, , , , , ,

Føroyska rokksøgan (9)

Bókin lýsir rýtmisku tónleikasøguna í Føroyum frá frumrokki til altjóða tónleikapallin í 10´num. Bókin er skipað í tíggjuáraskeið frá fintiárunum fram til nú. Lýst verða rák, persónar, bólkar og støð, sum hava havt týdning fyri føroysku rokksøguna. Rokktónleikur hevur havt eina stóra ávirkan á samfelag, mentan og búskap um allan heim. Føroyar eru einki undantak í so máta.Hesin tónleikur hevur myndað ættarlið síðan annan verðaldarbardaga fram til í dag.

398,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Færøerne

En kulturhistorisk tidsrejse Et perifert og uspoleret land med frisk luft, vand, klipperigt og forrevet, frodigt. Færøerne er kontrasternes land. Øerne er både barske og romantiske. Er det blæsende og overskyet, bryder solen alligevel ofte flere gange dagligt igennem skyerne. Kald det ustadighed eller et varieret klima. Lige meget hvad vi kalder det, er det med til at gøre øerne evigt levende og charmerende.

200,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Túna kort - Oyggjar og bygdir

Endamálið við hesum serliga Føroyakortinum er at hjálpa tær at staðfesta, hvørjar oyggjar og bygdir í landinum, tú hevur vitjað. So hvørt tú vitjar eina oyggj ella bygd, kanst tú skava hetta økið á kortinum, og eisini er eitt yvirlit við øllum oyggja- og bygdanøvnunum, har tú kanst frámerkja, hvar tú hevur verið.

175,00 kr. v.mvg
Legg í kurv
, , , , ,

Óendaliga vera (23)

Skaldsøgan flytur seg hegnliga millum samtíð og fortíð í lýsingum av hendingum og persónum í Havn og á bygd í 20. øld og á okkara døgum. Persónslýsingarnar eru sterkar, og myndamálið er neyvt og beinrakið. Samtíð og fortíð, trupuleikar og spurningar hjá fleiri ættarliðum ranna saman í eina heilskapaða og hugfangandi søgu um svik, tøgn, longsul og kærleika.

298,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Norska løva, fløga

Á eini útferð í 1935 fyri at síggja og hoyra um útgrevsturin eftir Norsku Løvu, hvørvur ein fjúrtan ára gamal drongur, og 75 ár seinni biður beiggi drongin Hannis Martinsson um at hjálpa sær við at fáa greiðu á málinum.

249,00 kr.
Vís meira
, ,

Norska løva, MP3

Á eini útferð í 1935 fyri at síggja og hoyra um útgrevsturin eftir Norsku Løvu, hvørvur ein fjúrtan ára gamal drongur, og 75 ár seinni biður beiggi drongin Hannis Martinsson um at hjálpa sær við at fáa greiðu á málinum.

249,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Eingil í vesturbýnum, fløga

Drongurin Askur býr í vesturbýnum við mammu sínari. Í íbúðarblokkinum halda øll at bara vanlig fólk búgva har, men Askur veit, at so er ikki, har er bæði varúlvur, silvurfiskur, Pippi Smokkuleggur og ein eingil.

149,00 kr.
Vís meira
, ,

Eingil í vesturbýnum, MP3

Drongurin Askur býr í vesturbýnum við mammu sínari. Í íbúðarblokkinum halda øll at bara vanlig fólk búgva har, men Askur veit, at so er ikki, har er bæði varúlvur, silvurfiskur, Pippi Smokkuleggur og ein eingil.

149,00 kr.
Vís meira
, ,

Skúlating stinka, fløga

Stina gongur í fjórða flokki. Hon ger altíð skúlating. Alt er í lagi, tá hon lesur hart heima, men í skúlanum fløkjast orðini, og alt verður so øgiliga trupult. Pápin er í London, og mamman skilir ikki, hvat Stina upplivir í skúlanum, tí alt gongur so væl heima, men tíbetur eigur Stina eina vinkonu, sum eitur Tóna, og hon skilir Stinu.

149,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Marius Olsen/Prent 1980-2016 (4)

Tey glæsiligu verkini hjá Mariusi Olsen rúma óendaliga nógv løg. Eftir eitt lag koma fín, viðbrekin og lýrisk løg til sjóndar. Skemtilig, sjálvt speisk løg, gátufør, inni­lig, symbolistisk løg og sniðfundig, filosofisk løg avdúkast spakuliga. Beint fyri eygunum á okkum vaksa løg við ekspressivum ørskapi, løg við nossligari orna­mentgleði og løg við eini vakrari, myrkari dýpd, sum tað bara ber til at finna í listaverkunum hjá Mariusi Olsen. Onki annað stað í heiminum.

498,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Stjørnan (38)

Pápi Jákup siglir úti. Tá ið hann er heima, hugna tey sær, Jákup, pápin og mamman. Húsið fær líkasum nýtt lív, og tí er Jákup keddur, tá pápin noyðist av stað aftur. Tá ið so boðini koma um, at pápin er burturblivin, gerst støðan nærum ikki til at bera. Tíbetur hevur Jákup pápabeiggjan Ollaba. Ollaba vísir honum á stjørnuna, sum kann veita honum ugga.

160,00 kr.
Legg í kurv
, ,

William Heinesen,myndlistamaðu

Tann ótroyttiligi listamaðurin er virkin langt upp í ellisár. Framleiðslan er ómátalig. Prýðilig ornament og mynstur í stílførdum greiðum formum og litum verða samansett í óteljandi kliptum vignettum, sum hann stórtøkin stroyir um seg. Hansara gróðrarmikli og sermerkti myndaheimur er okkum føroyingum stórt ríkidømi.

498,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Leikrit 18, Vónbrot

Verkini hjá Charlotte Eilersgaard viðgera serliga tær broytingar, sum hendu innanhýsis, tá ið kvinnur fóru at vita til sín sum kvinnur og hildu uppá, at tær kundu fara út at arbeiða. Hesum viðvíkjandi var sjónarhorn hennara tvítýtt: Hon viðurkendi,at tað vareitt framstig, at kvinnur løgdu til brots í politiskum starvi og fingu møguleika at fara út at arbeiða. Men hinvegin helt hon, at øll vóru best farin, kundu møður vera um børnini heima.

100,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Tey, sum ikki eru til

Pappírleys menniskju búgva alla staðni; tey, sum ikki eru til. Samuel veit, hvat tað vil siga at lata alt frá sær við vón um eitt nýtt og betri lív í Evropa. Hann hevur gjørt tað fyrr; tá ið hann flýggjaði úr Vesturafrika til Kanariuoyggjarnar. Ta Tað ferðina royndi Emilia at hjálpa at hjálpa.Kortini varð hann funnin og sendur aftur.Tað seinasta, Emilia gav honum, áðrenn hann varð noyddur av stað,var ein pappírslepi við bústaði hennara á. Nú stendur Samuel uttanfyri húsini,har hon býr í Bærum.

180,00 kr.
Legg í kurv