Heimurin, ið hvarv (5)
Regin Dahl endar í útlegd orsakað av seinna heimsbardaga. Útlegdin hevur formað hann sum menniskja og listafólk. Henda bók er ein ferð niður í søguna um okkum, tjóðskapartilgongdina og samleikamenning-ina, seinna veraldarbardaga og útlegdina sum grundleggjandi lívstreyt í modernitetinum.Úr hesi útlegdini syngur Regin Dahl til okkara. Hann er sum rødd, ið rópar úr oyðimørkini.Úr útlegdini.
Fílasteinurin
Bapit býr í Thyborøn og líkist ikki hinum. Tað er tí, at hann hevur etið alt ov nógv Nutella, og tí mamma hansara er út Tailandi. Pápin, eum er deyður, gav Bapit ein holstein, sum hann segði hevði gandamegi: Um tú hyggur gjøgnum holið og ynskir tær okkurt, gongur ynskið út. Men hesum trýr Bapit ikki. Ikki fyrr enn alt knappliga verður ovboðið.
Yvir til bryggjubakka - Mín krýnika 4
Vit lesa um, tá Atli Dam trein inn á politiska pallin,um stríðið um limaskap í EEC,um garnarokið við eggjakasti og samanbrestum við tinghúsið.Harðar atfinningar vóru at skemtinum í V4,og ring mura í tíðindaflutninginum var gjørd til hóttan móti samfe lagsmoralinum.Eitt flogfar datt niður í Mykinesi, og Starvsmannafelagið var í drúgvum verkfalli.Eysturoyggin og Streymoyggin vórðu til meginland við brúgv og bergholi.Útvarpið helt til í lívliga vinnuliga umhvørvinum á Bryggjubakka og við Vestaruvág.
Seytjandi maðurin, MP3
Tað er val í Føroyum. Spenningurin er í hæddini. Grønu Føroyar verður tungan á vágskálini. Men tað verður ikki kenda andlitið í flokkinum, Ronja Róksdóttir, sum vinnur tingsessin og gerst avgerandi atkvøðan í føroyskum politikki. Nei, tað verður tann 37 ára gamli Beinir Kalsfjall, sum snýtir øll og gerst seytjandi maðurin í eini borgarligari samgongu.Men tá nývaldi tinglimurin doyr í einari gátufullari ferðsluvanlukku, kemur Ronja Róksdóttir í eina serstaka og lagnukenda støðu.
Flanagan og eg
Bjarni býr saman við ommuni úti á bygd. Í skúlanum gongur Lenny Karlsson í sama flokki sum hann. Kenny ger seg inn á Bjarna og vinin, Flanagan. Tað er tí, teir vilja herða seg, so teir kunnu standa ímóti sløgunum frá Lenny og kanska sláa aftur. Men hjálpir tað teimum at herða seg, ella mugu teir gera annað? Bjarni hevur lært seg nøkur gandaorð frá ommuni........
Símun og Nói og pappageykurin Pippus
Símun hevur fingið pappageykin Pippus; hann er hansara. Nói vil eisini hava ein pappageyk, men Pippus letur ikki nakran ráða yvir sær bara soleiðis.
Ása ræðist
Ásu dámar ikki tey níggju húsini. Tey eru ísakøld, og tað hendir ymiskt løgið her. Ein fremmandur drongur situr í baðikarinum. Í køkinum stendur ein maður. Men tað hoyrist ikki eitt ljóð frá teimum. Er tað bara Ása, sum skilir, at tað spøkir her?
Stór rovdjór Leyvan
Leyvur eru stórar! Tær eru størstu ketturnar í heiminum og eru sterkir og vøddamiklir veiðarar. Tær hava hvassar tenn og eru ofta í bólki, tá ið tær veiða. Í hesi bókini kanst tú lesa um, hvussu tær liva, hvat tær eta, og hvussu tær uppala ungar sínar.
Gátan um róman
Omman hevur ein trupuleika. Rómin er burtur... Tíbetur dugir Óli at leita. Óli leitar eftir sporum og prógvum. Hvør man hava stolið róman?
Fjalladjór -Heimurin hjá Djóra-Djóna
Djóra-Djóni sigur frá síni yndis fjalladjór. Frá kinkilluni til snjóleopardin. Visti tú? At kinkillur brúka oyruni at sleppa sær av við hitan? At andeskondorar er tað fuglaslagið í heiminum, sum livir longst? At pandur kunnu viga upp í 160 kilo?
Bunkarin 1
Nanna sær Mark fara spakuliga inn í bunkarin. Himmalin uppi yvir henni tykist ljósur samanborið við holið, har hon stendur. Skýggini fara spakuliga frmavið, og av og á hoyrist eitt likkugól; annars er friðaligt. Hon setir seg at húka og starir inn í myrku gongina. Nakrir veikir ljósglottar siga henni, at Mark framvegis er har inni.Nakrir fuglar fara flákrandi og látandi beint uppi yvir holinum, og tað fær hana at reisa seg upp. Hvat hevur rætt teir? Hon heldur ondini og lurtar.
At yvirliva
At yvirliva er um at koma livandi frá vandum, frá ýlandi stormum til at liggja og reka úti á opnum havi. Les ótrúligar,sannar søgur um fólk, ið eru stødd einsamøll úti á nøkrum av vandamiklastu støðunum á jørðini, og sum koma undan við lívinum við einføldum kynstrum og hegni.
Dreingirnir (42)
Dreingirnir er ein lýsing sum eingin onnur av tannáringum. Hon sameinir tað strævna í gerandisdegnum við tað vakra og gandakenda í eini søgu um uppvøkstur, broyting, kærleika og vinalag. Aftast í bókini er ógvuliga áhugaverd samrøða við høvundin ymiskt, sum hon leggur dent á í skriving sínari, umframt stuttsøgan "Glashúsið."
Darwin um upprunan til sløgini (20)
Frá ótrúligum fjølbroytni til stríðið fyri at yvirliva, frá minstu bakteriu til stóra Lívsins træ: í hesi vøkru tillaging av kenda verkinum hjá Charles Darwin verður slóbrótandi ástøðið, sum broytti heimin, drigið fram í ljósmála: LÍVMENNING
Gangstaraomman
Omma Ben er sum flestar aðrar ommur:– Hon hevur hvítt hár– Hon hevur handilstenn– Hon hevur brúkt lummaturriklæði í ermuni– Og ... hon er ein altjóða gimsteinatjóvur! Ben gistir hjá ommu síni hvørt einasta fríggjakvøld, og hann heldur, at omman er nakað so keðilig.Hon vil bara spæla Scrabble, og allur maturin, sum hon ger, er úr káli.Eitt púra vanligt og keðiligt fríggjakvøld finnur Ben gimsteinar í einari køkudós hjá ommuni.
Orð, mynd og veruleiki
Fróðskapur hevur givið út greinasavnið Orð, mynd og veruleiki. Hetta er greinasavn við seks greinum um skaldskap og myndlist. Orð og mynd hava upp gjøgnum søguna verið fatað sum tvær síður av somu mynt. Orðið hevur kortini verið í oddatroyggjuni, tí yrkjararnir sum andans arbeiðarar vóru fyrimyndir hjá handaliga arbeiðandi myndlistafólkunum.















