Danskar vísur, ið hava verið á gólvi í Føroyum, flestu við søguligum uppruna afttur í 13. øld.
Bókin er eykatilfar í støddfrøði. Uppgávurnar byggja á tað, sum er lært í vanligu roknibókini um tøl upp til 20 og um at leggja saman
Malan ynskir sær so inniliga ein hest. Nú er hon níggju ár, og enn hevur hon ongan fingið. Ein dagin situr Malan undir einum træ, har ein geykur er ,og hon veit ,at ynskir tú tær okkurt ,tá ið ein geykur situr í trænum, so ganga ynskini út. Hon ynskir sær sjálvandi ein hest ,og í næstu løtu stendur ein stórur,fittur arbeiðshestur við vogni beint við træið. Malan hevði heldur viljað havt ein lítlan, gulan hest, men er glað hóast alt.
Dánjal hámetir pápa sín, sum hevur verið um hann einsamallur, síðan mamman doyði. Men sum hann veksur, ásannar hann, at loyndarmálið hjá pápanum hevur bæði spennandi upplivingar og trupulleikar við sær.
Mállæran er skipað í tríggjar høvuðspartar, sum vanligt hevur verið í mállæruskriving: ljóðlæru, bendingarlæru og orðalagslæru. Fremst í bókini er eitt sindur um málsøgu og orðasmíð, reglur um teknseting, orðasundurbýti, byrjanarbókstavir, ein listi er við rættskrivingarreglum og ein, ið sýnir, hvussu føroysk fólkanøvn bendast.
Bókin byrjar við tveimum táttum um, hvat søga er, og hvat endamálið er við søgu. Hví er søga so týðandi fak, hvørji eyðkenni hevur hon, og hvat kann hon brúkast til? .....
Pettson gamli eigur einar tíggju hønur í høsnahúsinum. Findus, fressurin hjá honum, plagar at beistast við tær. Hønurnar eru bestu vinit hjá Findusi - næst eftir Pettson, sjálvandi. Men ein dagin kemur Pettson við einum hana til hønurnar. - Hugg, vit hava fingið hana, káka tær. - Sum hann er prúður! Men Findus er ikki samdur. Hann heldur, at hann tekur sítt pláss hjá hønunum. Og so gelur hann alla tíðina...
Vinirnir Hugo, Ravnur og Tóa hava úr at gera. Tey skulu hjálpa Paol, sum hevur sína dagligu gongd á vertshúsinum Deyðu rottini. Paol hevur mist vinin, hundin Skjálm, og fyri at hann skal gloyma sorgina, mugu vinirnir finna honum okkurt at takast við.
Ein yvirgangsbólkur herjar landið. Teir hava onga virðing fyri nøkrum, so eingin kennir seg tryggan. Yvirgangskropparnir eru so listilærdir, at eingin hevur hóming av, hvørjir teir eru.