Andy og Terry búgva í einum træhúsi í 104 hæddum (einaferð vóru bara 13, men fyri hvørja bók byggja teir 13 afturat). Í træhúsinum er mangt og hvat. Nú kanst tú blaka við køliskápum, gera pengar við pengamaskinuni (sum eisini ger hunang), ganga í teimum óendaligu trappunum, spæla bolla-kríggj, fara í rop-bankan, fløkjast inn í eina stóra fløkju ella vitja stóra skansan, sum er styrktur við eyka sterkum skansa-styrkjara. Íðan, hvørjum bíðar tú eftir? Kom við upp!
Í hesi hugtakandi skaldsøguni um gøtubørn varnast Sandala og Martin hvønn týdning, vinarlag og samanhald hava, og at dreymar búgva allastaðni. Skaldsøgan sigur eina hjartanemandi søgu um, hvussu børn noyðast at lívbjarga sær. Tey noyðast at selja kropp sín, at stjala og mong eru noydd at sniffa lakk fyri at kunna halda kenslunum burturi, sum eru so tyngjandi fyri sinnið.
Sætta árið hjá Harry Potter í Hogwarts, fær eina óvanliga byrjan, nú tað rennur saman millum heimarnar hjá muglarum og gandafólkum.
Heimsmeistararskapurin í quidditch er í Onglandi. Í Hogwarts er ein loyndarfull kapping í gongd. Brátt snýr alt seg um kappingina, og samstundis gera Voldemort og hansara fólk alt meira um seg.
Ein brotsmaður er rýmdur úr fangatippinum, Azkaban, og óhugnaligu fangavørðarnir í Azkaban eru bidnir um at koma til Hogwarts og ansa eftir næmingum, lærarum og skúla. Harry fær at vita um foreldrini hjá sær og umstøðurnar, tá ið Voldemort drap tey.
Fyrstu partarnir av bókini eru lívssøga, familjusøga og háskúlasøga. Síðani verður sagt frá øllum tí, sum hann granskaði, skrivaði og var virkin í og frá teimum avrikum, sum liggja eftir hann. Bókin byggir nógv á Rasmusar egnu frásagnir í dagbókum, greinum, notatbókum og brøvum. Rasmus hevði ein virknan penn, bæði tá ráddi um útgávu og eisini tá hann til sín sjálvs skrivaði um hendingar og tankar í dagliga lívinum.
Tann kendasta av bókum Kochs man vera kjakframløgan Hvat er demokrati, sum í sínum essayformi setur spurnartekn við m.a. rættarsamfelagið og ta nógv brúktu atkvøðugreiðsluna.Í einum fólkaræði er tað sambært Koch ikki skilabest, tá ið ein er noyddur at atkvøða um málini. Harvið hevur ein í roynd og veru prógvað, at fólkaræðið ikki virkar, sum tað átti, heldur Koch. Tað er samrøðan, ið skal vera miðdepilin.
Antologi útgivin í sambandi við útbúgvingini í Ritlist á Fróðskaparsetrinum. Við hesi antologi vóna vit í forlaginum at kunna vera við til at menna føroyskar nutíðarbókmentir og komandi spírar.
Evropakortið er eins og heimskortið, ”Heimurin”, hjá Námi umsett úr enskum úr kortum hjá Collins Bartholomew, ið er heimsins elsta og størsta kortasavn. ”Evropa” er laminerað hæddarkort við landamørkum, sum vísir nøvn á londum, høvum, fjøllum og og landafrøðiligum fyribrigdum á føroyskum, eftir somu grundsjónarmiðum sum í atlasinum hjá Námi, ”Atlas til heim og skúla”.
Daniella hevur sína egnu sermerktu rødd sum yrkjari. Tað er lætt at vita, at ein tekstur er skrivaður av henni. Savnið er um eina yngri einliga mammu sum berjist við alkoholtrupulleikar, við kærleikanum og við lívið sum heild.
Býrt tú við sjógvin, mást tú læra teg nýggjar vanar. Órógva ikki stóru fuglarnar, tá ið teir reiðrast. Lít aldri á ísin, er streymasjógvur undir.
Vit hugsa meira um skinnið á nøsini enn um skilið í landinum.
Dette er uden tvivl en af de allerbedste bøger af en kristen forfatter jeg har læst.Jeg ønskede ikke at den skulle slutte.Svein Askildsen har med en dybdegående granskning i Bibelens tekster bearbejdet og berørt et emne,som mange,af den ene eller and en grund,går i en stor bue udenom.Jeg sidder tilbage med en fornemmelse af at jeg har været på en rejse;en rejse hvor bølger skubber Bibelens kvindefrigørende budskab frem i en sammenhæng og et harmonisk flow.
Tematiskt heilskapað yrkingasavn, tað mesta skrivað eftir februar 2020. Sjálvt um yrkingar í hesum savni við undirheiti krúnuljóð hava víðari perspektiv enn bara tað, kunnu tær vera lisnar sum skaldslig viðmerking til hetta sermerkta tíðarbilið. Men tær knýta eisini margtýdd sambond við onnur tíðarskeið, átøkar tilburðir og líknandi løtur.
Fuglurin sigur: „Eitt skald, sum ikki kann flúgva, er ikki skald,“ og skaldið svarar: „Ein fuglur, sum ikki dugir at yrkja, er ikki fuglur.“ „Skulu vit ikki býta um? Eg flúgvi. Tú yrkir.“
Kvartettirnar eru ein trúarlig og andlig kanningarferð í anda Dantes gjøgnum evropiska mentahevd og søgu. Skaldið leitar støðugt aftur til eina byrjan, sum er kend og samstundis nýggj og dvølur við teir stóru spurningarnar í veranum, við sjálva tíðina, við Guð, við deyðan og meiningina við lívinum.