, ,

Hvaðan kom kvinnan

Løgið er tað, men menningarlæran hevur savnað seg um mannin. Helst ávirkan frá skapanarsøguni, sum segði, at Gud skapaði mannin fyrst. Síðan kom kvinnan. Hvaðan kom kvinnan var fyrsta verk at tala fyri partinum hjá kvinnuni í menningarlæruni. Hon setur seg upp ímóti bíbilsku útgávuni, at kvinnan var ein tanki, ið skeytst inn í søguna, eftir at maðurin var skaptur. Á tann hátt umskrivaði Elaine Morgan mannasøguna og menningarsøguna.

348,00 kr.
Legg í kurv
, ,

At liva í løtum

Henda bók er ein kvøða til Rituvík, sum jólaaftan 2023 varð 150 ár. Bókin er í høvuðsheitum ein ættarsøga fyri Rituvík. Hon er ein roynd at greiða frá, hvørji hús standa og hava staðið í Rituvík, hvørji fólk hava búleikast í hesum húsum, og ikki minst hvat bleiv av teimum og teirra, ið fóru av bygdini – frá fyrstu átta niðursetufólkunum til okkara dagar. Onkrar styttri lýsingar og søgur, ið hava samband við Rituvík og fólk har, eru við í bókini.

248,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Feigdarfræ - Tóra III

Veggir, sum skrambla saman, armystivlar við skitti og blóði. „Tú ert deyð og ein mordari!” Orðini hjá Róari duka í høvdinum á Tóru. Hevur hon veruliga dripið eina gentu? Billa er horvin, og Róar hevur tikið ræðið á skúlanum. Hvørja løtu væntar hon at blíva blakað úr skúlanum, og fólk halda seg burtur frá henni. Tíbetur hevur hon kvartin at líta á, men hvussu við Leika?

248,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Leyp nú, Eva!

Hvør torir at renna oftast yvir um sporið, áðrenn tokið kemur? Tað er spælið, sum Eva og vinfólkini spæla tann dagin, tá tað næstan endar galið. Ein loyndarfullur bjargingarmaður bjargar Evu frá tí vissa deyða. Men hvør er hann, og hví er hann so ólukkuligur? Og hví uppførir vinkonan, Merian, seg knappliga so løgið? Hví vil hon ikki fortelja Evu, hvar hon býr?

245,00 kr.
Legg í kurv