Kaninin, sum so fegin vildi so
Søgan er skrivað á ein serligan hátt, sum ger, at sjálvt málið fær teg at sissast, og tað at leggja áherðslu á orð og setningar, meðan lisið verður, ger, at virknaðurin verður størri.
Loyndarmálið í London, BFL
Dávur og familjan eru og ferðast í London. Tað er ein hugnaligur túrur, til ein gamal kunningur biður um hjálp. Men Dávur ivast í, um tey áttu at hjálpt honum, tí knappliga enda tey í einum gomlum lík-kjallara. Og annars er tað ikki bara kjallarin, sum er vandamikil.
Harry Potter 1 v/myndum - vitramannasteinurin (8)
Fyrsta myndprýdda útgávan av gandakenda klassikaranum hjá J. K. Rowling er ein skreytbók, ið er ein sonn fragd fyri eygað. Hon er hon ætlað bæði trúðføstum fjepparum og nýggjum lesarum, tí hóast søgan er tann sama, so geva stórfingnu litmyndirnar hjá evnaríka listamannin Jim Kay tær eina heilt aðra lesiupplivingin.so geva stórfingnu litmyndirnar hjá evnaríka listamannin Jim Kay tær eina heilt aðra lesiupplivingin.
Mimbo Jimbo og tann langi vetu (15)
Tað var nu´, at va´rið skuldi koma, men va´rið kom ikki. Hetta er søgan um, hvussu Mimbo Jimbo og vinir hansara stri´ða seg gjøgnum kavan og loysa ga´tuna um, hvi´ tað bra´dliga gjørdist vetur aftur
Áh Óh
Ein dagin er knappliga eitt egg í holuni. Mamman og pápin eru so forlipt. Hvar er hetta eggið komið frá? Tað veit Lundapisan ikki. Hon veit heldur ikki, hví mamman og pápin eru so forlipt, og henni dámar hetta einki. Men ein dagin tímir Lundapisan ikki meir. Hon er ill og sparkar eggið. Tað fer rullandi úr holuni, oman eftir bakkanum og steðgar ikki fyrr enn heilt úti á eggini. ÁH ÓH! Hvat nú?
Elias 12 og hon,sum eitur Elsa
Elsa er flutt til ein annan bý. Hon saknar gomlu vinir sínar og følir seg einasamalla. Elias livir á eggini og ger tað, sum honum lystir. Hann kemur frá einum heimi við misbrúki og er á veg út í kriminalitet. Elsa og Elias siga søguna úr tveimum sjónarhornum. Tey bæði ungu liva heilt ymisk lív, men ongin teirra trívist í skúlanum, og ein dag hittast tey á einum bonki. Kanska hava tey meira í felag, enn tey halda ...
Lítil og sterkur
Tað er so nógv spennandi, sum er hent. Tað eru so nógvar spennandi søgur at siga frá. Sum tann, tá ið mamma var indiáni og kavaði av einum kletti, ella, tá ið pápi vísti mær alheimin. Ein onnur serstøk hending var, tá ið eg át bomm saman við systi míni, ið er ein eingil. Og um mín fyrsta skúladag, tá ið tað var fult av flugum í flokkinum.
Ótrúliga søgan um Sally Jones
Hetta er ein søga um óloyst brotsverk í fjarum, tokusveiptum býum. Hetta er ein søga um lúnskan óndskap í fepurheitum frumskógum og um trúfast vinalag á brúsandi heimshøvum. Hetta er ein søga um longsul, vónir og nívandi svik.
Herviligi Henry vekir tey deyð (80)
Fýra søgur eru í bókini: Herviligi Henry og fjarstýringin Hervilig. Henry stillar upp . Herviligi Henry og vánaliga gávan . Herviligi Henry vekir tey deyðu
Herviligi Henry og skrímslafilmurin (80)
Fýra søgur eru í bókini: Herviligi henry og skrímslafilmurin . Herviliga vikuskiftið hjá Herviliga Henry . Herviligi Henry og sómakortið . Olympisku leikirnir hjá Herviliga Henry .
Half Bad (21)
Fyrsta bók í einum tríverki um Nathan Byrn, sum er hálv hvítheks, hálv svartheks Nathan dugir ikki at lesa, men hann dugir so mangt annað, m.a. at lekja seg, um hann hevur fingið ein skaða. Hann hevur verið hildin í búri, til hann er vorðin fjúrtan ár, men nú er hann komin út og er farin at leita eftir Mercury, svartheksini, sum etur dreingir.
Hon, sum róði eftir ælab.fløga
Forelskilsi, vinalag og svik eru øll evni, sum verða viðgjørd í nýggju ungdómsbókini hjá Rakel Helmsdal, sum eisini egnar seg til vaksna lesaran
Lita við ljóðfílinum
Lita við Ljóðfílinum, er ein hágóðsku litibók, við lekrum tjúkkum pappíri,soleiðis at børnini ikki tekna ígjøgnum síðurnar.Tekningarnar hava samband við sendingarnar Ding Ding Pippting soleiðis, at hvør opna er ein partur, so,um børnini eiga DVD "irnar,er tað nokkso stuttligt at gita hví júst hesar tekningar eru við. Hvør síða hevur ymiskar støddir av tekningum, so børnini rørðslumessiga fáa eina avbjóðing, og til ber at finna uppá nógvar søgur um tað ið er í bókini.
Rani-vár og vónir
Hóast avgerðin um at skifta fótbóltslið er ring at taka, er Rani spakuliga við at fóta sær í nýggja heimstaðnum og saman við nýggjum vinum. Men honum leingist eftir pápanum, sum er nú er fluttur saman við nýggjari konu og børnum. Tað kann vera trupult bæði hjá hinum og systrini at góðtaka. Hetta er framhald av bókini, Rani- ein nýggj byrjan.
Eg eri Malala
Malala er vorðin ein altjóða ímynd fyri friðarstríð og er tann yngsta, sum nakrantíð hevur fingið Friðarheiðursløn Nobels. Í hesari bókini við endurminningum og myndum, greiðir Malala frá sínum merkisverda lívi.
Ferðin til Tripiti
Teodor var einaferð ein fín bamsa, men nú er Teodor gamal, og mamman hevur tveitt hann burtur. Ta náttina droymir Teodor um eina bygd við einum hvítum torni, sum eitur Tripiti, og saman við Kaspari, einum gomlum træhesti, fer hann út at ferðast til Tripiti.















