, , , ,

Marin fær ein lítlabeiggja (36)

Marin hevur verið ógvuliga spent at fáa ein lítlabeiggja, men tá ið lítlibeiggin er komin, er tað kortini ikki so stuttligt. Hann grætur nógv og illa, og foreldrini eru móð og orka einki, og pápin kallar hana ikki longur fyri sína loppu. Hon hevði heldur viljað havt ein stórabeiggja, sum Amalia eigur, ella eina stórasystur sum Randi. Men er tað nú so galið kortini at eiga ein lítlabeiggja?

180,00 kr.
Legg í kurv
, ,

DNA (14)

Dóttirin vekir hana: ”Onkur er í húsunum.” Elísa setst upp undir seg. Hjartað dukar í bringuni … Tað er ísakalt í Íslandi. Tað er ikki bara veðrið, tí ein kavráur mordari gongur leysur í myrkrinum.Hevur tú dirvi, og ert tú drigin at grimd og ísakøldu óndskapi, so er hetta ein bók fyri teg.

298,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Fjøtrað á flogi - 1. Bind (10)

Orðið at týða er skilt við orðið tjóð. Við týðingum bregda vit hugsanir og orðingar hjá øðrum inn í okkara mál – gera hesar tankar livandi á okkara máli. At gera tað er ein ógviliga týðandi táttur í allari tjóðarbygging. Árliga verða milliardir brúkar at týða góðar hugsanir, góðar tekstir millum mál. Tann heilt einfalda orsøkin er, at fólk flest skilja betur móðurmálið enn onnur mál.

348,00 kr.
Vís meira
, , , , ,

Pssst! (46)

Hví eri eg akkurát tann, sum eg eri? Hví bleiv eg ikki ein onnur? Hvat var eg, áðrenn eg bleiv fødd, og hvat verði eg, tá eg doyggi? Hevði eg eisini verið eg, um eg varð fødd onkra aðrastaðni? HVØR ERI EG Í GRUNDINI? Pssst! varpar ljós á smáar og stórar spurningar í lívinum hjá 12 ára gomlu Viólu. Í tí einastandandi samanspælinum millum myndir og tekst fáa vit innlit í tankar hennara um lívið, deyðan, vinir, familju, einsemi, útsjónd og popularitet.

198,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Sofía og Anita. Ein eskja við pengum

Ein tjóvur er í flokkinum. Sofía og Anita mugu finna út av, hvør tað er. Tað verður nógv ørvísi, enn tær høvdu ímyndað sær frammanundan.

148,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Elskar, elskar ikki

Elin og tey í flokkinum fara á seturskúla. Har hittir hon Beinir, sum gongur í einum øðrum skúla. Hann er hægri enn hinir og er ljóshærdur. Hann heldur um hondina á Elini undir borðinum og spyr, um tey skulu hittast undir eikitrænum seinni í kvøld. So hendir okkurt snópisligt, og Elin rýmir heim mitt um náttina, men tá ið hon kemur heim, sær hon okkurt, sum er nógvar ferðir verri. Mamma Elina hevur fingið sær nýggjan sjeik, og hann eigur eina dóttur, sum eitur Kristina.

198,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Símun og Nói bjarga humlum

Símun og Nói vilja bjarga humlum frá deyðanum. Teir hava ein klubb. Alda sleppur at verða við.

102,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Símun og Nói í revaholuni

Símun og Nói lúra eftir stóru dreingjunum við revaholuna. men so verða teir avdúkaðir!

100,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Nátt og dagur

Tá ið sólin setur, og tað fer at skýma, gera nógv dýr seg til reiðar at sova, meðan onnur vakna.

88,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Stór rovdjór - Ørnin

Ørnir eru ovurstórar! Tær eru sterkar og glúpskar, hava ótrúlia sjón og eru skjótar og kongaligar, tá tær flúgva. Í hesi bókini kanst tú lesa um, hvussu tær liva, hvat tær eta, og hvussu tær uppala ungar sínar.

78,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Leitanin eftir at vera

Katarina Nolsøe er fødd í 1964 og er útbúgvin sjónleikari á sjónleikaraskúlanum í Reykjavík. Hon fekk depressión í 2006 og var fleiri ferðir innløgd á psykiatriska deplinum. ‘Leitanin eftir at vera’ er ein ferð gjøgnum depressión, ótta og angist. Ein ferð, har tú spakuliga kemur fyri teg aftur og mást læra teg at liva við sárinum.

148,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Høll summarlandsins

Í hesum bindinum fylgja vit víðari við tí fátæka, einsamalla barninum, Ólavi Kárasyni ljósvíkingi, ið hevur sterkan alsk til náttúruna, fuglarnar, blómurnar á bønum og aldututlið á sandinum. Eitt barn, ið er við sviðusoð og mest sum ongan góðan eigur Foreldur eigur hann onkustaðni, men hann kennir tey ikki, hann droymir um tey, og honum leingist eftir teimum. Myndin er kám og fjar.

248,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Sálarfrøði (26)

Sálarfrøði - Lýsing av grundleggjandi leiðum og ástøði í sálarfrøði lýsir sálarfrøði sum vísindaøki í høvuðsheitum. Talan er fyri ein part um eina søguliga gjøgnumgongd og eina allýsing av sálarfrøði sum vísindagrein. Eisini verður komið inn á vísindahugsan meiri alment og ymisk vísindalig sjónarhorn, og nomið verður við týdningin av sálarfrøðiligum ástøði og sálarfrøðiligum kanningum.

248,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Leikrit 29, Løgmansdóttirin á Steig

Leikurin ”Løgmansdóttirin á Steig” er, tað vit vita, framførdur í Havn, Gøtu, Kollafirði og Klaksvík. Í 1976 settu læraraskúlanæmingar leikin á pall – teir vitjaðu eisini úti á bygd. Viðmerkingar eru skrivaðar til henda leikin eins og til allar hinar í røðini.

100,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Nakrir tættir úr lívi V.U.Hammershaimbs (20)

Lív hansara hevur verið fjølbroytt og forvitnisligt. Hann hevur havt gott áræði, havt eitt áhugavert lív og mangan havt tað stríggið í embætunum.Sum ungur gjørdi hann eitt bragd, sum eingin hevur gjørt honum eftir.Hann læt sær ikki lynda, at hansara egna móðurmál skuldi verða fyri vanbýti í einari danskari skúlaskipan, ið smoygd varð niður yvir fólk.Hann skrivaði í danskt blað um støðuna, og hvussu órættvíst tað var, at so lítil virðing var fyri føroyska málinum í danska ríkinum.

298,00 kr.
Vís meira