Grundbókin er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 9. flokki.
Í Enskt 4 venja tit at samskifta á ymiskum pallum. Støðið á tekstunum hækkar ígjøgnum bókina, tekstirnir hóska til aldurin og hava evni, sum gera tað lætt at læra enskt. Í Enskt 4 Workbook eru: - ymiskar uppgávur knýttar at evnunum og tekstunum í lesibókini - mállærusíður við reglum og uppgávum
Í Enskt 4, venja tit at samskifta á ymiskum pallum. Støðið á tekstunum hækkar ígjøgnum bókina, tekstirnir hóska til aldurin og hava evni, sum gera tað lætt at læra enskt. Í Enskt 4 Textbook eru: - næmingavinarlig evni - somu inngangir í hvørjum evni - næmingalagaðir tekstir og uppgávur á trimum torleikastigum - litríkar og stuðlandi myndir Bæði tekstir og myndir geva íblástur at lesa meira og at tosa saman á enskum.
Øll hava brúk fyri møguleikanum at skylda upp á onkran annan. Og hevur mann eingi systkin, má mann sláa seg til tols við ein frens, sum tíbetur hvørki slatrar ella hevnir seg. Ella ger hann? Ein ræðuliga stuttlig teknirøð um dreingin Sívar og Lortafrens, sum eru í óendaligum bardaga. Lortafrensur vil nevnliga ikki finna seg í at vera syndabukkur og ger av at beina fyri Sívari. Men tað er ikki lætt. Mest tí at lortafrensur í loyndum elskar Sívar. Ella í hvussu so er elskar at hata hann.
Ver glaður fyri hvønn ein dag og fyri lívsins sømd og lag Tí lívið lutar forløg mong og mangur svangur fer í song Ver glaður kæri vinur mín at Føroyaland er gáva tín Ver glaður um hvat fyriferst av góðum og ei klaga bert Ver glaður fyri tað tú fært og brátt eitt annað ljós tú sært Ver glaður tú og gávur gev og tú skalt kenna lívsins stev
Eina ódnarnátt í november verður meistaraverk hjá Mikines stolið á Listasavni Føroya. Stjórin Sára Emmudóttir stendur fyri skotum og má stríðast fyri starvinum og savninum. Tá ið loynidómar og rossahandlar koma undan kavi, avdúka teir skitið spæl í listaheiminum og í politiska umhvørvinum. Turrlagdi arbeiðsmaðurin Jón Amos, sum eitt skifti hevði sítt egna gallarí, drekkur sterkt kaffi á skeinkistaðnum Kroysuni og fær illgruna um, at alt er ikki rætt vorðið.
Tann innhugsna Gentan í verðini er og ferðast hjá abbanum og ommuni á bygd onkuntíð seinast í trýssunum. Hon er mest saman við teimum vaksnu har í húsinum – abbanum, sum hon ikki ræðist, sjálvt um hann hevur stutt fjús og ofta trampar av øði, ommuni, sum ræðist gjóstur og helst situr inni og leggur kabal, tí ungu og forkelaðu mostrini, sum í heilum er í Havn og vitjar gubba sín, og gummuni, sum hevur verið húshjálp hjá teimum í ein mansaldur.
Dropar 9 er lesibók til 9. flokk. Hetta er síðsta lesibókin av trimum, sum eru ætlaðar teimum trimum árgangunum í hádeild. Dropar 9 er lesibók við fjølbroyttum úrvali av tekstum innan stuttsøgur, yrkingar, skaldskap av mannamunni, keldukritikk, vitlíki og yrkistekstir. Umframt lesibókina til 9. flokk fevnir heildin um lesibøkur til 7. og 8. flokk og talgildar lærarabøkur við eykauppgávum.
Við hond, hegni og hjarta er heitið á stásiligari myndabók, har lesarin sleppur at leska sær í einum ótømandi meingi av føroyskum klæðum, sum seymistovan hjá Marjuni Heimá hevur virkað síðstu árini. Vøkru myndirnar eru frá hátíðarligum lívsløtum, har spennandi litsamansetingar og mynstur geva hvørjum einasta setti sín egna, persónliga dám.