Fyrsta bók í einum tríverki um Nathan Byrn, sum er hálv hvítheks, hálv svartheks Nathan dugir ikki at lesa, men hann dugir so mangt annað, m.a. at lekja seg, um hann hevur fingið ein skaða. Hann hevur verið hildin í búri, til hann er vorðin fjúrtan ár, men nú er hann komin út og er farin at leita eftir Mercury, svartheksini, sum etur dreingir.
Innbundin, hvítt leðurlíki við gullskurði og við tveimum lesibondum, gull og reyðum.
Innbundin, svart leðurlíki við gullskurði og við tveimum lesibondum, gull og reyðum.
Í bókini eru uppgávur, sum er knýttar at Støddfrøði 9 Grundbók. Kapitlarnir í bókini eru: 1. Peningaviðurskifti 2. Geometri og sniðgeving 3. Algebra og líkningar 4. Funktiónir 5. Líkindi 6. Próvtøkuvenjing Bókin er ætlað 9. flokki í fólkaskúlanum, og hon kann eisini verða nýtt í 10. flokki og í Støddfrøði D og E.
Í bókini fylgja vit gerðum, tankum og kenslum hjá høvuðspersóninum frá tí, hann gongur í 5. flokki, tll hann verður konfirmeraður. Hvussu hann støðugt metir seg sjálvan, serliga við atliti til sínar javnaldrar, floksfelagar og onnur. Vit fáa eisini eina lýsing av dagligdegnum og fólkum - bæði veruligum og fiktivum - í eini bygd á Skálafjørðinum seinast í 1960- og fyrst í 1970-árunum.