Hvussu kamelur fekk kúluna
Einaferð, tá ið heimurin enn var nýggjur, hevði kamelurin onga kúlu. Hetta er søgan um hvussu hann fekk kúluna.
Úlvarnir 2
Eitt langt ýl beint við fær tað at renna kalt eftir bakinum á Marki. Við villum ýlum leypa Úlvarnit á hann. Nakrir Úlvar taka Mark inn í eitt lítið rúm, har nakrir sementsekkir liggja. Nú er hann greiður yvir, at teir veruliga ætla at seta hann í sement. Harkaliðið meinti tað í álvara!
Hatar, hatar ikki
Kim hatar alt: boksing, familjuna, lívið. Men tað má vera okkurt, honum dámar
Ver tú!
Gjøgnum bókina læra børn, at tað eru nógv sløg av fólkum í heiminum, og at margfeldi er gleðiligt. Bókin røkkur um kynsfatan, kærleika, mismun, framíhjárætt, krossávirkan og at verja tað, sum er rætt. Við fittum myndum, klárum frágreiðingum og býtt sundur í stuttar partar, sum tað ber til at ferðast frítt ímillum, hjálpir henda bókin børnum at hugsa um, hvussu ein blíðari og rúmligari heimur kann verða skaptur.
Terningar (12)
Terningar eru ímyndin av tilvild, og tilvild miðjan í hvørji søgu – í hennara samansettu og í senn einføldu eftirgerð av tí sansaða. Og søgurnar, sum tú nú forvitnast um (íðan vendi tú bókini til at lesa baksíðutekstin ella hvat?), tær beinast allar gjøgnum tilvitið hjá einum sálaðum mansbarni.
Jarðarferðin (20)
Hetta er bókin um eina jarðarferð, sum byrjar í Shanghai, og sum endar í Sumba. Hetta er eisini søgan um eina forvitnisliga dagbók og um felagsskapin International Dwarfs Association og tað, sum kann henda, tá ið leitað verður eftir avvarðandi hjá nøkrum deyðum kinesiskum fiskimonnum. Men fyrst og fremst er Jarðarferðin ein lýsing av vinalagnum millum Symfor Thomsen og Eigil Tvibur.
Mátiupphang - Soleiðis veksur tú
Sera fit mátiupphang at máta hæddina á barninum. Mátar upp frá 40 cm í 150 cm. Gjørt úr sterkum pappíri.
Bókin um teg
Bókin um teg er ætlað foreldrum og avvarðandi at skriva alt um teg. Her ber til at savna stuttligar og minniligar hendingar og smá gullkorn frá fyrstu árunum. Upplýsingar um mangt og hvat - nær, hvar og hvussu - sum annars er so lætt og skjótt at gloyma. Her er pláss at skriva niður ymiskt um barnið, frá førðingini til fyrstu fetini, frá yndissøguni til fyrstu skúladagarnar. Í bókini er gott pláss at seta myndir inn. Henda bókin er ein dýrgripur, tú fert at fegnast um alt lívið.
Skakandi tilburðir 14 (19)
Millum annað kann man lesa um mann, sum hevur uppplivað fleiri ferðir, at eldur hevur verið í skipum, hann var við. Kvinna sigur frá skelkandi hending, tá ið hon og drongur hennara vóru tikin útav vegnum í ódnini 1989. Sagt verður frá, tá ið Marshall sigldi á land við Lokloysi. Húsfólk siga frá, tá ið ein bilur við miklari ferð rendi á hús teirra á náttartíð. Umframt fleiri aðrar skelkandi hendingar eru at lesa í bókini.
Svans á listasavninum
Tá ið listasavnið í Svipstrup skrivar út eina listakapping, verða tey í 3. A øgiliga spent, tí ímynda tær, at teirra flokkur vann? Men Foxy og Mikkjal varnast, at onkur snýtir, og at kanska sjálvur borgarstjórin er uppií. Tí leggja tey eina snilda ætlan um at bróta inn á savnið. Tað kann sjálvandi bara ganga galið - og tað ger tað í ólukkumáta ...
Søgur úr býnum
Hon er hægri enn eg helt, ella eru tað skógvarnir? Pen hálsketa. Bara heilt tekkilig, og so í knallreyðum jakka, eitt herligt statement, og hevur valt at hava eitt sindur av frástøðu, ja, hví ikki, ein passalig avbjóðing, ein standmynd, vakurt. Hjá hasari lítlu eru skapini í lagi, men tað er øgiligt, sum hon tosar nógv, stuttlig typa. Handan við fittu nøsini og høgu kinnabeinunum og oyraringunum tykist eitt sindur mammulig og etablerað, nei ikki etablerað, bíløgd. Ú søguni Tarvafektarin.
Nú fækkast tey á gomlu Strandagøtu (12)
Her eru allar søgurnar, umframt faktuella tilfarið, latnar í ein snøggan skaldabúna. Og júst hetta er nýbrot í føroyskari søguskriving og sera áhugavert. Tað kveikir lív í gamlar frásagnir, so tað eisini gerst ein fragd at lesa hjá fólki, sum annars ikki eru stórvegis áhugað í afturlítandi tilfari.
Skriviblokkur við føroyskum málreglum
Tá ið vit skriva, liggja reglurnar ofta eftir í orðabókum og mállærum – og ikki beint við hondina. Skal ð’ið vera har ella ei? Var tað ý ella í? Var tað æ ella a? Skal komma standa her? Hvussu býti eg hetta orðið? Høvuðsreglurnar, sum lúka tær flestu villurnar, eru nú á kápuni um bókina, sum tú skrivar í. Tað er ómakaleyst!
Harry Potter 4 v/myndum - og eldbikarið
Við makaleysum listarligum dugnaskapi gandar listamaðurin, Jim Kay, fram hugtakandi hendingar og yndispersónar: Illoygda Moody, Viktor Krum, Ritu Skeeter og fleiri onnur, ímeðan Beauxbatons, Durmstrang og Hogwarts stríðast fyri at vinna trígandasteypið í hesari einastandandi myndprýddu útgávuni av fjórðu bókini í sera væl umtóktu bókarøðini eftir J. K. Rowling.















