Julia og bjargingarvesturin
Julia skilur, at hon sleppur ikki at fiska í ongum bjargingarvesti. Og hóast hon sigur mammuni, at hon fær ikki andað í vesti, og tað tí ikki ber til hjá henni at fiska, er mamman avgjørd:hon skal í vest! Julia er eitt sindur ill, tá hon letur seg í bjargingarvestin, men tá hon fer út í tún við glúpi og spann, er hon so spent, at hon gloymir at vera ill. Og tað er gott, tí skjótt endar galið!
Stjørnan (38)
Pápi Jákup siglir úti. Tá ið hann er heima, hugna tey sær, Jákup, pápin og mamman. Húsið fær líkasum nýtt lív, og tí er Jákup keddur, tá pápin noyðist av stað aftur. Tá ið so boðini koma um, at pápin er burturblivin, gerst støðan nærum ikki til at bera. Tíbetur hevur Jákup pápabeiggjan Ollaba. Ollaba vísir honum á stjørnuna, sum kann veita honum ugga.
Tey, sum ikki eru til
Pappírleys menniskju búgva alla staðni; tey, sum ikki eru til. Samuel veit, hvat tað vil siga at lata alt frá sær við vón um eitt nýtt og betri lív í Evropa. Hann hevur gjørt tað fyrr; tá ið hann flýggjaði úr Vesturafrika til Kanariuoyggjarnar. Ta Tað ferðina royndi Emilia at hjálpa at hjálpa.Kortini varð hann funnin og sendur aftur.Tað seinasta, Emilia gav honum, áðrenn hann varð noyddur av stað,var ein pappírslepi við bústaði hennara á. Nú stendur Samuel uttanfyri húsini,har hon býr í Bærum.
Half Wild (18)
Hvítheksir jagstra hann, og svartheksir hata hann. Nathan er hvørki, og gávan hann hevur fingið frá pápanum er ein nýggj, vill megi, sum hann ikki hevur tamarhald á. Størsta hóttanin móti honum er kanska Nathan Byrn sjálvur.
SFR-in
SFR er ikki nakar vanligur beingresjandi risi. Tað er hann alt ov fittur og møsnutir til – tíbetur fyri foreldraleysu Suffíu. Hevði hon verið tikin mitt um náttina av nøkrum øðrum risa enn SFR, ja, so hevði hon verið morgunmatur nú! SFR dámar ikki at eta fólk. Hann fangar dreymar og goymir teir í fløskum til børn at njóta, meðan tey sova.
Ertnakríggið
Flokkurin hjá Øssuri og Mariu skal spæla sjónleik. Maria skal dansa saman við gentunum,og Øssur endar í sketsj-bólkinum, har eingin tímir at gera nakað. Men so verður Øssur taklaður í fríkorterinum og fær heilaskjálvta. Í skúlanum brestur ertnakríggj á, og øll ganga runt við blásirørum, men eingin torir at siga nakað fyri lærarunum.Afturat øllum hesum skal mamma Mariu koma á sunnudagsvitjan, og Øssur er kanska eitt sindur forelskaður.
Wilbert (16)
Ein rotta og Wilbert spæla krógva og blunda. Ein krokodilla vil fegin hjálpa rottuni, men tað er nú iikki so einfalt, sum krokodillan hevði hugsað ... Við sínum eyðkendu strikum og crazy humor fortelur Bárður enn eina geniala dýrasøgu. Hesaferð eru tað ein rotta, ein krokodilla og ein – ja, hvat er tað nú, sum krógvar seg aftan fyri træið?
Pax 4. Bjæran (38)
Tað er halloween. Í skúlanum yðjur í sombium og skrímslum. Um kvøldið er veitsla, og tey fara at ganga grýla. Men mitt uppi í øllum grýlunum er ein mýlingur. Hann hevur valt sær síni offur og gjørt av at hevna seg. Hvussu skulu Alvi og Viggo steðga honum? Tá ið teir royna at finna út av sannleikanum, koma teir fram á ein ræðuligan loyndidóm. Samstundis sæst ein genta í býnum. Hon eitur Iris. Og okkurt er, sum ikki ruggar rætt við henni ...
