Tsatsiki og olivinkríggið
Á griksku oynni hjá Tsatsiki er onki sum fyrr. Pápi Høgguslokkafiskarin skyldar bankanum pengar og ætlar at selja bæði olivinviðalundina og hotellið. Tað má bara ikki henda!Tsatsiki og Alva verða vinir. Alva hevur nógv góð huskot og er ikki bangin fyri nøkrum. Og so er hon við upp á alt. Men tá ið Per Hammar (Hamarin) knappliga kemur, verður galið.
Malla ræður
Hví skal Malla altíð gera, sum tey vaksnu siga. Rudda, skunda sær og eta døgurða, tá ið hon heldur vil spæla? Má tað vera so? Kann tað ikki vera øvugt? JÚ! Malla fær gjaldskortið hjá mamuni við kodu og tí heila. Nú skulu mamman og pápin gera, sum Malla sigur, tí í eina heila viku er tað hon sum ræður! Hvat tey skulu eta. Nær tey skulu í song og upp um morgunin. Hvat er loyvt og ikki. Ja, stutt sagt ALT. Tað má vera paradís á jørð – ella?
So normal og tó ikki
Bókin er skrivað yvir fleiri ár.Hon byrjar í 2009 og endar í 2016. Hon er sett saman av dagbókabrotum, sangum, matuppskriftum, men serliga av frásøgum um, hvussu tað er at liva sum ung kvinna við autismu.Hvørjar avbjóðingar kunnu vera, og hvussu trupult lívið kann vera. Hon er eisini um alt tað positiva í lívinum, kærleikan til familjuna, hjálparfólk, sum Birita er blivin góð við, tónleikin, bøkurnar, handarbeiðið.
Half Lost - Tað vilsta í mær
Nathan Byrn flýggjar aftur. Samgongan er syndrað, spjadd og framvegis jagstrað av Ráðnum. Bert við dirvi og snildi kunnu uppreistrarmenninir bjarga sær undan fulkomna ósigrinum.Teimum tørvar hina helvtina av verndargripinum hjá Gabriel, ein elligamal lutur, sum gevur beraranum ósigrandi mátt. Men verjin hjá verndargripinum, hin máttmikla heksin, Ledger, hevur sína egnu ætlan. Fyri at vinna hennara álit, má Nathan fara til USA at sannføra hana um at geva honum verndargripin.
Pax 6, Nykurin (38)
Sættu bókini í røðini eitur Nykurin. Tá ið flokkarnir hjá Alva og Viggo skulu hava evnisdag úti á ísinum, hendir nakað ræðuligt. Alvi fer ígjøgnum ísin! Kann tað vera nykurin, ein vatnvera, sum liggur og lúrir undir vatnskorpuni? Samstundis er nýggjur slotsvørður komin á Gripshólm, men okkurt óunniligt er við honum. Og oman á alt er mamma Alva og Viggo komin at vitja.
Pax 5, Gasturin (38)
Í fimtu bókini í røðini, Gasturin, skulu tey skjótt ganga lucia, men ongin veit, hvussu óhugnalig ársins luciugonga fer at verða. Eitt sakleyst spæl verður knappliga ógvuliga vandamikið, tá eitt portur letur seg upp til hina síðuna,og tríggir gastar fara at herja í býnum. Alvi og Viggo noyðast at fáa hjálp frá einum, sum teimum als ikki dámar. Samstundis eru Símun og pápin meira enn nakrantíð eftir teimum.Men Viggo hevur fingið eitt ótrúliga gott hugskot; nú er endiliga møguleiki at hevna seg!
Mín jólabók 2016
Mín jólabók er ein bók til alla familjuna, ein kalendarabók um tú vilt. Ein bók við fittum søgum og tekningum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman - børn og vaksin - í køldu, myrku tíðini upp undir jól.
Frøerne på Færøerne (34)
Bókin er um ta stuttligu hendingina, tá froskar endaðu í kjallaranum hjá einum abba úti í Nólsoy. Ein partur av søguni fer fram í Keypmannahavn og við mosan í Utterslev .
