Veturin hjá Undu
Nói er ikki nakar djarvur sniffil, men tá ein av elstu vinum hansara, áarsveimið Unda, er í deyðavanda, fer hann kortini út á eina vandamikla ferð ígjøgnum tann kavaklædda Dalin. Annar partur í røðini um tær smáu verurnar, ið búgva undir brúnni.
Skýming (12)
Isabella Swan flytir til Forks, ein vátan og keðiligan bý, og hon væntar sær heldur ikki annað enn regn og keðsemi. Men so hittir hon gátuføra Edward Cullen, og brádliga fer ein undursom og djúpt ørkymlandi broyting fram í lívi hennara.
Gandakeppurin
Tá ið Mostafa, býttlingurin í flokkinum, fær fatur á einum gandakeppi, vendist lív hansara fullkomiliga á høvdið. Knappliga dugir hann at svara øllum spurningum, og eftir einum degi verðu hann kendur í sjónvarpi. Men framgongdin hevur sín prís.
Omma blomma, Abbi krabbi (25)
Bókin er eitt savn av rímum og ramsum, skjaldrum og sangum, og tilfarið er lagt til rættis serliga við máli og málmenning í huga. Ætlanin við bókini er, at øll, sum eru um børnini, brúka hana og á henda hátt stimbra málmenningina hjá børnunum.
Hin dagin tá ið Rebekka var Ra
Til børn í barnagarðsaldri. Søgurnar snúgva seg um ein drong og eina gentu, sum ein morgunin vakna og eru hitt kynið. Javnstøðunevndin hevur tikið stig til útgávuna fyri at skapa orðaskifti um kynsleiklut og javnstøðu.
Salmiakk og Hedda
Salmiakk er fluttur til Stokkhólm, og í Stokkhólmi hevur hann hvørki Norðnes-ommuna, Spøka ella Clin-Clint-Henrik. Heimlongsulin er sum eitt svart hol. Líka til Hedda kemur. Hedda, sum er djørv og elskar Salmiakk.
Flogmaður
Sorgleysu dagarnir enda brátt tann dagin Conor kemur fram á eina samansvørjing móti kongi. Tá ið hann roynir at forða fyri hesum, verður hann skýrdur svíkjari og fongslaður á Lítlu Saltoy. Bert ein máti er at sleppa burtur, og tað er at flúgva.
Silvurstólurin
Gjøgnum vandar og myrkar holur undir jørð eru nøkur vinfólk send at bjarga einum kongssoni. Men á ferðini til undirheimin koma tey at standa andlit til andlits við óndskap, ið er vakrari og deyðiligari, enn tey nakrantíð høvdu dugað at ímyndað sær.
Á, sum Panama er vakurt
Lítla bjørnin og tann lítli tikarin eru bestu vinir, og tey ræðast einki, tí at tey eru ógvuliga sterk. Men ein dagin fara tey avstað at leita eftir Panama, dreymalandi sínum. Á leiðini uppliva tey mangt spennandi. Men hvar er Panama?
Pápi mín
Fitt pappbók um at vera góð við pápa sín. Pápin og barnið spæla saman. Lat klaffarnar upp fyri at síggja tey koyra kapp og reiggja og mangt annað stuttligt.
Fortíðar syndir
Tvíburasystrarnar Tove og Lydia hava heilt hvør sín hátt at stríðast við sorgina um deyða pápan. Onnur er full av hatri og hin vil heldur gloyma alt, sum er hent. Fortíðar syndir er ein bók til ung og vaksin sum dáma væl krimi.
Lívið sum Rósa 2
Rósa má hava ein nýggjan gittara. Tann gamli hjá pápanum nyttar einki, um hon ætlar at vera poppstjørna. Men hon hevur ikki ráð at keypa ein sjálv.
FarBíblia (32)
Í bókini eru 23 bíbilskar søgur, fortaldar stutt og greitt, við sera vøkrum myndum. Blaðsíðurnar eru úr tjúkkum pappi og tola væl at verða handfarnar. Ovast á bókini er ein honk, soleiðis at børnini kunnu bera hana við sær, hagar tey fara.
Herviligi Henry hittir drotn..
Í bókini eru fýra søgur: Húsarbeiðið hjá Herviliga Henry. Droya Drós gandar. Herviligi Henry í bað. Herviligi Henry hittir drotningina
Barn nr. 95
7 ára gomul vóru hon og fleiri onnur børn flutt til Eysturtýsklands at ganga í skúla og verða uppald til at gerast nýggja elitan í Namibia. Tiltakið var eitt samstarv millum frælsisrørsluna SWAPO og eysturtýsku stjórnina.
Myndabókin
Krimi við myndum, sum so at siga blanda seg upp í loysnina av málinum. Mangan ørkymla tær meira enn gera nakað greiðari, og tað ger bókina nógv meira spennandi at lesa.















