Vanvarði -Tóra II (20)
Huldufólk eru at finna í íslendskum og føroyskum tjóðminnum. Tey eru yvirnatúrligar verur, sum liva í náttúruni. Tey síggja út og bera seg at sum menniskju, men liva í einum parallellum heimi. Tey hava evnini at gerast ósjónlig, tá tey hava hug. Vanvarði er onnur bók í røðini um Tóru og hennara stremban eftir at finna útav, hvør hon sjálv er í einum heimi, sum vísir henni eina síðu, sum Tóra ikki ánaði var til.
Sigrarin - Søgnin um eygnasteinin
Stríðið um eygnasteinin hevur ført Mirandu og Syrsu á Vesturlandið, um gróðrarmiklar, várligar akrar líka til drotningarbýin við teimum perluløgdu gøtunum. Har síggja tær fiskabúr, sum ikki hava sín líka, tær hitta eina, sum ger træskurðir og møta gomlum kenningum aftur, millum annað henni, sum tær óttast mest av øllum ̶ Iberis. Hvør er hon, og hvat ger hon í drotningarbýnum?
Omma til sølu (19)
Tað ringasta, sum Nita veit, er at vitja ommu. Hon er strong og ger løgnan mat. Kanska skuldi Nita bara selt hana?
Elvin Griff Agentur 2 - Flýggjanin til tað tóma húsið
Loyniligi agenturin Elvin Griff flýggjar saman við Lýdiu. Agentarnir, sum jagstra Elvin, kunnu koma hvar sum helst – og nær sum helst. Lýdia og Elvin finna eitt slitið og oyðið hús, har tey kunnu krógva seg um náttina. Men hvørji eru hasi ljóðini, sum koma úr kjallaranum? Elvin og Lýdia eru komin í ta vandamiklastu støðuna, tey nakrantíð hava upplivað. Tey mugu stríðast ímóti farligum brotsmonnum, og tey mugu gera tað uttan at avdúka, hvørji tey veruliga eru.
Elvin Griff Agentur 1 - Flýggjanin til heimsins enda
Elvin Griff er rýmdur frá einum loyniligum agentskúla, og nú er hann eftirlýstur. Tí má Elvin vekk. Langt vekk. Á vegnum møtir hann happarum, óndum vaksnum og Lýdiu, sum hevur síni egnu loyndarmál. Men eingin av teimum veit, at Elvin Griff hevur nakrar heilt serligar eginleikar.
Harry Potter 5 v/myndum - og Føniksfylkingin (5)
Í einum ári fylt við loynidómum og lokabrøgdum, verður hvør smálutur í skúlalívinum rannsakaður av froskalíku Dolores Umbridge, Stórinkvisitori, ið Gandamálaráðið hevur sett at sneyta eftir Dumbledore og hansara víðagitna næmingi. Men dirvið veksur fram millum nakrar úrvaldar næmingar, ið gera av at seta á stovn Vápnið hjá Dumbledore til tess at spilla spælið hjá Umbridge professara og venja seg í gandaverju, so tey kunnu standa seg í bardaganum móti myrkursins maktum.
Strikurnar (23)
Abbi er deyður, og knappliga eri eg umgirdur av strikum: millum flísarnar í túninum, á gáttunum undir hurðunum, í loftinum uppi yvir songini. Allastaðni. Hví eru knappliga strikur allastaðni?
Eg bestemmi! (23)
Ingrid Olsson lýsir í Eg bestemmi! akkurát, hvussu tað er, tá mann sum barn verður noydd at spæla við onnur børn. Til dømis børnini hjá nýggja sjeikinum hjá mammu. Tá er ikki lætt at finna seg til rættis saman við øllum hinum. Men tíbetur kunnu óvæntað vinaløg spyrjast burturúr! Eg bestemmi! er ein fjálg og stuttlig gerandissøga við myndum eftir myndprýðaran Anete Melece.
Luddi og Lundisa fara langa leið (46)
Luddi og Lundisa eru tvær fittar lundapisur, sum búgva í Mykinesi. Tær flúgva upp um dalar og fjøll. Sólin skínur. So verður alt myrkt. Brumm brumm, brumm, hoyra tær. Knappliga eru tær í eini risastórari holu.
Nógv tann elsti í loynifelagnum (30)
Aftan á eitt stuttligt skúlaár hava vinfólkini, Eyð og Ragnar, fingið summarfrí! Oldingin, Ragnar, flytur inn á ellisheimið, og Eyð sleppur at vera hjá honum, meðan foreldrini eru til arbeiðis. Skjótt leggjast fleiri børn úr flokkinum aftrat, og í felag stovna tey eitt loynifelag og gera nógv burtur úr at finna út av, um fyristøðukvinnan á ellisheiminum er eitt veruligt fólk ella kanska bara ein óndur robottur uttan sál!
Songartíð - Mín fyrsti Fívil (20)
Fívil skal í song, men fyrst má hann hjálpa lítla fílinum at finna bamsuna, sum er horvin. Mín fyrsti Fívil songartíð er ein fitt, sniðskorin pappbók til tey minstu børnini.
Okkara oyggj (32)
Tá mamma teirra doyr, mugu systkini Holly, Jonathan og Davy stríðast fyri at klára seg sjálv. Tá ríka, men løgna abbasystir teirra, Irene, fær eina heilabløðing, vitja tey hana á sjúkrahúsinum. Hon gevur Holly eina myndamappu, sum er full í sporum sum kunnu føra til ein virðismiklan skatt. Finna tey skattin, eru tey bjargað. Men tað eru ikki bara tey, sum vilja hava hendur á skattinum …
Ódjór (26)
Vatnflóð og jarðskjálvtar eru í býnum, men eingin veit hví. Úr sínum loyniliga træi sær Asta rotturnar tysja runt í viðarlundini. Í skúlanum droymir hon um, at takið sorlast niður í høvdið á teimum øllum. Undir asfaltinum og betonginum hóttir ein vera við at leggja allan býin í oyði. Ein dagin stendur Asta andlit til andlits við hana.
Nógv tann elsti í flokkinum (36)
Tað kann vera eitt sindur merkiligt at byrja í nýggjum skúla, tá tú ongan kennir. Tað er eisini løgið, tá ein 96 ára gamal maður setir seg undir liðina á tær, og eingin annar hugsar um tað! Skjótt verða floksfelagarnir Eyð og Ragnar bestu vinir hóast tað eru 90 ár á muni millum tey. Tá Eyð uppdagar loyndarmálið hjá Ragnari, gera tey bæði eina avtalu, men fer Eyð at klára at halda hana?
Ein eydnufluga - søgur um Alvu og Lias (32)
Hvat hendir, tá vit fáa sár, eru bangin ella sjúk? Hoyr, hvat læknin sigur á faktasíðuni aftan á hvørja søgu!















