7 dagar í helviti
Tá ið KT-depilin í 2008 skipaði fyri søgukapping fyri næmingum í 7. og 8. flokki, var ein søga, ið skaraði framúr. Dómsnevndin var samd um, at hetta var ein framúrskarandi rithøvundur, ið skrivað hevði.
Vaktari Vísdómsins
Tá ið Vaktari vísdómsins er deyður, og ein nýggjur Vaktari skal tilnevnast, verður ruðuleiki í lítla staðnum við Grønavatn. Tær fýra ættirnar, træleyparar, stjørnusavnarar, kubbar og heygsfólk vilja hvør í sínum lagi sleppa at ráða yvir Grønavatni.
Magnus Musikus
Magnus Musikus er stak heppin, tá ið hann av tilvild kemur inn í eina tónleikahøll, har symfoniorkestrið venur. Magnus, ið er ein mús, kennist við menniskjatónleikin frá reypinum hjá langabbanum. Nú sleppur hann sjálvur upp í part.
Hvør fjalir seg í smúkkuskr.
Omma Viktoriu finnur ikki tað gamla smúkkuskrínið, skrínið við øllum minnunum. Tað er harmiligt, men ikki so syrgiligt, sum tá ið Viktoria varnast, at omman er sjúk. Hvussu kann alt nakrantíð gerast gott aftur, hugsar Viktoria.
Ævintýr- teknirøðir
Í bókini eru átta ævintýr eftir brøðrunum Grimm, sum Rotraut Susanne Berner sigur á heilt nýggjan hátt. Ævintýrini eru: Froskakongurin, Huldan, Tummillítli, Vársalat, Jórinna og Jóringil, Eydnuríki Hanus, Hanus Tindasvín, Kýsareyða.
Hugnaløtan
Ein bók til hugna og samanhald, har tú m.a. kanst læra at gera daimkaku, pappírsbátar, gandadeiggj, skóleistar, køkuhús og mangt annað. Tú og barnið kunnu gera nógv ymiskt handaligt og kann nýtast heima við hús, í barnagørðum og manga aðra staðni.
Hannis og Bjørnhild
Hvønn morgun springur Hannis úr songini, tá ið klokkan slær 6. Hvønn morgun svevur Bjørnhild leingi. Fara Hannis og Bjørnhild nakrantíð at gerast vinir? Vónirnar eru ikki góðar!
Dýrið
Dýrið snýr seg um drongin Stephen, ið hevur nógvar trupulleikar at dragast við. Eina mammu hann ongantíð sær, ein pápa, sum hann vildi ynskt var deyður. Fosturfamiljan ræðist hann- hann er ikki ein drongur, sum fylgir reglunum.
Prumpipulvurið hjá Proktori dr
Ein flytibilur steðga uttan fyri grannahúsini Atu. Tað er Boksi, ið flytur inn. Hann er rættiliga sermerktur. Tá ið Boksi og Ata so hitta hin uppaftur meiri sermerkta grannan, Proktor doktara, byrjar ein skemtilig søga.
Blaðgátan
8. bókin um detektivarnar Lassa og Maiu. Válavíkarblaðið er farið at skrivað undarligar greinir um íbúgvarnar í Válavík, sum Maia og Lassi ikki fáa seg sjálv at trúgva. Tí seta tey sær fyri at finna fram til, hvør tað er, ið skrivar greinirnar.
Paddington
Um bjørnina, sum kom úr myrkasta Peru og endaði á Paddington støðini í London. Hjúnini Brown varnast einsamøllu bjørnina. Tey taka synd í henni og taka hana tí heim við sær í Windsor Gardens.
Toybókin um djór
Á aðrari síðuni hava myndirnar sterk litbrigdi at stimbra sjónina hjá nýføðinginum. Tá ið barnið gerst eldri, kann bókin vendast, soleiðis at tað kann njóta tær bjørtur, litríku myndirnar. Kann bæði klemmast og leggjast rundan um songina hjá tí lítla
Paulina og suttan
Paulina fer ongastaðni uttan suttuna. Ein dagin er hon á spæliplássinum við Marjun, Dánjal og lítlabarnið, ið eisini eigur suttu. Her missur barnið suttuna og grætur illa. Nú er bert ein sutta eftir - tann hjá Paulinu.
Lívið sum Rósa 1
Rósa droymir um at gerast verðinskend poppstjørna. Men hon spælir bara trombon í einum býttum hornorkestri og hokki við besta vini sínum Villa. So svíkir vinkonan Jessika hana.
Eg var ein rotta
Eg var ein rotta! Soleiðis sigur Roger. Kanska er tað rætt. Men hvat er hann so nú? Kanska bara ein púra vanligur smádrongur, sum ber seg eitt sindur løgið at? Bara trý fólk trúgva honum. Bara eitt teirra veit, hvør Roger er í veruleikanum.
Eldsins øði
Triðja bókin um Sofíu gevur eina livandi mynd av einari ungari kvinnu og stríðnum móti fátækdømi og órætti, av kenslum og vanlagnu hennara í einum av heimsins fátækastu londum.