Pax 3. Mýlingurin (38)
Tað er halloween. Í skúlanum yðjur í sombium og skrímslum. Um kvøldið er veitsla, og tey fara at ganga grýla. Men mitt uppi í øllum grýlunum er ein mýlingur. Hann hevur valt sær síni offur og gjørt av at hevna seg. Hvussu skulu Alvi og Viggo steðga honum? Tá ið teir royna at finna út av sannleikanum, koma teir fram á ein ræðuligan loyndidóm. Samstundis sæst ein genta í býnum. Hon eitur Iris. Og okkurt er, sum ikki ruggar rætt við henni ...
Betta leikar í um songartíð
Tá ið Betta skal í song, leikar hon í! Hóast hon er troytt og er næstan um at sovna, so má hon líka spæla á floytuna, mála eina blómu og koyra við bilinum og tokinum.Minnist tú Bettu?Gorilluna,ið fekk skalið av bananini og tí varð frá sær sjálvari. Tíbetur kom harra Tukanur henni til hjálpar, flusti bannina og fekk Bettu at sissast.
So hvít sum snjó
Eftir tær óhugnaligu hendingarnar í Helsinki, sum vit lósu um í So reyð sum blóð, er Lumikki farin til Prag at halda frí og sleppa burtur úr øllum rokinum í Helsinki. Men hon fær ikki leingi frið. Stutt eftir hittir hon gentu, sum sigur seg vera hálvsystir hennara, og hóast Lumikki ikki fær seg at trúgva hesum, so verður hon drigin at hesari gentuni og samstundis drigin upp í álvarsliga brotsgerð, har trúgv og pengar stýra einum óhugnaligum spæli.
Mangt stuttligt kann henda
Bók fyri umleið 10 ára gomul og eldri. Julius, sum misti mammu sína, tá ið hann var lítil, klárar illa upp við stjúkmammuna. So illa, at hann verður sendur út á bygd at venja. Hann berjist mangan bardagan við seg sjálvan og tey, ið eru rundan um hann. Tapir ofta, men vinnur eisini teir sigrar, sum eru avgerandi í lívinum, hóast teir vekja minni ans enn mistøkini og ósigrarnir.
Boggelibogg 2
Í fyrru bókini, hoyrdu vit um ævintýrferðina hjá Boggelibogg, tá ið hann endaði á havinum. Hesaferð hoyra vit um systur hansara Klinku. Heima í ósanum í Lítluvík er gott at vera.Hvønn dag stuttleika tey sær óført, spæla krógva og blunda og renna um kapp og alt møguligt annað. Teimum dámar at hugna sær.Boggelibogg og lítla systirin, Klinka, tíma væl at spæla saman við Bumbum og hinum vinunum. Tey hava tað so óføra stuttligt, líka til ein stór og frek likka kemur og oyðileggur teimum spælið.
Drongurin í grønum gummist.
Ein drongur í grønum gummistivlum dettur ein dagin á ein rustaðan nagla. Hann noyðist beint á skaðastovuna at seyma holið í pannuni aftur. Tíbetur er har ein lækni í grønum tuflum ...
Eg sá ein eingil, v/ fløgu
Um Bergur visti, hvat hann fór at uppliva henda dagin, hevði hann helst borað høvdið undir aftur dýnuna og ikki komið upp, og tó ... har hendir ikki bara sovorðið keðiligt, men sanniliga eisini nakað ótrúliga undurfult. Eg sá ein eingil var sendur sum útvarpsleikur í 2010 og er nú gjørdur til spennandi søgu at lesa. Við í bókini er fløgan við øllum sangunum, sum hoyra til søguna.















