, ,

Dr.Jekyll og Mr. Hyde

Bent hevur verið á, at Dr. Jekyll er ikki persónsgerð av tí góða, men ein hampamaður, sum eins og øll menniskju rúmar bæði góðum og illum, og sum ærukærur roynir at varðveita umdømi sítt millum manna við at krógva síni minni siðiligu eyðkenni. Harafturímóti er Mr. Hyde óndskapur burturav, sloppin leysur gjøgnum tær hálvgum eydnaðu, hálvgum miseydnaðu vísindaligu royndirnar hjá Dr. Jekyll.

100,00 kr.
Legg í kurv
, , ,

Luthers lítla & stóra Katekism

Luther áminti foreldrini til at uppala børn síni væl og læra tey tey 10 boðini,trúargreinirnar,Faðirvár,dópin og kvøldmáltíðina á móðurmálinum. Hann álegði eisini presti og dekni í hvørjum kirkjuliði at læra ungdómin upp í hesum kristiliga barnalærdóminum.

200,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Fróðskaparrit 63. bók.

Í nýggja ritinum eru fýra greinir innan hugvísindi. Eivind Weyhe málfrøðingur hevur skrivað tvær greinar um staðarnøvn.Hans Andrias Sølvará søgufrøðingur hevur skrivað drúgva grein um beinleiðis fólkaræði í Føroyum-ein samanberandi rannsókn av fólkaatkvøðum í einum føroyskum høpi.Rolf Guttesen geografur hevur skrivað grein um regionalar variatiónir í kornveltingini fyrst í 1800-talinum í Føroyum.Ein grein er innan náttúruvísindi.

200,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , , ,

Mín jólabók 2017 (21)

Mín jólabók er ein bók til alla familjuna, ein kalendarabók um tú vilt. Ein bók við fittum søgum og tekningum,hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman - børn og vaksin - í køldu, myrku tíðini upp undir jól.

220,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Brodering til tann føroyska 2.

Rithøvundurin hevur í meira enn 30 ár undirvíst í brodering og serstakliga nógv í brodering til tjóðbúnan.Eins og í fyrru bókini sigur hon frá,hvussu hon broderar,og við einari rúgvu av litmyndum verður víst,hvussu til dømis sama mynstur fær ymiska útsjónd við ymsum litum.Paulina M.K. Eliasen vísir á, at vit í Føroyum eru heppin at hava ein tjóðbúna, tí so eru vit altíð klár at klæða okkum til serligar dagar.

289,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Vøluspá

Vøluspá er eitt hitt fremsta fornnorrøna kvæðið í Eldru Eddu. Ja, helst er tað júst hetta kvæðið, sum ber av øllum hinum. Við sínum út- og dýpdarsýni og í skaldsligari dygd er hetta sjónborna skaldaverkið merkisvert meistaraverk og eitt munagott norrønt ískoyti til heimsbókmentirnar.

148,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Gudahøvd, yrkisavn

Tekstirnir eru bæði fúlir, viðkvæmir og fullir av innliti - ofta í eini og somu yrking. Einstakar yrkingar taka støði í gerandisupplivingum sum við kokkunum Brødrene Price og fara haðani niður í kenslunnar dýpdir. Fimmhundrað árið fyri reformatiónina verður hildið, og eg'ið fær vitjan av Luther og Melanchton, sum hann ikki altíð er so fegin um.

176,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Gomlu prestagarðarnir (11)

Henda bókin fevnir um tíðarskeiðið frá trúbótini, har kongsjørð var løgd til tey sjey prestagjøldini sum samsýning fyri prestagerningin, soleiðis at prestarnir við lántøku sjálvir kundu byggja prestagarðarnar og røkja jørðina. Bókin er ein roynd at lýsa viðurskiftini í landinum í hesum drúgva tíðarskeiði heilt frá trúbótini fram at okkara døgum.Í bókini eru eisini greinir á føroyskum,donskum og enskum,sum alment lýsa prestagarðarnar sum bóndagarðar og mentanarsetur.

390,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Endurljós, LP

12 løg

200,00 kr. v.mvg
Legg í kurv
, ,

Vision, LP

9 løg

200,00 kr. v.mvg
Legg í kurv
, , , , , , ,

Neyðars skrímsl (28)

Stóra skrímsl ætlaði sær í hagan við lítla skrímsli. Men tað verður av ongum, tí lítla skrímsl má vera heima saman við Loðskrímsli. Og nú ætlar Loðskrímslið sær ongantíð heim aftur.

120,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

At kanna brotsgerðir

Fleiri hundrað prógv kunnu verða funnin á einum gerningstaði. Nøkur eru púra greið og sjálvsøgd, so sum fótaspor í kava ella ein hamari,sum hevur verið nýttur til at bróta ein rút.onnur prógv ber næstan ikki til at síggja.Serfrøðingar siga okkum,hvat ið hendir við prógvum,tá ið tey verða send til eina kanningarstovu at kanna.Her nýta serfrøðingar nýggjastu tøkni og alla sína vitan til at fáa skil á,hvat ið hendir undir einari brotsgerð.Eitt hár ella eitt sindur av spýtti kann avdúka ein brotsmann

90,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Askur og vasin

Askur hjálpir abbanum ar flyta. Hann finnur ein gamlan vasa. Vasin er brotin. Har er ein leyva á honum. Kann er sleppa at eiga vasan? spyr Askur.

90,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Askur og músin

Onkur skavast! Ein mús býr undir skápinum. Askur setir eina fellu upp. Hann ynskir sær eitt dýr.Helst eina mús. Men pápin ræðist mýs.

90,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Djór í kríggi

Frá rossum og fílum, sum flyta hermenn, til hundar, sum verða sendir úr flogførum,og delfinir, sum leita eftir minum; djór hava altíð havt ein týðandi leiklut, tá ið kríggj er. Søgur teirra eru eins hugfangandi og syrgiligar sum søgurnar um hermenninar, ið djórini hava tænt.

102,00 kr.
Legg í kurv