Stórveldisins Arvingar 2. Jarnrósan (46)
Alice og Elias ferðast gjøgnum stjørnubreytina saman við manningini umborð á rúmdarfarinum Kvirruni. Tey leita eftir tí kraoaraskipinum, har mamma teirra verður hildin til fanga. Á rúmdarstøðini Jarnrósuni eydnast tað teimum at finna fíggindaskipið. Trupulleikin er bara, at hundraðtals kraoarakrígsmenn verja tað. Elias og Alice vilja kortini gera alt fyri at bjarga mammuni. Tey gera eina bjargingarætlan og eru væl í gongd við at seta hana í verk, tá alt knappliga verður vent á høvdið…
Stórveldisins Arvingar 1. Rænd (46)
Alice og Elias búgva saman við foreldrunum í einum býlingi uttan fyri Uppsala. Eitt kvøldið hvørvur mamman, og løgreglan tekur pápan og misteinkir hann fyri at hava okkurt við tað at gera. Alice og Elias fara út í Lunsenskógin at leita eftir mammuni, men tey finna nakað heilt annað. Har úti hitta tey Brock, ein azkalor frá rúmdarskipinum Kvirruni, sum leitar eftir einari av manningini, sum er horvin. Tað vísir seg skjótt, at Brock og systkini hava ein felags fígginda.
Skúlabyrjan. Enskt – mín fyrsta uppgávubók (35)
At læra eitt nýtt mál er bæði stuttligt og spennandi - serliga, tá ið tú hevur spøl og uppgávur! Í bókini lærir tú nógv nýggj ensk orð, sum snúgva seg um bókstavaraðið, tøl, litir, djór, klæði, kroppin, skúlastovuna og nógv annað. Við stuttligum uppgávum, klistrimerkjum og enskum sangspølum fært tú eitt størri enskt orðfeingi - og dugir skjótt framúrskarandi væl at málbera teg á enskum!
Skúlabyrjan. Lær bókstavaraðið við prikkamyndum (35)
Lær bókstavaraðið við prikkamyndum er ein bók við spennandi prikkauppgávum, har barnið á ein stuttligan og undirhaldandi hátt kann: læra bókstavirnar frá A til OY venja fínrørslulagið venja logiska sansin Fylg prikkunum í rættari raðfylgju. Prikkarnir standa í raðfylgju frá A til Oy. Um tú hevur tørv á hjálp, kanst tú hyggja at stavraðnum, sum stendur ovast og niðast á øllum síðunum. Tá ið tekningarnar eru lidnar, kanst tú lita tær við vøkrum litum! Stuttleika tær nú!
Skúlabyrjan. Eg læri um ferðslu (35)
Umráðandi er at læra barnið um ferðsluna og ferðslureglurnar. Og tað ræður um at koma í gongd, so tíðliga sum til ber, tí tað eru nógvar reglur og førleikar, sum barnið skal megna fyri at kunna bera seg trygt at í ferðsluni. Henda bókin er ætlað børnum úr umleið 5 upp í 8 ár - tað er aldurin, tá heilt nógv børn av álvara skulu út í ferðsluna, viðhvørt enntá einsamøll.
Álit - Karanabreytin, loggbók 2 (20)
Saga er farin til gongustjørnuna Kamenia, har Almaz fúrsti ræður fyri borgum, og saman við henni eru omman og sendiboðið frá Samveldinum. Tey koma við boðunum um dómin hjá Tí ovasta Sirklinum til ráðandi fúrstan: Gevst við hersetingini av Hvítoynni, ella verður tú revsaður. Tíverri gongst ikki eftir ætlan, fúrstarnir eru fíggindaliga sinnaðir, og Saga flýggjar við lívinum í vanda á einari fremmandari gongustjørnu. Er tað nakar av teimum trúføstu tænarunum hjá fúrstunum, ið vil hjálpa henni?
Rimmarveitslan (13)
Lítli Ámundur arbeiðir í stóra køkinum hjá Ludbert hertoga. Uppgáva hansara er at fóðra grísunum við tí, sum loypur av á borðinum hjá hertoganum. Og tað eru nógvar restir. Ottilia, yngsta dóttir hertogan, orkar ikki alt oyðslið og levnaðin á slottinum. Ein dagin ger Ludbert hertogi av at skipa fyri eini rimmarveitslu - eini veitslu, sum skal vara í tríggjar dagar við hópin av mati og drykkjuvørum og veitsluklæddum gestum frá nær og fjar.
