Jóansøkunátt
Hvørja jóansøkunátt er rugakurin hjá bóndanum niðurlegsaður, og ongin grunar, hvør tann seki man vera. Men so eydnast tað yngsta soninum at loysa gátuna, og hann noyðist eina langa og tunga ferð, áðrenn hann fær kongsdóttrina.
Í øðrum heimi
Hanni og Líða búgva í Rúnartúni. Men ein dagin biður Hyljarsteinur tey fara eina langa ferð, sum byrjar og endar í einum landi, sum eingin fyrr hevur sæð.
Í skýmingini
Hetta er savn við skjaldrum, ævintýrum og søgn, sum Sofía hevur hoyrt ommu sína siga frá. Útgávan kom á fyrsta sinni út í 1948, men er nú økt við skjaldum, søgum og myndum.
Hvíti tarvur
Søga um, tá ið Hvítitarvur, sum var so spakur, gjørdist mannúlvur og rann eftir lítla Sjúrði og lítla Heina. Fyri børn um 8 ára aldur og eldri
Hóri letur upp
Smábarnabók til yngra ættarliðið.
Hanus og Hansina
Ein søga um tvey børn, sum hitta ein hval og saman við honum fara at ferðast til onnur lond.
Gráa dunna
Søga um tá ið Gráa dunna rýmdi. Men Lítli Sjúrður fann hana aftur við nógvum ungum, sum hon ætlaði sær at eiga sjálv. Søga til smábørn at lurta eftir og til hini at lesa, sum duga at lesa
Gleðilig jól
Tað var 25. desember 1818, at sangurin varð sungin á fyrsta sinni í Oberdorf. Joseph Mohr prestur (1792-1848) skrivaði hann helst við einum latínskum teksti (Alma nox, tacita nox!) sum støði. Mohr dugdi væl at spæla uppá gittar og syngja, og hann var sjálvur við, tá ið sangurin fyrstu ferð varð sungin saman við orgulspælaranum og einum parti av børnunum í bygdini.
Framíhjálestur 1-6 innb.
Í bókini eru seks ymiskar søgur úr ymsum londum. Søgurnar eru 1. Songo úr Afrika, 2. Sungli úr Kina, 3. Hassan úr Arabia, 4. Sita úr India, 5. Mali úr Grønlandi, 6. Nokoma úr Amerika.
Half bad, MP3
Fyrsta bók í einum tríverki um Nathan Byrn, sum er hálv hvítheks, hálv svartheks Nathan dugir ikki at lesa, men hann dugir so mangt annað, m.a. at lekja seg, um hann hevur fingið ein skaða. Hann hevur verið hildin í búri, til hann er vorðin fjúrtan ár, men nú er hann komin út og er farin at leita eftir Mercury, svartheksini, sum etur dreingir.















