Gerandisdagurin við øllum tí gerandisliga. Gerandisdagurin við sínum tankameldri um alt hugsandi. Gerandisdagurin við sínum afturlitum og vónum og undran. Í øllum ymisleikanum finnur tú vinalag, forvitni, og mangan er eini darrandi órógv botnur í yrkingini. Alt latið í ein hóskiligan, málsligan gerandisbúna.
Faroese Days is a tribute to the remarkable people who inhabit 18 islands in the middle of the wild Atlantic Ocean. It paints an optimistic and at times idiosyncratic picture of a micro-nation that has embraced remarkable change over a quarter of a century as it contemplates the prospect of potential full statehood amid an uncertain world.
Lisa veit, at hon og Sandra ikki kunnu vera vinir longur. Tað er alt ov vandamikið, tí at Sandra er dóttir Wolfgang, versta brotsmannin í søguni hjá Rosenhill! Men tá ið Sandra biður Reyða skort um hjálp at vitja pápan í fongslinum, kann Lisa ikki siga nei. Eitt barn má sleppa at vitja foreldrini, og Wolfgang er undir eftirliti alla tíðina, so einki kann ganga galið. Ella?
Svørt sum náttin. Ein lonely rider. Eitt tindasvín. Eitt barn hjá taparum. Tann ónda álvagentan. Alt tað var eg. Men so møtti eg Flykru.
Manni er illur. Hann goyr og goyr, men hann rennur innan fyri garðin....
Hvar liva tær mest eitrandi slangurnar? Hvar er ein deyða-eltari? Kann eitur bjarga lívi? Hvat merkir tað at hava eitrandi tungu? Ein bók til tín, sum elskar spennandi og løgin fakta.
Elia hevur funnið systrina, Iris. Men hon er fryst til ís. Nú stendur Elia andlit til andlits við Eldfrúnna. Kann Elia fáa hana at tiðna Iris? Og kann hon avdúka loyndarmálið hjá Eldfrúnni? Og bjarga bygdini med alla? Frost og logar er fantasirøð um at yvirliva, dirvi og gand.
Vit hava øll ein heila. Hann vísir okkara meiningar, persónsmensku, tað, sum okkum dámar og ikki. Tað finnast ikki tveir eins heilar í øllum heiminum! Vit skulu skilja munirnar í okkara heilum og fagna teimum. Hendan inkluderandi bókin leggur tann neurodiversa heimin fram fyri børnum og eggjar teimum til at fevna um allar undurfullar munir.
Altartalvan Tann heilaga Kvøldmáltíðin frá 1647 hvørvur úr Havnar Kirkju, meðan ramman stendur eftir. Á baksíðuni á hesari er ein gamal skurður inn í viðin, IHS. Hevur tað samband við vitjan av einum jesuitti í 1600-talinum? Tá ið danski stjórin á Listasavninum stutt seinni verður funnin krossfestur á norðurbróstinum í kirkjuni, tysja spurningarnir fram. Hannis Martinsson við sínum trúgvu hjálparmonnum Edmundi West og Haraldi í Sátudali royna at fáa skil á fløkjuni.
Hey!-heftini eru samrøðugrundað og venda sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál.Tey taka støði í CEFR-førleikastigunum A2.