Í Símunarbók, sum bókin eitur, eru savnaðar 20 greinar, skrivaðar av føroyskum, norðurlendskum og bretskum høvundum um ymisk fornfrøðilig og søgulig viðurskifti í Føroyum og grannalondunum í víkingaøld og miðøld.
Dulsmál og loynigongir er fjórða savnið av ummælum eftir Jógvan Isaksen og er skrivað tey seinastu tíggju árini. Tær umrøddu bøkurnar eru stak ymiskar, men tað mesta er tó um føroyskan skaldskap.
Í bókini kanst tú lesa allar tær bestu tekniseriurnar við Børki, ið áður eru útkomnar í Dimmalætting og Strok. Bókin hóskar væl til bæði børn og vaksin.
Hvønn leiklut skal átrúnaður hava í føroyskum politikki? Er kristindómurin ein fortreyt fyri mannarættindum? Ella hóttir kristindómurin hesi rættindi? Hóttir gudleysa humanisman kristna siðaarvin? Er kristindómurin kvinnukúgandi?
Tað er vónleyst hjá skúlanum at geva næmingum allan ynskjandi kunnleika. Tí mugu vit heldur miða ímóti at vekja áhuga og at veita dugnað til at seta seg inn í eitt evni - til at søkja sær kunnleika. Kunnleiki skal til, men kunnleiki kemur so eisini á tí økinum, har áhugin er, og tað er eftirhondini sligið fast, at uttan áhuga er kunnleiki einki verdur.
Bókin Fjølmiðlar, ið leggur dentin á at greina tekstir, boð og samskifti, viðger allar dagsins miðlar. Við heimligum dømum verður lýstur tann týdningur, miðlarnir hava í okkara gerandisdegi og hvussu vit betur kunnu læra okkum at skilja og brúka teir
Loystur úr fjøtrum er roynd at fara ígjøgnum skaldskapin hjá Heðini Brú við so einføldum amboðum, sum til ber.
Bókin er savn av søgum og hugleiðingum.
Heiðursrit til Turið Sigurðardóttir - lagt til rættis hava Malan Marnersdóttir et.al. Givið út í sambandi við seksti ára føðingardag Turið Sigurðardóttir
Evnini eru tjóðskapur, modernitetur, upplýsing, fjølmiðlar, skaldskapur og kristindómur. Greinirnar eru eitt íkast til almenna føroyska kjakið.
Tær stuttu søgurnar tríva í sama enda og eru løtumyndir, har kjarnin ofta er, at tú ikki hevur heimvist á einum ávísum stað á fold. Vit eru øll ferðandi um ikki annað so frá vøggu til grøv.
Bókin sigur frá tí høpi William Heinesen vaks upp í og hvørja ávirkan tað fekk á skaldskapin hjá honum og metingin av honum millum fólk í Føroyum.
Greinirnar snúgva seg um tjóðskaparstríðið, um leiklutin hjá tí intellektuella í Føroyum í dag, hvønn týdning listin hevur og hvussu føroyska málið verður viðfarið av filologunum.
150 ár síðani Løgtingið varð endurstovnað. Val og valtøl, yvirlit og leitiorð
Helvtin av hesum greinasavni snýr seg um skaldskapin hjá Williami Heinesen, fýra greinir hava støðið í skaldskapinum hjá Heðini Brú, meðan aðrar eru um Jørgen-Frantz Jacobsen, C.S. Lewis og Roald Dahl.