, , , , , ,

Tær bygdu land, MP3

Bókin er eitt savn av søgum um 20 kvinnur, føddar frá 1890-1932, har gerandislívið í Føroyum í 20. øld verður lýst frá kvinnusjónarhorni. Kvinnurnar eru úr nærum øllum pørtum av Føroyum og hava ymiskar bakgrundir, royndir og lagnur. Bókin er forvitnisig, tí hon lýsir vanligar kvinnulagnur og gevur innlit í søguna frá einum annars lítið lýstum vinkli.

299,00 kr.
Vís meira
, ,

Lúsin og loppan

Lúsin og loppan er tað, vit kunnu kalla eina reksingarsøgu og hevur tí nógvar endurtøkur. Hon byrjar við einari útsøgn, sum síðan vindur upp á seg og verður til eina ramsu, so hvørt sum søgan líður, til alt fær enda, og – hvør veit – kanska nýggja byrjan.

30,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Jónatan Livingston Likka

Hetta er ein søga fyri fólk,ið fylgja dreymum sínum og gera sær sínar egnu reglur at liva eftir.Hjá likkum flest snýr lívið seg bara um at eta og at halda hungurin frá nevinum. At flúgva gert tú bara,tí tú leitar eftir føði.Tað er endamálið. Men Jónatan likka er eingin vanligur fuglur. Hjá honum er tað at flúgva lívið sjálvt. Ímóti øllum ásetingum í likkusamfelagnum roynir hann at finna eitt hægri endamál og gera tað, hann dugir best og elskar mest.

198,00 kr.
Vís meira
, ,

Sólsmakkur

trøini hava grønar røddir sólin livir í hvørjum vindeyga seyðir og neyt ?úgva til himmals hesin ómetaligi longsulin mítt blóð er havið hvør alda mín systir mín lívmóðir er ein dukka sum letur eyguni upp tá hon verður løgd niður háli sólina við mær niður í songina so eg betur kann verma náttarinnar ránsdjór

248,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Jakobina, kvørkveggjan

Jakobina stúrir fyri so øgiliga nógvum.Hevur hon latið nóg nógvar rosinur í kakuna?Og hvat nú um sólin ikki rísur í morgin,ella eitt flogfar dettur niður í radisubeðið?Men ein morgun finnur hon ein neyðarsligan kvørkveggjuunga úti í garðinum.Og tá fær hon veruliga eina góða orsøk til at stúra!Hetta verður ein herlig tíð hjá Jakobinu,og Jákup hevur ongantíð sæð hana smílst so loyndarfult áður.

138,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Journalistur og útvarpsmaður (28)

Á nýggjárinum vóru 50 ár síðani Jógvan Arge byrjaði sum journalistur. Fyrstu árini var hann næmingur á størstu donsku tíðindastovuni Ritzaus Bureau í hjartanum í Keypmannahavn. Síðani hevur hann verið í føstum starvi í Útvarpi og Kringvarpi Føroya til 30. juni 2017.

299,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

NEM mál í fjórða (29)

Mállærubók at brúka saman við bókaheildini Nem í fjórða. Í mállærubókini eru mállæru-, rættskrivingar- orðabóka- og lesifatanaruppgávur. Partarnir í mállærubókini hava somu heiti sum partarnir í næmingabókini: Ótrúligt, Søga mín, Endaleys vitan, Unnustur og ræðuskítar, Orðafjas og Litirnir tala.

88,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Árnafjørður (4)

Eitt, sum hevur hugtikið okkara ættarlið nógv, eru tey mongu staðarnøvnini, sum forfedrar okkara hava nýtt bæði í bø, haga og fram við landi.Tað var av stórum týdningi í dagligari talu at kunna staðfesta tey ymisku støð-ini við navni,tá ið greitt varð frá,hvar ið ein seyður seinast var sæddur, ella hvar hann lá, og somuleiðis at kunna samskifta um ymisk onnur viðurskifti.Eisini hevur tað verið meira viðkomandi fyri føroyingin fyrr at kenna hesi staðarnøvn, enn tað er nú á døgum.

348,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Kristian Osvald Viderø, prædik, heft

Prædikur til báðar textarøðirnar í kirkjuárinum

180,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Syng meg heim.., fløga

1. Syng Meg Heim2 . Avstað 3. Hvíta Ripan 4. Barasta Hoyra Teg 5. Kom Nú Sól 6. Úr Skýmingini 7. Gangi Í Regni 8. Brátt Aftur Sólin Sær 9. Rósurnar Vaksa 10. Góða Nátt Bonus track: 11. Jólasangur Til Hina Helvtina

149,00 kr. v.mvg
Legg í kurv
, ,

Kvirra (36)

Øll hava tørv á einum fjalli at fara niðan á. Einum fjalli úti í Guds fríðu náttúru,har luftin er rein, útsýnið er gott og friður valdar.Ella einum fjalli í fluttari merking,einum staði,har tað er hvíld og nýggj orka.Einari løtu í gerandisdegnum, í kvirru, við einum væl mæltum orði til umhugsanar, kveikingar og íbirtingar.

145,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Bók Jógvan (12)

Í bókini, sum nevnist Bók Jógvan og telur 451 bls., eru 29 javnlíkamettar greinir eftir føroysk og útlendsk vísindafólk um fjølbroytt evni av málsligum og bókmentaligum slag. Greinirnar eru skrivaðar á 6 ymiskum tungumálum.9 greinir eru á føroyskum, 7 á norskum,6 á íslendskum, 4 á donskum, tvær á enskum og ein á svenskum.Innihaldsliga fevnir bókin ógvuliga víða.Greinir eru um rúnir, kvæði og tættir.

290,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Heljarportur (27)

William Hammer er blivin sendur vestur á flogvøllin at arbeiða í einum ikki skipaðum starvi innan løgregluna.Fær bara at vita,at hann kann hjálpa til við trygdarkanningum av ferðafólki,og um tollararnir hava brúk fyri eini hjálpandi hond,so kann hann veita teimum hana.Myndugleikarnir í Havn vilja bara sleppa av við hann.William er fullkomiliga líkaglaður,tí eftir at unnustan hjá honum og komandi barnið blivu sprongd í luftina, ger einki honum mun.

298,00 kr.
Legg í kurv