Træhúsið í 130 hæddum (21)
Nú hava Andy og Terry fingið sær eina sápubløðrukanón, ein risastóran GRABBARA (hann kann grabba hvat sum helst, og nær sum helst), eina tíðarspilluhædd, eitt vesipappírsvirki og eina rúmdareygleiðingarstøð … Íðan, hvørjum bíðar tú eftir? Kom við upp!
Træhúsið í 117 hæddum (19)
Andy og Terry búgva í einum træhúsi í 117 hæddum (einaferð vóru bara 13, men fyri hvørja bók byggja teir 13 afturat). Nú hava teir fingið eina pinkuhestahædd, eitt undirbuksasavn, eitt bíðirúm, eina dómadagshurð, eitt sirkus, ein risarobottstríðsvøll ,ein koyriskúla og ein hyl til vatnskíð.
Sólgrátur (35)
Aud er 15 ár og ættleidd. Hon heldur, at lívið er strævið. Í skúlanum rópa tey ymiskt eftir henni. Eisini er Aud kedd um mammuna, sum ofta liggur í songini. Hon kennir seg einsamalla og ger sær nógvar tankar um Kolumbia, haðani hon er ættleidd. Støðan verður ikki betri, tá ið hon byrjar at fáa ólekkur boð inn á telefonina frá ókendum nummari. Við eitt verður alt bara enn truplari enn frammanundan.
Nummar 1 Teljingarbókin (20)
Vælkomin til eina stuttliga, nýggja teljingarbók. Hon er EINasta av sínum slag! Ert tú til reiðar? Tað er bara EITT, tú skalt vita, áðrenn tú fert at telja… Har eru bæði EITT og tvey rættiliga løgin ting. Ert tú til reiðar? ERT TÚ?
Mumisa 1,2,3 (30)
Tel úr 1 upp í 10 við hesi flottu faldibókini. Hetta er ein frálík teljibók við mótsetingslitum og nógvum mynstrum og skapum.
Her liggi eg og bløði (22)
Maja hevði ongantíð funnið upp á at skatt seg sjálva, ikki við vilja, sum fólk annars tykjast at halda. Kanst tú ikki saga spíssin av tumlinum av tær, uttan at øll skulu fara at stúra? Tað vil siga øll uttan mamma Maju. Hinvegin stúrir Maja fyri henni. Í einum balli, sum hon ikki er boðin í, møtir Maja tjúgu ára gamla Justin, einum orðakringum bilmekanikara í ljósareyðum buksum, sum fær hana at gloyma alt um fráverandi mammur og avsagaðar tumlar.
Hestur,Horse, Pferd, Cheval, Love
axa hentar eina várhagasólju og blæsur. Har er bara ein lítil fallskýggi eftir, og Taxa nikkar. „Ein sjeikur,“ sigur hon. Hon vil hava, at Naja spyr, hvør tað er, men Naja tímir ikki. „Tað eitur eitt fræhár,“ sigur Naja. „Hvat sigur tú? Frathár?“ flennir Taxa. „Eg segði fræhár.“ „Frata fræhár.“ „Steðga nú, tað er ólekkurt.“ Naja vendir sær. „Eg fari aftur,“ sigur hon.
Krákus sigur Bíða! (44)
– Hey, Krákus, skulu vit fara at súkkla? – BÍÐA, Mamma Mu! Havi ikki tíð. Eg má líma.
Har heimurin endar (20)
Hvørt summar verða Quill og vinir hansara settir út á ein fjarskotnan drang úti á havinum at taka fugl. Men hetta summarið kemur eingin út aftur eftir teimum. Sjálvandi kann tað ikki vera annað enn heimsins undirgangur, ið ger, at teir sita strandaðir – kaldir og svangir og krøkja seg í lívið á einum alráðandi og deyðiligum havi. Hvussu skulu teir yvirliva?















