, , , , ,

Si og Sú síggja

Tær báðar verurnar Si og Sú og meldurin av lívi á havsins botni.

75,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Sangbók til skúlabrúks

Í bókini eru nakrir av okkara kendastu barnasangum, 78 í tali, bæði eldri klassiskir sangir sum t.d. Hans A. Djurhuus hevur skrivað og nýggir sangir: T.d. Eg átti mær ein grønan bil, Góða mamma, eg vil sova, Snar, Í ánni siglir skipið mítt, Másin sigur pli, pli, pli, Veturin kom við kulda og kava o.m.a.

80,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , , , , ,

Pettson fær vitjan á jólum

Pettson gamli og fressurin Findus hava stákast upp undir jól. Nú er bara eftir at fara at fella jólatræið og keypa jólamatin. Men tá verður tað, ið ikki mátti henda. Pettson dettur og meiðir sær fótin, so hann sleppur ikki av fetanum. Hetta høvdu verið eini ræðulig jól, hevði Pettson ikki fingið vitjan, ið hann ikki hevði droymt um.

140,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Pannukøkulagkøkan

Ein sera lívlig og skemtingarsom søga um tá ið Pettson gamli bakaði pannukøkulagkøku til Findus, fressin, ið fyllir tríggjar ferðir um árið. Pettson er óvanliga umhugsin og góður av sær. Tað veit Findus, men grannarnir halda ikki so... Hetta er fyrsta bókin um Findus og Pettson. Ein stuttlig og lívsjáttandi bók við heilskapaum persónum, lýstir við kærleika.

128,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Neyðars Pettson

Pettson er í ringum lag og vil hava frið í hesari bókini um Pettson gamla og fressin Findus. Findus hevur ongantíð sæð Pettson so illan fyrr. - Eg má gera okkurt fyri at fáa hann glaðan aftur, hugsar Findus. Pettson vil ikki koma við at fiska, men Findus veit, hvussu hann skal fáa gamla væl hýrdan aftur.

140,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Marianna hugsar um ommu sína

Eg havi skrivað hesa bók, tí eg sjálv kendi meg ráðaleysa og hjálparleysa, tá ið eg misti ommu. Ætlanin er, at bókin skal hjálpa foreldrum og børnum at tosa saman um deyðan. Tað er so týdningarmikið: sorg, ótti, óvissa, ja og eisini illsinni, og at tey verða tikin í álvara. Tí soleiðis kunnu vit stuðla og troysta hvønn annan og á henda hátt fáa lætta.

38,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Mikkjal og Guðrun

Mikkjal hevur fingið eina lítla systur, so hann fær úr at gera. Men áðrenn systirin kemur heim av sjúkrahúsinum, fer Mikkjal at ferðast við pápa sínum.

75,00 kr.
Vís meira
, , , , ,

Lív og dýrini

Fýra søgur um lítlu Lív og øll dýrini, henni dámar. Lív og dýrini er barnabók í fýra samanhangandi pørtum. Bókin kann sigast fyri 3 ára gomlum børnum og eldri.

10,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Lítli Tom Stóri Tom Gamli Tom

Lítli Tom og Stóri Tom koma rógvandi í árabáti til eina oyggj, sum liggur úti á havinum. Teir hava kort við sær og fara í land á oynni at leita eftir fjalda dýrgripinum.

14,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Lítli Sjúrður á látrinum

Søga um tá ið lítli Sjúrður datt á sjógv og ein brimil bjargaði honum og svam avstað við honum. Fyri børn frá umleið 8 ára aldri.

40,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Lambamæið

Smálambið, sum skuldi vera heimalambið hjá lítla Sjúrði, mundi doyð. Men tað livnaði uppaftur í bakarovninum. Fyri børn frá 7 til 70 ár at hoyra og lesa sjálv.

40,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Karius og Baktus

Um teir báðar dólgarnar, sum búgva í tonnunum hjá Janusi, og um hvussu Janus sleppur av við teir.

88,00 kr.
Legg í kurv
, , ,

Kálvamuan, Ib.

Søga at siga teimum yngstu (2-6 ár) og fyri tey størru at lesa um, tá ið lítli Sjúrður skuldi bera kálvinum mjólk, men spannin stoyttist, so hann mátti fara heim eftir nýggjari mjólk

120,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Jólavættrarnar og eg

Søgan er um ein smádrong, sum fór at vitja jólavættrarnar. Myndir eru sum kunnu litast.

45,00 kr.
Vís meira