Bókin er eitt savn av føroyskum orðatøkum. Orðatøk eru bæði undirhaldandi og upplýsandi, og í bókini ‘Føroysk orðatøk’ finnur tú røttu orðingina til eitt og hvørt høvi. Bókin er skipað eftir evnum og í bókstavaraði, so tú lætt finnur røttu orðingina.
Enn hava vit ikki fingið fleiri operair, men í táminum frá tí grønu orkuni daga fleiri listaspírar undan í havsbrúnni. Fleiri dansarar og sangarar koma fúkandi eftir dansigólvunum. Fleiri filmar eru á veg, og mentanin í síni heild vendir og snarar sær higar og hagar. Vit mála og prýða, vit skriva og týða, vit syngja og spæla okkum inn á virðislønarpallarnar, so heimurin hvøkkur við. Her er lív í, og listin livir sum ongantíð fyrr, meðan vit bíða eftir tí orku, ið øll tosa um.
Uppskriftir
Altartalvan Tann heilaga Kvøldmáltíðin frá 1647 hvørvur úr Havnar Kirkju, meðan ramman stendur eftir. Á baksíðuni á hesari er ein gamal skurður inn í viðin, IHS. Hevur tað samband við vitjan av einum jesuitti í 1600-talinum? Tá ið danski stjórin á Listasavninum stutt seinni verður funnin krossfestur á norðurbróstinum í kirkjuni, tysja spurningarnir fram. Hannis Martinsson við sínum trúgvu hjálparmonnum Edmundi West og Haraldi í Sátudali royna at fáa skil á fløkjuni.