Rósa Maria, MP3
Savnið er býtt í tveir partar, har tær fimmsøgurnar í fyrra partinum eru heftar at hvørjari aðrari, og tilsamans mynda eina stuttsøgu-cyklus.Søgurnar eru annars sera fjølbroyttar. Tær fevna frá tí skemtiliga, tí satiriska, tí siðsøguliga, tí syrgiliga, tí sálarfrøðiliga og einum hópi av erotiskum søgum,ikki minst í hesum seinasta savninum, sum lýsir tað kensluliga, kærleikslívið, tað ediliga kenslulívið millum kynini upp á gott og ilt.
Albert, MP3
Fimtan skemtiligar og samanhangandi søgur um tann stillføra bankamannin Albert og innara stríð hansara við at koma til sættis við sína alt annað enn samanhangandi ytru samtíð. Í søguni sleppa vit við Alberti til sálarfrøðing, á leiðsluskeið, niðan fjøllini, til talvkapping, til bókaframløgu og mong onnur støð, og vit møta tolnu konu hansara, tí uppblásta poppsangaranum, tí barmføgru Tinu, tí reyðbeinta bókavørðinum og fleiri øðrum av skaparans undursomu skapningum.
Alexandra Leaving
Suddenly the night has grown colder. some deity preparing to depart. Alexdandra hoisted on his shoulder, they slip between the sentries of your heart. Upheld by the simplicities of pleasure, they gain the light, they formlessly entwine; and radiant beyond your wildst measure they fall among the voices and the wine.
Maðkur, mykja, trimpil, betong og madrassa (18)
Fyrr svóvu nógv fólk í sama rúmi og minst tvey í hvørji song. Siðsøguliga er nógv broytt, tá ið tað kemur til sengur, madrassur, seingjarklæði og baðirúm. Tað er bert at velja og vraka. At sova er í dag ein partur av privatlívinum, sum onnur einki hava við at gera.
Tá mamma verður ør (30)
Tá mamma verður ør er ein søga um at vera avvarðandi barn at einum foreldri við eini sinnissjúku, og hvussu tað kann kennast. Eisini er søgan ætlað sum eitt amboð hjá vaksnum at brúka,tá ið samrøður eru við børn, sum eru avvarðandi, ella tá lærast skal um evnið í barnagarðinum ella skúlanum.
Til Sibiria (24)
Í bókini lítur eitt konufólk aftur á síni barnaár í 30-og 40-árunum í lítlum útróðrarplássi í Norðurjútlandi. Pápanum gongst illa,og hennara inniliga trúgvandi móðir søkir sær troyst í at yrkja sálmar. Til Sibiria er hjartanemandi frásøgnin um lívið hjá móður Per Petterson.
Barnaár (30)
Søgan fer fram úti á bygd einar 100 km uttan fyri Cape Town í 1940- og 1950 árunum. Foreldrini eru afrikanar, og hann fær alt tað,tann hvíta miðalstættin hevur framíhjá, ta betru útbúgvingina og alt hitt, sum ger, at tey ''prefer to be English''. Men tað elur fram iva og skomm.
Kristian Osvald Viderø, prædik, Indb.
Prædikur til báðar textarøðirnar í kirkjuárinum
Pax 8, Hvítormurin (38)
Á Himmalbrekkuni hvørvur eitt lítið barn knappliga,hon er sum uppslúkt av jørðini.Samstundis er Iris sporleyst horvin.Kann hetta hava samband við hvørt annað?Alvi og Viggo fáa hjálp úr óvæntaðum staði,men hvussu kunnu teir bjarga nøkrum,sum er í klørnum á Svørtu heksini?Og einastaðni djúpt undir Marifred kemur spakuliga lív í eina elligamla veru.
Tey leita eftir Benny
Foxy og Mikkjal eru bestu vinir,men tá ið Mikkjal fær ein lítlabeiggja,gongur galið.Foxy vil jú hava tað sama sum Mikkjal,men mamma og pápi hennara nokta at akta og geva henni eitt systkin,men Foxy vil ikki gevast at plága,og at enda mugu foreldrini boyggja seg.Men tá ið Foxy tekur Benny við í skúla,gongur galið....
Haruungin Nelus (28)
Nelus býr í einari djúpari holu ovast uppi undir Malarbrúnni í Keldufjalli í Svínoy.Honum dámar væl at spæla í kavanum,men ein dagin hendir nakað ógvusligt....
Harry Potter og Bannsetta Barnið
Tað var trupult at vera Harry Potter,og tað er ikki nógv lættari nú,hann er overvaður av sínum arbeiði fyri Gandamálaráðið umframt at hava konu og vera pápi hjá trimum børnum í skúlaaldri.Meðan Harry stríðist við fortíðina,sum sýtir fyri at vera har, hon hoyrir heima,má yngsti sonurin,Albus,stríðast við byrðarnar av familjusøguni,sum ongantíð ynskti sær.
Mennandi sálarfrøði (28)
Bókin byggir á ástøði í positivari sálarfrøði, menningarsálarfrøði og neurosálarfrøði. Hon gevur boð upp á, hvussu til ber at arbeiða øðrvísi við sálarheilsu og trivnaði í verki og harvið betra trivnað og sjálvsvirði hjá børnum og ungum – geva teimum Bókin er ætlað øllum, sum hava áhuga fyri trivnaði hjá børnum og ungum, foreldrum, námsfrøðingum, lærarum og øllum øðrum, sum eru um børn í tí dagliga.
Søga 5, MP3
Menning er yvirskipað evni í søgubókini. Menningin av føroyska samfelagnum fyllir nógv í flestu pørtunum í bókini. Í øllum 9 pørtunum verður dentur lagdur á at fáa samband millum tað søguliga og gerandisdagin hjá næmingum í 5. flokki
Drotningarringurin, MP3
Kavarin hekk fastur. Blýbeltið var komið um eitt skrúvublað. Hann royndi at førka seg eitt sindur aftureftir, so hann fekk smoygt beltið av blaðnum. Tá hoyrdi hann ljóð innan úr skipinum. Motorurin bleiv startaður, og hann royndi sum ein óður at gera seg leysan. Tá fór skrúvan at mala, og hann mól við.















