Mio, mín Mio (16)
Mundi nakar lurta eftir útvarpinum tann 15 oktober í fjør?Mundi nakar hoyra,at tey sóknaðust eftir einum dreingi,sum var horvin.Tey søgdu:Løgreglan í Stockhólmi leitar eftir tí 9 ára gamla Bo Vilhelm Olsson,sum ikki er sæddur,síðan hann fór frá húsum í Upplandsgøtu 13 í fyrrakvøldið kl.18. Ja, soleiðis søgdu tey.Men ongantíð frættist nakað um Bo Vilhelm Olsson.Hann var horvin.Eingin fekk nakrantíð at vita,hvat var vorðið av honum.... Soleiðis byrjar søgan um Mio.
Bókin um Pippi Langsokk (10)
Í 1941 lá mín sjey ára gamla dóttir,Karen,sjúk við lungnabruna.Hvørt kvøld,tá ið eg sat á songarstokkinum hjá henni,bað hon:Fortel mær eina søgu. Eitt kvøldið spurdi eg hana:Hvat skal eg fortelja tær?So svaraði hon:Fortel um Pippi Langsokk.Hon fann upp á navnið júst í somu løtu.Eg spurdi hana ikki, hvør Pippi Langsokkur var,eg fór bara at fortelja,og av tí at tað var eitt so sermerkt navn,so bleiv hetta eisini ein sermerkt genta."
Stjørnan, fløga
Pápi Jákup siglir úti. Tá ið hann er heima, hugna tey sær, Jákup, pápin og mamman. Húsið fær líkasum nýtt lív, og tí er Jákup keddur, tá pápin noyðist av stað aftur. Tá ið so boðini koma um, at pápin er burturblivin, gerst støðan nærum ikki til at bera. Tíbetur hevur Jákup pápabeiggjan Ollaba. Ollaba vísir honum á stjørnuna, sum kann veita honum ugga.
Annika í Dímun, fløga
Henda nýskrivaða søgan byggir á kendu søgnina um Anniku í Dímun, sum var søkt á Havnarvág í 16. øld, tí hon var skuldsett fyri at hava beint fyri dímunarbóndanum.
Rokning 4b, Javnbók
Henda bók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í fólkaskúlanum
Rokning 4b, Grundbók
Henda bók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í fólkaskúlanum
Við tokka og tykki, yrkingar
Tíðirnar broytast, og vit broytast við, og mitt í hesi broyting rundan um meg hevur ein munandi betri tilvera tikið búgv innast í mær sjálvum. Eitt fríari frælsi og ein avløgd byrða, sum hevur elvt til, at tað er vorðið lættari at mynda mín hugaheim. Men hesar yrkingar og hugleiðingar eru støður, ið hava sítt upphav frá teimum mongu góðu og positivu menniskjum, sum eg havi havt gleðina av at hitt hesi seinastu tvey árini.
OG yrkingar
Og upp úr sólini kemur jørðin Sníkjandi sum ein øvutur dagur Og tey bæði fáa alt við Og vilja sleppa at dansa Dansa Og dansa meðan ongin sær
Tá ið trøll fara á flog
Tá ið trøll fara á flog er ein lýrisk frásøgn, sum fer fram í Føroyum. Kann líkið av einum barni fáa tvær ættir, sum leingi hava ligið í stríði, at sættast? Kunnu børn fáa fedranna fíggindskap at leggja seg?
Arvur og umstøður
Tað er Bergljót, elsta dóttirin í familjuni, sum orðar seg soleiðis í teldubrævi til systrarnar, eftir eitt harðligt kjak um arvaforskot. Kjarnin í arvauppgerðini er, hvussu tvey summarhús á oynni Hvaler verða býtt teirra millum. Hesi bæði húsini hava verið týðandi partur í teirra uppvøkstri øll árini.Tvær døtur hava tikið sær av foreldrunum og summarhúsunum í mong ár. Tær skulu arva. Men tvey onnur børn eru, og tey hava kvett sambandið við familjuna.
Kjak undir krígnum
Greinirnar í hesum savni hava staðið í Føroyar í dag, sum var ein teigur í Føroya Social-demokrat í 1943 og 1944. William Heinesen og Heðin Brú ritstjórnaðu og skrivaðu. Talan er um eitt heildarkent íkast til kjak um føroyskan politikk og føroyska mentan undir seinna heimsbardaga.
Harry Potter 5, MP3
Fimta árið í Hogwarst gerst hvørki lætt ella gott. Gandamálaráðið trýr hvørki Harry ella Dumbledore, at Voldemort er afturkomin. Ráðið setur umboðsfólk, ið skal hava eftirlit í skúlanum og fáa Harry at tiga - og avleiðingarnar eru skelkandi.
Undursom djór og har tey eru (10)
Rannsaka tey villu undrini í gandaverðini í hesum stásiliga verki um gandadjór, sum víða gitni gandadjórafrøðingurin, Newt Scamander, hevur greitt úr hondum.
Træhúsið í 13 hæddum (38)
Træhúsið í 13 hæddum hjá Andy og Terry er kulasta træhús í verðini.Har er ein bovlingbreyt, ein gjøgnumskygdur svimjihylur, ein hylur við mannetandi hávum, ein risastórur katapultur, ein loynilig undargrundarroyndarstova og ein skúmbitamaskina, sum skjýtur skúmbitar inn í munnin á tær, hvørja ferð tú ert svangur!So, hvat bíðar tú eftir? Kom uppá! PS: Tey siga, at hetta er eftirfylgjarin hjá Herviliga Henry, hehehe ...;)
Alt sum telur
Petru dámar væl makað tøl, tí tey skapa javnvág í alheiminum, men hon verður í ørviti av pi. Steffan á Námsfrøðiligu og Sálarligu Ráðgevingini sigur,at Petra hevur gandakendar tankar, og at hon skal bjóða óttanum av. Vinkonan Melika er flóttafólk og saknar beiggja sín, sum kanska er heimsborgari. Petra – ella loyniumboð Pi – setur sær fyri at brúka gandakendar tankar til at fáa hann heim til Noregs.















