Hin kensluborna, vakra og stuttliga Olinka roynir at fáa greiði á, hvør hon er. Hon er fimtan ár, og tað er ikki altíð lætt, tá ið tú skalt royna at verja teg ímóti vónsvikum og ringum royndum.
Til pápa mín, sum lærdi meg at vera góður við Kina og til mammu mína, sum dugir framúr væl at siga frá søgum.
Myndabók gjørd yvir yrkingina um vætturin, sum ferðaðist um allan heim, tí hann vildi hitta verðins størsta mann. Yrkingin, sum á donskum eitur: En lille nisse rejste, varð skrivað í 1845.
Nýggj útgáva. 35 av kendastu sangum Hans Andriasar. Gakk tú tryggur, Kongaríkið í Bábylon og Pápi mín. Nótar til sangirnar eru prentaðir aftast.
Søga um trý lomb. Svarta, Hvíta og Morreyða. Og trý børn. Karin, Sjúrður og Sanna. Søga fyri sjey ára gomul og eldri
Søga um tá ið heimalambið hjá lítla Sjúrði, Skallahvíta, mátti fara einsamalt í hagan fyri at mennast. Søga fyri 7 ára gomul og eldri
Serblað - mars 1984. Fyrilestur hildin í útvarpinum í januar 1982
Hesa bókina hava vit ætlað 8.-9. flokki, og úrval er eisini gjørt til savn ætlað 9.-10. flokki.
Søga okkara 2 viðger søgu okkara frá trúbótini til okkara dagar.
Serprent av Skúlablaðnum - maj 1985.
Smæran er ætlað sum ein hjálp til skriving í føroyskum á byrjanarstigi. Bókin er til at skriva í, soleiðis at børnini kunnu geva henni sín persónliga dám.
Bókin fevnir um: Mongdir og tøl, Líkningar, Funksjónir, Hagtøl, Prosentrokning, Renturokning, Líkningarokning og Trigonometri.