Glasbúrið, heft
Nikolaj Nuffield er eitt undur barn, sum ferðast við foreldrunum víða um heim at spæla klaver við gitnum orkestrum og tónleikastjórum. Men tá foreldrini verða minslað í ferðsluvanlukka verður Nikolaj sendur út á bygd til ein skyldmann at vera.
Dirdri
Barnabók um eitt summar á bygd í 1950-60 árunum.
Brúgvin
Jess er 10 ára gamal og trívist ikki heima. Men so flytir Leslie inn í grannahúsini, og hon er heilt øðrvísi enn aðrar gentir. Hon lærir hann at liva sítt egna lív.
Barn undir krígnum, innb.
Søgan fer fram undir 2. heimsbardaga og er um eina familju, sum býr á Tvøroyri. Børnini Lisa, Mia og Jákup uppliva nógv spennandi og óhugnaligt. Bretar herseta Føroyar, og børnini gerast vinir við hermannin Jack.
Ballónferðin
Um eina rannsóknarferð á veg í eini luftballón móti Nordpolen Hvidøen er tann oyggin á Spidsbergen sum liggur longst móti eystri.Líkini av teimum 3 monnunum blivu sigld heim við tí sama skipinum, sum í sínari tíð førdi Andre til donsku oynna.Teir blivu grivnir 05 oktober 1930.Bókin er skriva út frá dagbókunum hjá Andrée, Niels og Knút.Teir blivu funnir í 1930, av einum hvalabáti, sum fann restir av teimum báðum monnunum og teirra dagbókum.
Ævintýrið um drongin ið vildi gerast bangin
Hin býtti og lati drongurin hevur eittans ynski: At gerast bangin. Tí søkir hann vandar, devulskap og óhugna allastaðni. Hann hittir tey hongdu, teir svørtu køttarnar, teir hálvu menninar og risan við tí hvíta skegginum ....... Men man hetta ræða
Vinur mín, mánin
Ein myndasøga um ein lítlan drong, sum fer út at rógva eitt kvøldið og sær mánan. hann tekur mánan heim við sær at spæla við, og so ein dagin fer drongurin aftur út at rógva og sær sólina. So kunnu tit ætla, hvat hann so finnur uppá.
Tá ið sólin skuldi seljast
Søgan er um eina prinsessu sum skal giftast, men pápin skal velja hvørjum hon skal giftast við. Har koma tríggir hermenn, tveir verða sendir avstað aftur beinavegin, men tann triði nevndi sólina í sínari røðu, og tá blotnaði kongurin.
Tá ið eg var lítil
Í savninum eru sjey smáar søgur: Hygg sólin, mamma Haran við reyða hálsklútinum Eiturkopurin og flugan Lítli Mortan Mús Ein sólskinsdagur uppi í veitini Tann lítli vætturin Elin og dukkurnar
Tað vakrasta lagið
Ein kongur vil hava fatur á fuglinum, sum syngur so vakurt og ásannar, at tað er floytuna hjá fuglamanninum, hann hevur hoyrt.















