Marius Olsen/Prent 1980-2016 (4)

498,00 kr.

Tey glæsiligu verkini hjá Mariusi Olsen rúma óendaliga nógv løg. Eftir eitt lag koma fín, viðbrekin og lýrisk løg til sjóndar. Skemtilig, sjálvt speisk løg, gátufør, inni­lig, symbolistisk løg og sniðfundig, filosofisk løg avdúkast spakuliga.
Beint fyri eygunum á okkum vaksa løg við ekspressivum ørskapi, løg við nossligari orna­mentgleði og løg við eini vakrari, myrkari dýpd, sum tað bara ber til at finna í listaverkunum hjá Mariusi Olsen. Onki annað stað í heiminum.

Rithøvundur: Gunnar Hoydal

Fleiri upplýsingar

Undir tittul: Marius Olsen/Prent 1980-2016

Frágreiðing: Stórt bókaverk við grafisku verkunum eftir Marius Olsen.

Evni: Átrúnaður og List

Forlag: SPF. SPROTIN

Útgávuár: 2016

Síður: 400

Myndir: Ja

Bókaklubba: Nei

: Á goymslu 8062