Hundurin, sum rann ímóti
Í einum lítlum býi í Norrlandi býr 11 ára gamli Jóal saman við pápa sínum, sum er skóghøggari. Mamman er farin frá teimum, og einsamalli drongurin roynir alla tíðina at fáa tættari samband við pápan, men tað eydnast ikki altíð líka væl.
Jóra og eg
Ein genta, sum er farin at arbeiða á bókasavni fer at leita í gomlum handritum og finnur eitt gamalt handrit um gentu á Suðurlandinum, sum í 1104 upplivdi Heklu goysa. Í søgunum gers nútíðargentan var við at kenslur eru tær somu, hóast tíðirnar eru broyttar: Jóra er lovað einkjumanni við børnum, men hon gerst góð við ungan drong.
Undir Tussafjøllum
Savn við søgum og sangum, sumt nýskrivað, men annað hevur verið á prenti áður í Míni jólabók, Følv og Glugganum. Tær eru um trøll og dýr, við menniskjansligum eginleikum. Tey hugsa og tosa eins og fólk. Hugflogið og skemtið í søgunum hevur ongar karmar. Søgurnar eru stuttligar at lesa – og hóska væl at lesa upp. Og eitt er púra vist. Afturkomin av ferð við tussunum undir Tussatindi, ert tú í góðum lag.
Rópandi Ravnur
Ravnurin er klókur fuglur, segði Hin Elsti í leguni við tey glaðu foreldrini. - Hann veit so nógv. Hann sær alt tað, sum menniskjan ikki sær. Tann, ið dugir ravnamál sær stundum inn í framtíðina. Og so góvu tey dronginum navnið Rópandi Ravnur.
Sóleygað horvið
Tá ið vit nærkaðust Háborgini, komu heykaflokkar í stórum tali ímóti okkum. Teir vóru so nógvir í tali, at luftin myrjnaði. Tíðliga ein morgun lupu teir á tey fremstu í flokkinum, komu brestandi niður móti okkum við øðiligari ferð. Og skrólini frá teimum, eg havi tey fyri oyrunum enn, so ræðuligt ljóðaði tað.
Maj Darlin
Maj var vakrast genta, eg nakrantíð hevði sæð. Eg hugsaði næstan ikki um nakað annað. Tann dagin Maj byrjar í sama flokki sum Hasse og Harry broytist lív teirra fullkomiliga. Hon er mest saman við Hassa og øvundsjúkan er um at eta Harry upp. Seinni verðuur alt so syndarligt, tað summarið tá ið Maj enn hevði brek í hjartanum, og Elvis Presley sang ”Heartbreak Hotel”
Úlvur Lítli og Hin Einsamalli
Hann veit, at tey hvítu hava skyldina í, at fólk hansara er á Friðingarøkinum. Tey eru ikki frí longur - og kanska mugu tey verða verandi har. Hann veit eisini, at ikki er at geva seg undir... Ein indianarabók , ið dugir, og við nógvum myndum.
Eg - Olinka
Hin kensluborna, vakra og stuttliga Olinka roynir at fáa greiði á, hvør hon er. Hon er fimtan ár, og tað er ikki altíð lætt, tá ið tú skalt royna at verja teg ímóti vónsvikum og ringum royndum.
Teir fimm brøðurnir úr Kina
Til pápa mín, sum lærdi meg at vera góður við Kina og til mammu mína, sum dugir framúr væl at siga frá søgum.
Barnarímur
Nýggj útgáva. 35 av kendastu sangum Hans Andriasar. Gakk tú tryggur, Kongaríkið í Bábylon og Pápi mín. Nótar til sangirnar eru prentaðir aftast.
Smálombini
Søga um trý lomb. Svarta, Hvíta og Morreyða. Og trý børn. Karin, Sjúrður og Sanna. Søga fyri sjey ára gomul og eldri
Heimalambið
Søga um tá ið heimalambið hjá lítla Sjúrði, Skallahvíta, mátti fara einsamalt í hagan fyri at mennast. Søga fyri 7 ára gomul og eldri
La filo
Upprunaheiti: Sonurin. Týtt til esperanto.
Sadako vil liva
6.august 1945, klokkan eitt korter til nýggju. Uppi yvir býnum Hiroshima - ein bráðkveiktur glampi. Fyrsta kjarnorkubumban er brostin. Bókin lýsir á ein hugtakandi hátt henda grátiliga morgun. Smágentan Sadako er eitt av offrunum fyri fyrstu kjarnorkubumbuni. Men Sadako vil liva. Tá ið hon verður før fyri at evna til túsund tranar úr gullpappíri, fer hon at fáa heilsuna aftur. Túsund tranar.















