroyum lýsa, hvussu karmarnir hjá føroyingum so líðandi eru broyttir, tá ið tað snýr seg um mentan, kynsmynstur, útbúgving, samferðslumøguleikar, sjúkrahúskervi og tøkni.

398,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Tann ákærdi boðberjin, yrkingar

Tvær gular lyktir og ein baklykt vóru sjónarváttar mínir

198,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Sára Malena

Søgurnar um Sáru Malenu í Skúgvi, sum fekk so margháttliga lagnu, eru mangar. Hon livdi í 19. øld. Pátrúgv og trongskygni áttu sítt sæti í sálini. Hon var eitt balstýrið barn. So løgin og óstýrilig, at pápin mundi tikið lívið av henni. Seinni var hon løgd undir at duga gand, tí ræddust fólk og skýggjaðu hana. Sára Malena var einsamøll og forfjónað, happað og útihýst og upplivdi ongantíð kærleika. Flestu søgur­nar um hana eru slíkar, sum reka framundir, at hon sanniliga dugdi meira enn at mata seg

348,00 kr.
Vís meira