Frásagnir um ymiskt, sum fólk hava upplivað, t.d. fyriboðan og ávaring,
Endurminningar frá barna- og ungdómsárunum í 50'unum og 60'unum í Havn, Kaldbak og í Danmark.
Greinir, ið Jørgen-Frantz skrivaði millum 1925 og 1936. Ikki fyrr útkomnar í bók, og gera myndina av rithøvunda Barbaru meira fullfíggjaða.
Vit eru stødd í Írlandi í tíggjundu øld. Patrik og Sunniva spæla á bønum og skjóta við boga inni í loyndarfulla skóginum. Hetta var besta summarið, fólk vistu um. Men so hendi tað. Fremmandir hermenn stevna á ræðandi drekum inn móti írsku strondini. Hermenninir tysja í land:teir brenna kleystrið,drepa nakrar munkar og ræna dýrgripir.Fólk flýggja ræðslusligin.Brádliga minnast børnini fylið, sum stendur tjóðrað í garðinum.Tey venda við og sleppa fylinum burtur,men nú varnast teir fremmandu børnini
Savn við 12 stuttsøgum.
Føroyingar hava í meiri enn hundrað ár fiskað við Tockall og hildið seg havt ein ávísan rætt til Rockallgrunnin. Bókin Rockall var fyrstu ferð givin út í 1982 og sigur søguna um Rokkin og greiðir frá ymsum tilburðum har á leiðini.
Meira er millum himmal og jørð, enn vit vita um. Soleiðis verður mangan tikið til. Nútíðarmenniskja er soleiðis vorðið, at tað treyðugt trýt tí, ið ikki kann prógvast. Tey kalla tað yvirnáttúrliga pátrúgv. Tað stendur einum og hvørjum frítt at trúgva søgunum í bókini, men fyri høvundunum báðum eru tær sannar.
Fyrsta av trimum bókum, sum fara fram í landinum Mosambik. Um gentuna Sofíu, sum av óvart traðkar á eina minu. Hon missir bæði beinini, men tað ringasta av øllum er at missa systrina Mariu, sum doyr beint eftir vanlukkuna.
Í nýggja ævintýrasavninum eru ævintýr, sum Jakob Jakobsen, doktari í málfrøði, savnaði saman og skrivaði niður á pappír í farnu øld.Millum tey 15 ævintýrini í savninum er millum annað ævintýrini um Øskudólg, Teir sjey svanirnar, Gull-gásina og Risans Klótu.Njót tey saman við vøkru tekning- unum hjá nøkrum av dugnaligastu myndprýðarum okkara.Ævintýrini eru øll umskrivað og hava fingið eitt meiri nú- tímans mál.
Skaldsøga um fólk, ið hvør á sín hátt ímynda sær eitt lívsinnihald, sum vísir seg at vera meira ella minni falskt. Lýsing av sálarfrøðiligu hugsanini, at tað eru minni- og undirlutakenslur hjá fólki, sum fáa tey at útinna vald og harðskap.
Abbistabbi sveipar síni fýra abbabørn burtur úr gerandisdegnum á ævintýraferðir við gandakumpassini hjá sær ... Kom við, tá tey ríða á flogfiskum tvíspora undan óðum neytum og flýggja frá skalvalopum. Kom og les um abbastabba - ein óræddur rannsóknarfari, ið dugir meira enn at mata seg ... Heimsgitni tónleikarin Paul McCartney tekur lesaran við á ævintýraferð kring knøttin og heim aftur til songartíð.
Mai og Fríða eru bjóðaðar í føðingardag hjá Annu í flokkinum. Adam, sum Mai hitti í Tivoli, tá ið hon var har saman við Fríðu, kann eisini sleppa við. Men hvussu nógv leggur Adam altso í Mai? Mai veit ikki rættuliga. Og als ikki, tá ið hon av óvart sendir honum heimsins pínligastu boð á Facebook.
Tak tað, segði Janus og rætti henni tað hjartaskapaða plastílatið. Tað var fult av sandi og skitti. Elin fór at flenna. Tey vóru einsamøll í skúlagarðinum. Her, smíltist hann og kom yvir til hennara. Tann skitna hondin nærkaðist hennara. Tað stakk í húðini. Janus var eitt sindur lægri enn hon, men so vakur, helt thon. Og so var hann so fjasutur. Elin var illa við, og nú dukaði hjartað hart. Hon dugdi ikki at finna upp á nakað kul at svara honum.
Sanna fekk nýggja súkklu í føðingardagsgávu, men morgunin eftir er hon burtur! Hvør man hava tikið hana? Um at missa okkurt og hjálpa øðrum. Og um ar finna ein vin.
Allar fýra vinkonurnar skulu gista hjá Onnu. Men Birita hevur ikki hug. Henni dámar ikki at gista hjá øðrum. Men tað kann hon ikki siga, tí so halda tær hana vera ein ræðuskít.
Einaferð dugdi kenguran ikki ar hoppa. Í bókini kanst tú lesa um, hvat tað var, sum gjørdi, at kenguran fór at hoppa.