Froskarnir í Nólsoy
Bókin er um ta stuttligu hendingina, tá froskar endaðu í kjallaranum hjá einum abba úti í Nólsoy. Ein partur av søguni fer fram í Keypmannahavn og við mosan í Utterslev .
Harry Potter 2 við myndum (10)
Harry Potter og kamarið við loynidómum byrjar við, at húsálvurin Dobby ávarar Harry og biðir hann um ikki at fara á Hogwarts, tí okkurt ræðuligt fer at henda honum. Men sjálvandi fer Harry avstað, og sjálvandi hendir nógv ræðuligt, ímeðan hann og Ron og Hermione leita eftir kamarinum við loynidóminum.
Fílurin, sum so fegin vildi sovna
Fílurin, sum so fegin vildi sovna, er tann leingi væntaða onnur bókin, ið nýtir sálarfrøðiligar hættir at fáa barn títt at sovna, og sum verður róst av foreldrum, ið hava roynt hana. "Enntá betri enn Kaninin, sum so fegin vildi sovna." "Gott við einari at skifta við." "Nýtist bara at lesa nakrar fáar síður, so havi eg eitt sovandi barn." "Ein nyttulig bók heima hjá okkum."
So svørt sum íbinviður
Tey skulu seta sjónleik upp í studentaskúlanum og Lumikki fær høvuðsleiklutin sum Snjóhvíta. Tá ið tey fara undir at venja, byrjar Lumikki at fáa loyndarfull elskhugsboð.Men skjótt broytist elskhugurin til bannseting og ástarorðini til deyðshóttanir. Lumikki noyðist at loysa gátuna og finna út av hvør sendir hóttanirnar, annars endar leikurin kanska við blóðbaði.
Drápsmansapan
Sally Jones og vinur hennara chiefurin eru strandað í Lissabon. Her verða tey vavd inn í eitt smuglaramál, og chiefurin verður ákærdur fyri morðið á Alphonse Morro, hóast hann er ósekur.Nú byrjar ein langur og seigur kampur hjá Sally Jones. Hon má stríðast bæði fyri sínum egna lívi og fyri at fáa chiefin úr fongsli.Hon hevur miklar maktir ímóti sær. Maktir, sum fyri ein hvønn prís vilja dylja loynidómarnir, sum Morro tók við sær í vátu grøv sína, tá ið hann hvarv í Tejo ánni.
Harry Potter 1, heft-og Vitramannasteinurin
Harry Potter varnast, at hann er dugir ganda. Hann hevur verið illa viðfarin heima hjá stjúkforeldrunum, men tá ið hann kemur á Hogwarts, skúlan fyri gandakynstur og galdralist, ásannar hann undrandi, at hann er víðagitin gandakallur.
Luridiumstjóvurin 1
Hetjan í søguni eitur William Wenton. Hann er 12 ára gamal og ein vanligur drongur.Ella? Nei.William Wenton er– sum tú kanska longu hevur gitt–ongin vanligur drongur.Hann er heimsins besti kotutýðari.Men tá ið bókin byrjar,veit hann onki um júst tað. William hevur altíð undrast á, hví familjan knappliga mátti broyta navn og skundisliga flyta úr Onglandi til Noregs fyri átta árum síðan. Honum leingist eisini eftir abbanum, sum á gátuføran hátt hvarv, júst tá ið tey máttu flyta.
Koyr á, Lovisa!
Fyri at sleppa undan at spæla cello, sum mamma hennara vil, fer Lovisa at sparka við gentuliðnum í Råninge BK. Hinar á liðnum hava longu vant leingi, so Lovisa kemur beint í eldin við venjing og dystum. Mamman og pápin skilja onki, men tað er í hvussu er betur enn pápin hjá Isabellu, sum altíð stendur og geylar við vøllin. Hann sýnist at vilja vinna meira enn genturnar sjálvar.















