, , , ,

Altardúkar (50)

Í hesum bóklingi eru nýggj mynstur og leiðbeiningar til átta altardúkar, fýra broderaðir altardúkar, ein heklaðan altardúk, ein bundnan altardúk og tveir altardúkar, sum eru seymaðir í klútaseyming (patchwork).

150,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Kirkjuklæði (8)

Paulina M. K. Eliasen hevur gjørt eitt stórt siðsøguligt arbeiði at skráseta kirkjuklæði í øllum kirkjum og bønhúsum í fólkakirkjuni: tað søguliga, hvør hevur gjørt klæðini, hvussu gomul tey eru, hvussu tey eru gjørd og hvussu tey verða nýtt. Nógvar frálíkar myndir lýsa vakra handverkið, sum er eitt satt prýði í kirkjunum kring landið.

450,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Vestmanna kirkja (16)

Nú Vestmanna kirkja fyllir 125 ár, er hon at síggja til ikki sama kirkja, sum hátíðarhelt 100 ára dagin í 1995. Hon hevur broytt útsjónd uttan sum innan.Stórar hátíðarløtur var hon vorðin ov trong, og tí varð hon longd vestureftir. Uppískoyti, sum er í vøkrum samljóði við gomlu kirkjuna, er týðiliga frámerkt við gamla múrinum, sum skorið er ígjøgnum, so gamla laðingin sæst sum eitt vakurt mark millum farna og nýggja tíð.

348,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Gomlu prestagarðarnir (11)

Henda bókin fevnir um tíðarskeiðið frá trúbótini, har kongsjørð var løgd til tey sjey prestagjøldini sum samsýning fyri prestagerningin, soleiðis at prestarnir við lántøku sjálvir kundu byggja prestagarðarnar og røkja jørðina. Bókin er ein roynd at lýsa viðurskiftini í landinum í hesum drúgva tíðarskeiði heilt frá trúbótini fram at okkara døgum.Í bókini eru eisini greinir á føroyskum,donskum og enskum,sum alment lýsa prestagarðarnar sum bóndagarðar og mentanarsetur.

390,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Kirkjan-10 ár á fø.hondum

Tann 20 apríl 2007 skrivaðu Jógvan á Lakjuni,landsstýrismaður í mentamálum,og Bertel Haarder,kirkjumálaráðharri í Danmark,undir skjal,sum segði,at frá ólavsøku sama árið gjørdist fólkakirkjan,sum higartil hevði verið danskt málsøki,føroyskt málsøki. Nú 10 ár eru liðin verður yvirtøkan saman við øðrum tættum,sum eru farnir fram innan kirkjuna hetta 10-ára skeiðið og frammanundan,lýstir í hesi bók við 17 ymsum greinum,skrivaðar av høvundum,bæði innan og uttan fyri tað kirkjuliga umhvørvið.

175,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Sankta Ólavs kirkjulið 100 ár

Sankta Ólavs kirkjulið varð stovnað í 1915. Í november 2015 hevði tað sostatt verið eitt føroyskt kirkjulið á fólkakirkjugrund í Keypmannahavn í 100 ár. Hetta minnisritið varð útgivið til tess at fagna kirkjuliðnum í samband við 100 ára hátíðardagin. Í bókini verður í breiðum strokum sagt frá søguni hjá kirkjuliðnum og eisini verða prestar og leikfólk, ið hava havt stóran týdning fyri kirkjuliðið leysliga lýst.

150,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Gomlu trækirkjurnar

Um tær 10 kirkjurnar, sum vóru bygdar í Føroyum í árunum 1829-1847, og sum enn standa uppi.

410,00 kr.
Vís meira
, , , , , ,

Eldru hválvkirkjurnar

Um tær 14 hálvkirkjurnar, ið vóru bygdar í tíðarskeiðinum 1856-1879. Tekningar, greinir, søgurbrot o.a.

465,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Nýggjaru kirkjurnar

Um tær 18 kirkjurnar, ið vóru bygdar í tíðarskeiðinum 1920-1957.

470,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Gomlu trækirkjurnar

Um tær 10 kirkjurnar, sum vóru bygdar í Føroyum í árunum 1829-1847, og sum enn standa uppi.

410,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Føroya biskupa-, prósta- og prestatal

HEsin bóklingur verður sendur út sum eitt lítið minnisrit tey 406 árini frá 1557 til 1963, sum eru farin síðan seinasti Føroya biskupur fór av landinum, og til vit nú aftur fingu føroyskan biskup á odda fyri kirkjuni í Føroyum.

16,00 kr.
Legg í kurv