Søgan um hini, MP3
Hetta er ein lýsing av einum parti av Føroya fólki, ið lítið hevur verið skrivað um. Í høvuðsheitum verður sagt frá fólki, ið vóruandveik, høvdu sinnissjúku, epilepsi, vóru avlamin, høvdu talubrek, vóru sjónveik, deyv ella svárt tunghoyrd. Sagt verður frá umstøðum teirra, og greitt verður bæði frá teimum, sum noyddust av landinum og teimum sum vórðu verandi heima. Bókin fevnir um tíðarskeiðið frá aldamótinum til 1981, ið var " Ár teirra brekaðu".
Sadako vil liva, MP3
6. august 1945, kl 8.15: Uppi yvir býnum Hiroshima - ein brákveitur glampi. Fyrsta kjarnorkubumban er brostin. Bókin lýsir á ein hugtakandi hátt henda grøtuliga morgun. Smágentan Sadako er eitt av ofrunum fyri kjarnorkubumbuni, men Sadako vil liva. Tá ið hon verður før fyri at evna til túsund tranar. Hendan bókin er týdd til 23 mál og er givin út í meira enn 120 londum.
Brennivargurin, MP3
Brennivargurin er ein bæði skemtilig og spennandi krimisøga fyri størri børn, ið snýr seg um kúllarnar Kára og Róa, sum ganga í 6. D í Kommunuskúlanum. Tað er ikki frítt fyri, at teimum báðum dámar at arga lærarnar og ikki altíð við mýkindum. Men teir fáa álvarsligar trupuleikar at takast við, tá ið teir saman við vinfólkunum magnusi og Beintu seta sær fyri at fanga ein brennivarg, sum herjar í Havnini.
Hall, MP3
Hallur er ein stillførur grannskoðari júst afturkomin til Føroya eftir lokna útbúgving innan roknskaparfrøði. Hann hevur fingið starv, men eftir mong ár í útlegd hevur hann trupulleikar við at finna seg til rættis í føroyska samfelagnum í 80´unum, har pengarnir sita í hásætinum. Hallur sær, at alt ruggar ikki rætt, men kennir seg máttleysan.
Millumlandasiglingin - nýggj byrjan
Bókin snyr seg um Óla Hammer, sum stovnaði felagið Smyril-Line. Hann var eisini við til at byggja nýggju 'Norrønu', ið røkir siglingina millum Føroyar og nærmastu grannalondini, aftaná Tjaldrið hjá Skipafelagnum gavst at sigla millum lond seinast í 1960unum. Bókin tekur saman um tíðarskeiðið frá 1975 til 2005, tá Óli Hammer gavst sum stjóri í Smyril-Line.
Føroysk mállæra 1 (20)
Bókin viðger kyn í føroyskum, og tað verður víst,at kyn er reglustýrt. Reglurnar eru eftir merking og eftir formi. Í bókini eru eisini orðafrágreiðingar, sum lesarin kann brúka og eitt leitiorðayvirlit, sum ger, at hon kann brúkast at sláa upp í, um lesarin hevur ivamál um eitthvørt í føroyskum.
Dugir tú onki, Pettson? (27)
Findus dugir næstan alt. Men hvussu við Pettsoni? Hygg, hvussu Findus bjóðar Pettsoni av at gera alt møguligt løgið. Men tað er eitt, sum eingin dugir betur enn Pettson. Sjálvandi.
Snjósystirin (9)
Skjótt verður jólaaftan, sum eisini er føðingardagurin hjá Jóali. Tað plagar at vera besti dagur í árinum, tá ið jólatræið stendur pyntað, og ljósini eru tendrað, luftin er full av anganum av klementinum og piparkøkum, og tað brakar í opna eldstaðnum Hendan jólasøgan í 24 pørtum fær tann gandakenda hýrin fram, sum tú kennir aftur úr Einum jólaævintýri eftir Charles Dickens ella úr søgunum hjá H. C Andersen.
Muðurin er eitt gosfjall
Í bókini lærir Levi at hava tamarhald á sínum tonkum og orðum og ikki órógva.
Desibella og stutta røddin
Isabellu dámar so væl at tosa hart, at øll kalla hana Desibella. Í bókini lærir Isabella at brúka rætta ræddarstyrki til rætt høvi. Talan er um 5 ræddarstyrkir, stutta rødd, teskirødd, prátirødd, røðurødd og útirødd.
Norð
Forna norðurlendska gudalæran og gloymdar náttúruverur fáa lív, tá ið 14 ára gamla Norð fer at leita eftir mammuni, sum er horvin. Á vegnum hittir hon tríggjar lívsklókar lagnugudinnur og íkornadreingin, Ratatosk, sum vísa henni veg niður í undirverðina Nivlheim. Her, djúpt inni í kjarnuni á jørðini er tann óndi drekin Niðhøggur í ferð við at gnaga lívsins træ,Yggdrasil, sundur. So við og við fatar Norð, at jørðin,er við at ganga undir,og at hon er tann einasta,sum kann bjarga henni.
Vafluhjørtu (41)
í bókini fylgja vit Trilla og Lenu gjøgnum lív og vafludeiggj í eitt heilt ár. Mangan gongur tað vilt fyri seg í lítlu víkini, har tey búgva.Tey gera rennistrong millum húsini, spæla annan veraldarbardaga og framføra ónleik á gøtuni. Tá er gott, at tey hava sovoriðin sum abban og tey at fáa skil á øllum aftur. Men hvat nú, um okkurt er, sum ongin fær skil á aftur?
Skrímslið og menniskjuni
Í fyrstani sá eg bara logar, sum dansaðu runt í myrktinum.Síðani sá eg, at tað vóru menniskju, sum hildu á brennandi kyndlum. tey vóru savnað runt um bókasavnið. Menniskjuni verða bangnari og bangnari fyri skrímslunum. Jähkel-tannlæknin í býnum - er leiðari av einum bólki, sum lovar at loysa skrímslatrupuleikan einaferð med alla. Hjá Frank og skrímslavinum hansara hevur tað størri týdning enn nakrantíð at krógva seg og ikki avdúka sínar loynidómar.Men síðsta uppgerðin nærkast....
Stevnumøtið
Mai og Fríða eru bestu vinkonur. Men so hittir Fríða Jóhan, og Mai veit ikki rættiliga, hvat hon skal gera av sær. Hví dámar Fríðu ikki Palla longur, tað gjørdi hon jú fyri eini viku síðan? Torir Mai at fara á stevnumøti við Fríðu og Jóhani og vini hansara, Tóri ? Og man dreyma-sjeikur hennara vera onkustaðni ?
Svartideyði
Í oktober í 1347 herjaði ein ræðulig pest Evropa. Sjey ár seinni var helvtin av íbúgvunum í Evropa deyðir av pestini. Til samans kravdi svartideyði í øllum førum 100 milliónir mannalív. Hetta er søgan um pestina, sum broytti heimin fyri alla tíð.
Steinøldin
Nær var steinøldin ? Hvussu gjørdu fólk amboð úr steini ? Hvat ótu tey, og hvar búðu tey ? Í hesi bókini fært tú nógv at vita um steinøldina.















